mánadagur 21. november 2011síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 21. november 2011 · Nr. 135
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
Mansliðið hjá ÍF, sum fyri tveimum
vikum síðani var í Íslandi og spældi
við í NEVZA-meistarakappingini
fyri feløg, har tað tíverri ikki rakk
til víðari spæl eftir tveir ósigrar, er
framvegis sera torført at meta um í
heimligum kappingarhøpi, saman
borið við hini feløgini.
Hetta, tí menninir hjá ÍF hava
spælt nógv færri dystir enn hini
liðini. Higartil hevur tað aloftast
verið so, at tveir mansdystir hava
verið hvørja viku, og stigatalvan er
eitt sindur skeiklað.
SÍ og Mjølnir hava spælt fimm
dystir í part og Fleyr og TB tríggjar,
meðan ÍF bara hevur spælt tveir.
Tað vil siga, at ÍF við at vinna teir
írestandi dystirnar kann leggja
seg undir liðina á SÍ og yvirhálað
Mjølnir, um styrkin altso er til tað.
Hvussu er og ikki, so er torført
at fáa eina álítandi mynd av, hvørji
manslið í veruleikanum roynast
best, men alt peikar á eina kapping
millum SÍ, Mjølnir og ÍF, ið altíð má
roknast við. Men enn verður altso
bíðað eftir, hvat ÍF møguliga hevur
at bjóða…
TB tók sett
Í gjár vóru tveir dystir á skránni, og
serliga dysturin í Trongisvági, har TB
tók ímóti Mjølni, var merkisverdur,
tí TB legði fyri við næstan at kløkka
lívið úr klaksvíkingum.
TB hevði í fjør sum mál at vinna
okkurt sett, og í tveimum førum
gjørdist tað Mjølnir, ið stóð fyri, tá
tað eydnaðist tvøramonnum.
Og í gjár bar aftur til, tí TB vann
27-25 í fyrsta setti, áðrenn Mjølnir
fekk skikk á spælið og vann trý tey
næstu, men framvegis uttan at vera
so øgiliga sannførandi.
Hin mansdysturin var í Sørvági,
har SÍ tók ímóti Fleyr, og her gjørd
ist ongantíð líka spennandi sum í
Trongisvági, tí SÍ vann dystin 3-0. SÍ
byrjaði dystin betur, og hóast Fleyr
batnaði, rakk tað ikki til at hótta
sørvingar, ið tískil framvegis eiga
oddasessin framman fyri Mjølnir
og rest.
hilmarjan@sosialurin.fo
Bíða eftir ÍF
Flogbóltur SÍ og Mjølnir eru tey bæði fremstu
mansliðini, men støðan er ikki heilt eftirfarandi, so leingi
sum greipuvinnararnir úr ÍF hava spælt so fáar dystir
Eik-ligan kvinnur
nr. Lið
Dystir
Vunnið
tapt
vunnin sett
tapt sett
munur
Stig
1 Mjølnir
6
6
0
18
2
16
12
2 Fleyr
6
5
1
17
4
13
10
3 SÍ
6
4
2
13
6
7
8
4 Ternan
6
3
3
9
9
0
6
5 ÍF
6
3
3
9
11
-2
6
6 Dráttur
6
2
4
7
14
-7
4
7 TB
6
1
5
6
15
-9
2
8 KÍF
6
0
6
0
18
-18
0
20/11
13.00
TB - Mjølnir 0-3 (7-25, 12-25, 9-25)
20/11
14.00
SÍ - Dráttur 3-0 (25-10, 25-15, 25-17)
20/11
14.00
Ternan - Fleyr 0-3 (24-26, 9-25, 21-25)
20/11
14.00
ÍF - KÍF 3-0 (25-23, 27-25, 25-16)
20/11
15.00
TB - Mjølnir 1-3 (27-25, 18-25, 19-25, 19-25)
20/11
16.00
SÍ - Fleyr 3-0 (25-14, 25-20, 25-20)
Eik-ligan menn
nr. Lið
Dystir
Vunnið
tapt
vunnin sett
tapt sett
munur
Stig
1 SÍ
5
4
1
14
4
10
8
2 Mjølnir
5
3
2
10
8
2
6
3 ÍF
2
1
1
4
5
-1
2
4 Fleyr
3
1
2
4
7
-3
2
5 TB
3
0
3
1
9
-8
0
Hilmar Jan Hansen
Fult umfar var í Eik-liguni hjá kvinn
um í gjár, men av tí at øll úrslitini
blivu, sum roknast kundi við, hendu
ongar broytingar í støðuni – annað
enn at allir vinnararnir sjálvandi
styrktu sína støðu við 3-0 sigrum.
Mjølnir, sum hevur munin á
øllum hinum í løtuni og er einasta
liðið, sum enn ikki hevur tapt í
landskappingini, var í Trongisvági
og spældi ímóti TB.
Hetta gjørdist ikki tann stóri
trupulleikin hjá oddaliðnum, sum
vann ein tryggan sigur á TB-kvinn
unum, ið als ikki síggja serliga hótt
andi út í løtuni, men bara hava KÍF
niðanfyri seg á stigatalvuni.
Hitt liðið, ið er við heilt har
frammi, Fleyr, var á Toftum og vitj
aði Ternuna, sum higartil í miðal
hevur vunnið eitt stig fyri hvønn
dyst, og her gjørdist talan um trý
rættiliga ymisk sett.
Ternan hevði gott spæl í fyrsta
setti, sum Fleyr bara akkurát vann,
men í øðrum setti var øðrvísi, tí tá
var Fleyr nógv betri, fyri síðani at
vinna í triðja setti, men heldur ikki
nógv meira enn tað.
Grannauppgerð
Triðja liðið hjá kvinnunum, ið fylg
ir væl við heilt har frammi, er SÍ,
sum er ávikavist tvey stig aftan
fyri Fleyr og fýra stig aftan fyri
Mjølnir.
Hesa ferð skuldu kvinnurnar í
Sørvági fáa vitjan av grannunum
úr Sandavági og Miðvági, men talan
gjørdist ongantíð um eina spenn
andi grannauppgerð, tí Dráttur
megnaði slett ikki at hótta SÍ, ið
vann trygt.
Í fjórða dystinum í gjár, sum
var á Kambsdali millum ÍF og KÍF,
var hinvegin spenningur í teimum
báðum fyrstu settunum, tá KÍF av
øllum alvi royndi at bíta frá sær.
Men í triðja setti gjørdist mun
urin ov stórur, og tí kundi ÍF tryggja
sær sigurin og varðveita plássið um
miðjuna á stigatalvuni.
Stigatalvan er ikki ordiliga dottin
sundur enn, men alt bendir á, at tað
verða Mjølnir, Fleyr og SÍ, sum fara
at spæla um tey bæði FM-finalu
plássini, tí Ternan og ÍF, sum liggja
á miðjuni á talvuni, síggja ikki út til
at hava neyðugu styrkina.
Í botninum eru tað so KÍF, TB
og Dráttur, ið stríðast við ávikavist
ongum, tveimum og fýra stigum.
Hesi kunnu kanska taka okkurt frá
liðunum í miðjuni, men fara annars
neyvan at fáa onnur stig, enn tey
kunnu vinna frá hvørjumøðrum.
hilmarjan@sosialurin.fo
Favorittarnir vunnu
Flogbóltur Tey fremstu liðini í flogbóltskappingini hjá kvinnum vunnu
sínar dystir, og tí broyttist støðan øgiliga lítið um vikuskiftið