mánadagur 21. november 2011síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 21. november 2011 · Nr. 135
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Sunset Deildin kvinnur
nr. Lið
Dystir
Vunnin mál
Tapt mál
Munur
Stig
1 Neistin
6
200
130
70
12
2 Stjørnan
7
180
159
21
8
3 VB
6
155
145
10
8
4 Kyndil
7
169
171
-2
7
5 VÍF
6
147
166
-19
4
6 StÍF
6
137
165
-28
4
7 Tjaldur
6
149
201
-529
1
20/11
14.30
Kyndil - VÍF 25-23 (14-15)
20/11
15.00
Stjørnan - VB 22-27 (8-12)
20/11
16.30
StÍF - Neistin 22-24 (11-12)
Hilmar Jan Hansen
Stigatalvan lýgur ikki, og eftir
henni, so er tað í vetur bara ein
spurningur um, hvat av hinum
liðunum
í
Sunset-kappingini
kann sleppa í FM-finalurnar ímóti
Neistanum. Nógv kann broytast,
men hetta er myndin í løtuni, og
júst nú eru tað Stjørnan og VB, ið
liggja best fyri.
Hesi bæði liðini møttust í KÍ-
høllini í Klaksvík í gjár, og tað
endaði við, at gestirnir fóru avstað
við øllum og vunnu við fimm
málum, 27-22. Hetta er ein týðandi
stigafongur fyri VB, sum hevði
dottið eitt sindur niðurímillum,
um tað hinvegin var Stjørnan, sum
vann í Klaksvík í gjár, tí so høvdu
fýra stig verið upp til eitt finalu
pláss.
Dysturin millum Stjørnuna og
VB fekk annars eina sera varliga
byrjan, har tað gingu heilir seks
minuttir,
áðrenn
hol
kom
á.
Stjørnan fekk fyrstu málini og kom
á odda 4-1, men skjótt var VB eisini
við, og so skiftust liðini um at vera á
odda fram til hálvan fyrra hálvleik.
Tá tók VB dik á seg og fór fleiri mál
framum, so hálvleiksleiðslan var
12-8 til gestirnar.
Munurin á liðunum, ið var minst
líka sjónskur eftir steðgin, var fyrst
og fremst álopsspælið. VB fekk
meira burturúr, meðan Stjørnan
hevði ilt við at fáa sítt spæl at
koyra, og tí eydnaðist VB so at siga
allan vegin at halda ein góðan mun
niður til Stjørnuna og at enda at
vinna við fimm málum.
Á stigatalvuni eru hesi bæði
liðini nú jøvn í stigum, men Stjørnan
hevur betru málúrtøkuna. Tað man
tó kennast sum góður styrkur hjá
VB, at tað aðru ferð í vetur eydnast
at vinna á Stjørnuni, tí so mikið
opnari er kappingin um at sleppa
í eina møguliga FM-finalu ímóti
Neistanum, sum á stigatalvuni
hevur munin á øllum hinum.
Stjørnan: Simona Petersen 11,
Corina Demeterca 4, Lovisa
Andreasen 3, Ella Petersen 2,
Bára Skaale Klakstein 1, Annika
Ljósstein 1
VB: Gurið K. Mortensen 6, Rannvá
Johannessen 5, Natasha Ivanovski
5, Ana Kulic 3, Bára K. Mortensen 3,
Laila Jespersen 2, Helga Ey. Kjærbo
2, Unn Egillsdóttir 1
VB vann oddadystin
Hondbóltur Mest áhugaverdi kvinnudysturin var tann
í Klaksvík, har tað eydnaðist VB at vinna á Stjørnuni, so
liðini liggja stavn í stavn – men aftan fyri Neistan
Stjørnan - VB 22-27 (8-12)
Hilmar Jan Hansen
At vera oddalið er helst ikki altíð
so lætt, tí oddaliðið er tað, øll hini
vilja hava góð úrslit ímóti. Tað fekk
Neistin at sanna á Skála í gjár, tá
StÍF av øllum alvi royndi at stríðast
ímóti, nú meistara- og oddaliðið var
á vitjan.
Væl lá eisini fyri hjá teimum
í StÍF, hóast tað kann síggja eitt
sindur einsíðugt út, at tveir av
spælarunum skjóta 19 av teimum 22
málunum. Eitt gott úrslit er annað
enn álop, og í verjuni eydnaðist at
halda Neistanum frá tí heilt stóra, tí
tá avtornaði, vann Neistin bara við
tveimum málum, 24-22.
Neistin fekk sostatt sigurin, ið
liðið »átti« at fáa í hesum dystinum,
men nokk so nógv skuldi til, áðrenn
stigini vóru fingin til høldar hjá
teimum bláu, ið tó gingu undan
síðstu 40 minuttirnar av dystinum.
StÍF megnaði at hanga uppií, men
slapp ongantíð í seinna hálvleiki
upp á javnt, so hóast nógv stóð á,
orkaði Neistin at halda leiðsluna
allan vegin. Strandakvinnur gingu
upp í uppgávuna við lív og sál,
og tí var eisini um reppið, at tað
eydnaðist at fáa eitt enn meira
óvæntað úrslit burturúr.
Hetta sama var kanska júst
trupulleikin hjá Neistanum, at
munurin á stigatalvuni var so
mikið stórur, at tað í løtum sá út
til, at uppgávan kanska ikki var
tikin í nóg stórum álvara. Men
Neistin megnaði at verja borg
og er enn fýra stig framman fyri
Stjørnuna og VB, sum eru argastu
kappingarneytarnir í løtuni.
hilmarjan@sosialurin.fo
StÍF: Rebekka Justinussen
10, Fríðrún Danielsen 9, Birita
Poulsen 2, Irena Dam 1
Neistin: Barbara Brauer 10,
Marjun F. Danberg 3, Bára Hansen
3, Nicoleta Radu Hansen 3, Birita
Wardum 3, Jacklin Durhuus 1, Anja
Eliasen 1
StÍF - Neistin 22-24 (11-12)
StÍF spenti ímóti
Hondbóltur Neistin kom ikki ókeypis til
stigini á Skála í gjár, tí StÍF-kvinnurnar stríddust
manniliga ímóti og lógu bara akkurát undir
Hilmar Jan Hansen
Kvinnurnar hjá Kyndli hava
tey seinnu árini ofta verið eitt
lið, ið kann stinga seg upp av og
á og syrgja fyri onkrum meira
ella minni óvæntaðum úrsliti.
Gjarna er tað ímóti onkrum av
teimum frægaru, ofta grann
unum úr Neistanum, at Kyndil
brádliga fær tiltuskað sær stig
og skapt góðar støður í kapp
ingini.
Spurningurin er tó, um
Kyndil ætlar sær meira enn
bara tað í vetur, tí í løtuni liggja
tær grønu bara eitt stig aftan
fyri Stjørnuna og VB, sum eru
liðini, ið liggja mest framvið
at sleppa í FM-finalur ímóti
Neistanum, ið er væl á odda í
Sunset-kappingini.
Dysturin hjá Kyndilskvinn
um í gjár var ímóti VÍF, sum
eisini hevur eitt kvinnulið, sum
góðar dagar kann geva fleiri av
hinum ein skarpan gang. So var
eisini í gjár á Hálsi, at VÍF kom
betur frá byrjan og eisini tað
nógva av fyrra hálvleiki helt
fast við leiðsluna, sum í hálv
leikinum var eitt mál, 15-14.
Sama skilið var fyrstu 10
minuttirnar av seinna hálv
leiki, men so fekk Kyndil
brádliga tikið seg framum við
tveimum og trimum málum, og
tann munin fekk VÍF ongantíð
tikið aftur, so dysturin endaði
við einum tveymálssigri til
Kyndil, sum vann 25-23.
Tað sær kanska ikki út av so
nógvum, men væl munaði tað í
stigaposanum hjá Kyndli, sum
tískil er næstan líka fullur sum
tann hjá kvinnunum í Klaksvík
og Vági. Komandi dystir mugu
so vísa, um hetta fer at halda
og hvussu Kyndil fer at standa
seg í kappingini við hini bæði,
ið renna aftan á Neistanum.
hilmarjan@sosialurin.fo
Kyndil: Annika Sigurðsdóttir
11, Ásleyg Súnadóttir 4, Anja
Heinadóttir 3, Jórun S. Ludvig
2, Birita Mortansdóttir 2, Anna
Brimnes 1, Guðrið G. Eystberg
1, Bjarta Johansen
VÍF: Torgunn Johansen 6,
Liljan Djurhuus 5, Agnas
Olsen 5, Linda Davidsen 2,
Annika Poulsen 2, Tóra Seloy 2
Kyndil - VÍF 25-23 (14-15)
Kyndil lúrir
aftanfyri
Hondbóltur Sjálvt um tað
mest sær út til, at Stjørnan
og VB jagstra Neistan, heldur
Kyndil stand í kappingini eftir
heimasigurin á VÍF í gjár