Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-21, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. november 2011síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 21. november 2011 · Nr. 135 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Atlantic Airways Deildin menn nr. Lið Dystir Vunnin mál Tapt mál Munur Stig 1 KÍF 7 193 158 35 12 2 VÍF 7 186 181 5 8 3 Team Klaksvík 6 155 156 -1 6 4 Neistin 6 149 153 -4 6 5 H71 7 178 184 -6 6 6 StÍF 7 162 173 -11 6 7 Kyndil 6 132 150 -18 2 19/11 16.00 H71 - KÍF 23-26 (12-15) 20/11 15.00 StÍF - Neistin 22-22 (12-10) 20/11 16.00 Kyndil - VÍF 31-34 (15-21) Hilmar Jan Hansen Enn er hondbóltsveturin ungur og nógv kann henda, men sam­stundi skerst ikki burtur, nógvar ábend­ ingar eru um, at hetta kann gerast besti veturin hjá kollfirðingum nakr­an­tíð. Í øllum førum er KÍF greitt odda­ lið í Atlantic Airways-kapp­ingini, og higartil er liðið bara snávað eina ferð, meðan kapp­ingar­neyt­arnir hava roynt tað fleiri ferðir. Tí er KÍF heili fýra stig á odda, nú flestu liðini hava spælt sjey dystir. H71 kom á odda 3-1, men so svaraði KÍF aftur og fór upp á 7-3, og so var skráin líkasum løgd fyri dagin. Tá avtornaði, vann KÍF við trimum málum, men sum skiltist, kundi tann sigurin lætt­liga verið enn størri, var tað ikki fyri góðum mál­mansspæli frá Hanusi Kristiansen í málinum hjá hoy­ víkingum. Mitt í seinna hálvleiki sá dyst­ urin út til at gerast ordiligt sorl, tí tá vóru kollfirðingar á odda 23-14, men so stongdi Hanus H71-málið, samstundis sum útispælararnir betur funnu málið í hinum end­ anum, og ta einu løtuna var líka við, at spenn­ingur kom í dystin, tá H71 mink­aði til 20-23. Men so tók KÍF sær um reiggj, og Tony Weyhe og Pætur Johannesen funnu júst røttu løtuna at skora síni einastu mál henda dagin, so KÍF slapp undan einum nervøsum enda á dystinum. Og tí er KÍF framvegis fýra stig framman fyri VÍF og seks stig framman fyri næstu liðini, sum eru Team Klaksvík, Neistin og H71, harav tey bæði fyrru tó hava spælt ein dyst færri. H71: Dánjal Tórgarð 8, Halgir Dahl- Olsen 4, Blagoje Buha 3, Hallur Biskopstø 2, Bogdan Florea 2, Rúni Højgaard 2, Høgni Djurhuus 1, Sigmundur Nolsøe 1 KÍF: Rúni Joensen 6, Gert Hansen 5, Hans Eli Sigurbjørnson 5, Niklas Reginsson 4, Teitur Joensen 2, Tony Weyhe 2, Pætur Johannesen 1, Rógvi Weyhe 1 hilmarjan@sosialurin.fo Hilmar Jan Hansen Hóast Kyndil er botnlið og neyvan heldur kann væntast at gerast tann heilt stóri av­bjóð­ arin, so megnaðu teir grønu í gjár at bíta væl frá sær, tá VÍF var á vitjan. Gamli klassikarin í manshondbólti hevði ið hvussu er heili 65 mál at bjóða, so tað var ikki keðiligt at hyggja í ítróttarhøllini á Hálsi. Spennandi var tað tó ongan­ tíð av álvara, tí longu í fyrra hálvleiki høvdu vestmenningar mestsum vunnið dystin, tí eftir fyrsta hálva tíman vóru teir seks mál á odda. So hóast unga manningin hjá Kyndli royndi at fáa fatur í VÍF í seinna hálv­ leiki, eydnaðist tað ongan­tíð ordiliga. Teir fyrstu 10-12 minuttirnar av dystinum gekk javnt á, men um hálvan fyrra hálvleik setti VÍF so mikið av ferð á, at Kyndil fekk trupult við at fylgja ordiliga við. Ta einu løtuna, tá seinni hálv­leikur var mestsum hálv­ runnin, var Kyndil allíkavæl um reppið at fáa VÍF aftur. Við fimm málum á rað og tveimum aftrat, meðan VÍF bara skoraði ta einu ferðina, fekk Kyndil mink­að munin niður í 25-26, men so rakk tað heldur ikki longur. Onkra løtu restina av dyst­ inum hevði munurin hug at minka aftur, men VÍF megnaði hvørja ferð at rista mótstøðuna av sær, so tað ikki fekk aðrar fylgjur, enn at eitt lítið sindur av spenningi av og á kom í dystin. hilmarjan@sosialurin.fo Kyndil: Miroslav Vladkov 8, Hans Áki Dal-Christiansen 7, Andrias Sólsker 6, Ludvík Sunason 4, Julian Johansen 3, Regin Fossaberg 1, Hans Arni Thomsen 1, Tróndur Vatnhamar 1 VÍF: Sámal Joensen 9, Agnar Joensen 8, Bjarti Hansen 6, Bárður Brimvík 3, Áki G. Olsen 3, Andrias Eriksen 2, Regin Joensen 2, Magnus Müller 1 Kyndil - VÍF 31-34 (15-21) VÍF fylgir við Hondbóltur Vestmenningar vunnu dystin við avgjørdum innsatsi fyri steðgin Mynd: Álvur Haraldsen Mynd: Álvur Haraldsen H71 - KÍF 23-26 (12-15) Eingin tekur KÍF Hondbóltur Kollfirðingar halda fast í oddasessinum, og sum nú sær út, er tað eingin, ið tekur KÍF Hilmar Jan Hansen Neistin, sum byrjaði kappingarárið fínt við at vinna teir báðar fyrstu dystirnar, umframt at standa seg framúr væl í EHF-kappingini, har tað eydnaðist at vinna seg víðari til annað umfar, er framvegis bara ein skuggi av sær sjálvum. Felagið valdi at geva venjaranum durafjórðingin, men sum úrslitini hava háttað seg, er ivasamt, um venj­ arin var tað einasta, ið ikki riggaði nóg væl. Í øllum førum er Neistin farin fýra ferðir á rað av vøllinum, uttan at hava vunnið. Tvey stig av átta møguligum fortelur um vikn­ aðar greipuvinnarar. Í gjár var Neistin á Skála og spældi ímóti StÍF, ið ikki hevur verið roknað sum eitt av teimum allar­ sterkastu liðunum, tí strandingar eru í ferð við at byggja sær eitt nýtt lið upp við fleiri ungum og evna­rík­ um spælarum, ið tó ikki enn hava so nógvar royndir. Allíkavæl gjørdist talan um ein javnan dyst, sum eisini endaði við javnleiki, 22-22, eftir at StÍF hevði verið á odda við tveimum málum í hálvleikinum. Fyrsta hálva tíman var StÍF omaná og hevði eisini upp­ borið hálvleiksleiðsluna, men liðið megnaði ikki at halda fast eftir steðgin. Tá var tað hinvegin Neistin, ið vísti betra spælið og hevði munin, og sjálvt um munurin ongantíð var størri enn trý mál, fór tað at líkjast meira og meira einum tiltrongdum bláum sigri. Ikki minst, tá Sjúrður Thomassen í síðsta minutti legði Neistan á odda 22-21. Men gestirnir gjørdu rokning uttan vert, tí í síðstu sekundunum megnaði spælarin venjarin hjá StÍF, Alexandur Johansen, at javna til 22- 22. Tá var ov lítil tíð til, at Neistin fekk gjørt nakað, so liðini fingu eitt stig í part. hilmarjan@sosialurin.fo StÍF: Marius Joensen 4, Jóhannes Prestá 4, Jørmund Joensen 3, Alexandur Johansen 3, Jógvan Berg 2, Fríði R. Djurhuus 2, Jógvan G. Joensen 2, Høgni Jensen 1, Allan Norðberg 1 Neistin: Jugoslav Djumic 5, Jósef Abrahamsen 5, Eddi Joensen 4, Jákup Apol 3, Finnur Hansson 2, Sjúrður Thomassen 2, Áki Mørk 1 StÍF - Neistin 22-22 (12-10) Neistin bara anir Hondbóltur Fýra dystir á rað hava greipuvinnararnir í Neistanum nú spælt uttan sigur