Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-21, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. november 2011síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 21. november 2011 · Nr. 135 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Tróndur Arge, Manchester Manchester City er nú einasta lið­ið í Premier League, sum ikki hevur roynt at tapt í hesum kapp­ ingarárinum. Tað hevði mót­støðu­ liðið leygardagin heldur ikki undan tí dystinum, men Newcastle hevði allíkavæl seks stig færri. Byrjanin hjá Manchester City er tann besta hjá nøkrum liðið í Premier League nakrantíð og liðið hevur upp á 12 dystir skotið 42 mál! Tað merkist á høvuðstokstøðini í Manchester, Piccadilly, at fótbóltur er á skránni henda stilla og til tíðir heita leygardagin mitt í november. Løgreglufólk er at síggja, men stemn­ingurin er avslappaður. Uttan fyri tokstøðina festir ein Newcastle- við­haldsmaður sær í eina sigarett. Hann er mitt í 20-unum, ílætin eini nýggjari Newcastle-troyggju, sum tó strammar eitt sindur meiri um búkin, enn hon ger hjá leik­ar­ unum. Hann hyggur eitt sindur spyrj­andi upp á ein eitt sindur eldri mann í ljósabláari Manchester City- troyggju og hvítum og ljósabláum turriklæði. Gesturin úr Newcastle spyr, hvussu hann lættast sleppur til Etihad leikvøllin, sum er heim­stað­ urin hjá Manchester City. Mað­urin í ljósabláu troyggjuni er blíður og forklárar dúgliga við bæði far­tele­ fon og peikar í eyst og vest. Jú, stemningurin tykist vinar­ ligur og avslappaður á Piccadilly, hóast tað eru tvey lið í oddanum, sum bresta saman um fáar tímar. Nakrar hundrað metrar frá tok­ støðini er støðan ein onnur. Uttan fyri skeinkistaðið The Waldorf er løgreglan boðsend. Ein BMW- jeepur og ein vøruvognur fullur av løg­reglumonnum standa uttanfyri. Løgreglan prátar við ein mann í Newcastle-troyggju, sum nokk ikki hevði klárað at gingið eftir einari beinari linju longri enn tvey fet. Fleiri hava hug at forvitnast, men ein løgreglumaður ger skjótt av og sigur, at einki er á vási og at fólk skulu fara víðari. Flottir bilar Uttan fyri Etihad-leikvøllin hava vakt­irnir úr at gera við at fáa park­ era bilarnar hjá leikarum, ar­beiðis­ fólkum og stuðlum. Tað er skjótt og lætt at síggja, hvørjar bilar leik­ararnir eiga. Teir eru flottir og vanligi maðurin hevur bara ráð at keypa eina mynd av teimum. Við innkoyringina ljóðar í sam­ skiftistólinum hjá einum ungum manni, at hvíti bilurin, sum er á veg, skal inn á eitt ávíst parkeringspláss og bilurin skal parkerast fyri hann. Løtu seinni kemur so ein hvítur nývaskaður bilur, sum kundi verið ein pyntaður Austin Martin ella ein Bentley. Úr bilinum kemur ein maður í kovboybuksum og smart­ ari troyggju. Vakturin tekur bil­ lyklarnar frá honum og smílist upp á mannin og spyr hví hann ikki er við í dag. Maðurin í bilinum er argentinski landsliðsleikarin, Pablo Zabaleta. Hann svarar við einum lítlum smíli, meðan hann hampar upp á troyggjuna og buksurnar: – Eg kom so seint heim frá lands­liðssteðginum við Argentina, sigur hann og byrjar at ganga móti inngongini. Onkur Manchester City-við­ haldsfólk hava borðið eyga við hann, men fólk tykjast nú ikki so óvon við støðuna og hann fær frið at ganga teinin til inngongdina. Tónleikafestivalur Uttan fyri sjálvan leikvøllin buldrar tónleikur av einum palli. Kendi enski tónleikabólkurin, Oasis, eru nokk kendastu Manchester City-fjepparnir, men tað eru nú ikki teir, ið hava stilla seg á pallin. Heldur er tað ein bólkur av ungum tón­leikarum, ið syngja og spæla eyðkennis­lagið hjá Manchester City, Blue Moon. Stutt frá pallinum stendur ein pylsuvongur og fleiri nýta høvið at fáa sær okkurt at eta. Onkur fær sær eisini eina skál av chips og tað skuldi vísa seg ikki at verða so býtt! Hinumegin leikvøllin er nærmast afrikanskur tilstandur. Við trumm­ um og blásiljóðføri megnað nakrir ungir mans at undirhalda flestu av fótbóltsviðhaldsfólkunum rund­ anum. Aftur her er tað eyð­kennis­ lagið hjá Manchester City, Blue Moon, sum verður spælt. Uttan fyri inngongina hjá New­ castle-viðhaldsfólkunum syngja fleiri av teimum í felag, at verju­ leikarin, Fabricio Coloccini, er væl­ komin at vitja konuna hjá teimum, og at teir vilja hava krúllur, eins og argentinski verjuleikarin hevur. Tey flestu, sum eru hjástødd, kunnu ikki annað enn flenna at heldur ónærisliga sanginum. Fyrri hálvleikur Á sjálvum vøllinum hevur Man­ chester City takið á spælinum og ræð­andi breiddin á City-lið­ num kemur til sjóndar, tá nøvn­ ini á leikarum á bonkinum hjá heimaliðnum verða rópt upp. Edin Dzeko, David Silva, Alexandar Kolarov, Gareth Barry, Kolo Toure og Adam Johnson. Hjá New­ castle fær 19 ára gamli Sammy Ameobi møguleikan frá byjan. Hann hevur annars verið nógv at sæð á eykaliðnum saman við tofta­manninum, Jóan Símun Edmundsson. Fyrstu fjøruti minuttirnar er minni munurin á liðnum. Bæði hava stórar møguleikar, men annars er dysturin ikki tað stóra at reypa av. Á áskoðaraplássunum eru tey 4.-5.000 Newcastle-viðhaldsfólkini mælsk­ ari enn teir yvir 40.000 vertirnir. Stutt fyri hálvleik kemur hol á. Dómarin bríkslar fyri brotssparki og umstríddi italiumaðurin, Mario Balotelli, er tryggur úr ellivu metrum. Tá hann skorar, stendur hann hendur í favn og hygg­ur nirðandi eftir Tim Krul í Newcastle- málinum. Hollendski málverjin hevur tó sjálvur biðið um tað, tí tá Mario Balotelli legði sær bóltin til rættis, kom málverjin og sparkaði bóltin vekk uttan orsøk. Bara fáar minuttir seinni er aftur mál. Høgri bakkurin hjá Man­chester City, Micah Richards, er komin framvið og økir til 2-0, tá verjan hjá Newcastle ikki fær ruddað vekk. »Vit skora, tá vit hava hug! Vit skora, tá vit hava hug! Vit eru Manchester City og vit skora, tá vit hava hug!« Soleiðis verður brølað út yvir leikvøllin og rætt hava City-fjeppararnir, tí Manchester City hevur ikki verið til at steðgað higartil í ár. »Ongi chips« Beint sum dómarin skal bríksla fyri hálvleiki, kemur í øði í áskoð­ ararnar. Úr hoytalarinum verður boðað frá, at eingi chips eru at fáa í hálvleikinum. Hetta fær alla áskoðarafjødina at geyla, men tó bara í skemti. Tað gongur bara ein lítil løta, so tríva øll Manchester City-við­ haldsfólkini í felags róp og peika yvir á Newcastle-viðhaldsfólkini. Premier league triðju ferð á rað Liverpool vann í gjár fyri triðju ferð á rað ímóti Chelsea í Premier League. Maxi Rodriguez og Glen Johnson skoraðu fyri Liverpool, meðan innskifti Daniel Sturridge skoraði fyri Chelsea. aftur 1-0 til united Manchester United vann á triðja sinni á rað 1-0 í Premier League. Javier Hernandez skoraði einsamalla málið í útidystinum móti Swansea. Fótbóltur Einki lið í bestu ensku deildini hevur nakrantíð fingið so góða byrjan sum Manchester City, so einki er at siga til, at viðhaldsfólkini av heilum huga leygardagin kundu syngja »Vit skora, tá vit hava hug«, tá Newcastle var á vitjan Besta byrjan nakrantíð