Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-21, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. november 2011síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 21. november 2011 · Nr. 135 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Jóannes Hansen Tað er ikki so lítið, sum bendir á, at eingin steðgur verður í lands­ kapp­ingini í fremstu røð næsta summar. FSF legði tvey uppskot fyri fel­ øgini at hava sum støði fyri kjak­ inum. Í báðum uppskotunum er fyrsta umfarið í landskappingini í bestu deildini sunnudagin 25. mars. Í fyrra uppskotinum er 27. og síðsta um­farið 7. oktober, og í hinum er síðsta umfarið 27. oktober. Í fyrra uppskotinum er síðsta umfarið undan summar­steðg­inum tað 13., sum er sett at vera sunnu­ dagin 24. juni. Summar­steðgurin er settur at vera fram til sunnudagin 22. juli, tá ið 14. umfar er sett at vera. Í hinum uppskotinum er síðsta umfarið undan summar­steðg­inum tað 13., sum er sett at vera sunnu­ dagin 24. juni. Summar­steðg­urin er settur at vera fram til á Ólavsøku, tá ið skotið verður upp, at 14. umfar verður spælt 26., 27., 28. og 29. juli. Í hesum báðum uppskotunum er finalan um løgmanssteypið sett at vera leygardagin 30. juni. Tað verður eisini nevnt sum ein møguleiki, at finalan verður fríggjadagin 3. august. Tá verður 14. og síðsta um­ far undan summarsteðginum miku­ dagin 4. juli. Strika steðgin Undir orðaskiftinum vístu umboð fyri fleiri feløg á, at tað eigur at verða umhugsað, um tað ikki hevði verið skilagott heilt at strika summarsteðgin. Tað er longu greitt, at fýra feløg ikki fara í summarfrí, tí tey skulu luttaka í europeisku kappingunum, og royndirnar siga, at frítíðin í hinum feløgunum er ikki meiri enn ein vika ella tíggju dagar, áðrenn tað verður farið undir aftur venjingarnar. Tað varð víst á, at tað fyri allar partar er hugaligari, um kappingin heldur fram út í eitt, tá ið vánirnar eru bestar fyri góðum líkindum, og tá ið tað er ljóst. Um kappingin verður út í eitt, so er møguleiki fyri, at síðsta umfarið verður síðst í september. Tað hevði havt við sær, at venjingarnar undan síðstu umførunum ikki høvdu verið órógvaðar av, at bestu spæl­ar­ar­nir vóru upptiknir av lands­liðs­ør­ind­ um. Í oktober eiga Føroyar heima­ dystir ímóti Svøríki og Írlandi, og um landskappingin verður lið­ ug síðst í september, so ber tað í oktober møguleikar við sær hjá lands­lið­num at savna seg fult og heilt um stóru avbjóðingarnar, sum eru á skránni 12. og 16. oktober. Nú er tað upp til kapp­ingar­ nevndina – við støði í orðaskiftinum sum var leygardagin – at leggja upp­ skot um skipan av kappingini til fel­ øgini at gera viðmerkingar til. joannes@sosialurin.fo Jóannes Hansen Tað skal hava álvarsligar av­leið­ ingar við sær fyri feløg, sum eiga lið, ið ikki møta upp til ásettar dystir. Á eftirmetingarfundinum, sum umboð fyri FSF og feløgini høvdu leygardagin, legði FSF upp­skot fyri feløgini, sum sigur, at sektin fyri ikki at møta upp til ásettan dyst skal herðast mun­ andi: Lið í 1. deild, sum ikki møtir upp, skal vísast úr kappingini, og um felagið eisini hevur lið í 2. deild, so skal tað liðið eisini vísast úr kappingini. Umframt hetta skal felagið sektast við 20 túsund krónum í bót. Síðsta kappingarár kom tað tríggir ferðir fyri, at lið í 1. deild ikki møtti upp: 07 Vestur møtti ikki upp á Skála í 17. umfari, HB møtti ikki upp í Vági í 20. umfari, og FC Hoyvík møtti ikki upp í Vági í 25. umfari. Skotið verður eisini upp, at lið í 2. deild, sum ikki møtir upp, skal missa trý stig og fáa 20.000 krónur í bót. Um tað endurtekur seg, at liðið ikki møtir upp, so skal liðið vísast úr kappingini og nýggj bót upp á 20.000 krónur skal rindast. Um talan er um dyst á útivølli, so skal heimaliðið fáa helvtina av bótini sum endurgjald. FSF leggur eisini upp til, at lið í 3. deild, sum ikki møta upp, skulu sektast. Í fyrstu atløgu við at missa trý stig og við 5.000 krónum í bót, og í aðru atløgu við 10.000 krónum í bót og við at verða tveitt úr kappingini. Eftir umrøðuna leygardagin er tað upp til FSF at gera av, um uppskot um hesar broytingarnar í kappingarreglunum skal leggj­ ast fyri aðalfundin, sum verður leygardagin 25. februar. joannes@sosialurin.fo Skulkarar fáa durðarfjórðingin Fótbóltur Lagt er upp til, at lið, sum ikki møta upp til dystir, skulu tveitast úr kappingini, umframt at tað eisini skal kosta stóra bót at halda seg burtur Summarsteðgurin strikast Fótbóltur Umboð fyri feløgini mæla Fótbóltssambandið til at leggja soleiðis til rættis, at eingin summarsteðgur verður, og at kappingin verður liðug í september Mynd: Álvur Haraldsen Fleiri feløg vístu á, um tað ikki hevði verið skilagott heilt at strika summarsteðgin. Fýra feløg fara nemmuliga ikki í summarfrí vegna europeiska luttøku