mánadagur 21. november 2011síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 21. november 2011 · Nr. 135
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
So eru 3 vikur farnar, sam
gongan brúkti 2 vikur at finna
saman, og spenningurin um
hvussu tey komandi 4 árini
vera, er sjálvandi øgilig.
Avbjóðingar
Tær eru sjálvandi fleiri.
Henda samgongan ella bet
ur sagt, hetta Løgting stend
ur fyri sera stórum avbjóð
ingum.
Hvussu skal hallið mink
ast, hvussu skal tað gerast
liviligari
í
Føroyum,
og
hvussu fáa vit fólkavøkstur?
Hesir spurningar ella bein
leiðis vandamál eru tey týðn
ingarmiklastu.
Hallið
Um tað er nakar universiellur
sannleiki, so er tað at lán má
afturgjaldast, fyrr ella seinni.
Føroyar kann ikki halda
áfram við hallið, fíggjað av
lánið. Tí mugu vit minka um
hallið.
Hvussu vit minka um
halli, eru fleiri boð um. Ratio
naliseringar, er eitt oftani
nógv neyðtikið orð. Hvat
merkir tað? Hava politikari
yvirhøvur givið sær far um,
hvat tað er og nær tað skal
fremjast? Vit mugu tíanverri
ásanna,
nei!
Rationali
seringar er ikki nakað, sum
skal fremjast í sparitíðum.
Tað skal altíð fremjast, og
so kunni vit bara undrast
á, hví tað er ikki framt
frammanundan? Rationali
sering merkir forrestin, at
ein betrar um rakstur, so at
starvsfólk og mannagongdir
gerast betur.
Vit skulu øll liva
(í Føroyum?)!
Ja, hvussu gera vit tað?
Hvussu kan tann einliga
mamman við 800 kr/vikuna,
forsyrgja sær sjálvari og
tveimum børnum? Hvussu
gera vit tað áhugavert hjá
tí ríka at framhaldandi vera
í Føroyum og gjalda sína
skatt? Ja, eg tími ikki at
svara hasum spurninginum,
tí at tað fara altíð at vera
tvær síður ella fleiri síður av
somu søk. Hagfrøðingurin
sigur kanska, at vit skulu
hjálpa mammuni, tí at hon
ber børn og tískil hjálpir sam
felaganum í framtíðini. Ella
sigur hann samstundis, at vit
hava brúk fyri peningunum
hjá tí ríka, fyri at gjalda fyri
dagpeningin hjá mammuni
o.s.fr. Vit gerast ikki liðug
at kjakast um hetta, hvør
skal fáa og hvussu nógv? Ein
óendalig diskussion, sum skal
loysast av 19 fólkum. Men
hví 19 fólkum + landsstýrið?
Jú tað er samgongan, tað
er meirilutin, og meirilutin
ræður. Jamen skulu vit øll
ikki liva her? Vit hava jú
valt 33?! Hví skulu so 33
ikki avgera, hvat hendir í
Føroyum? Er tað so ringt
hjá 33 at finna útav, hvussu
mamman
og
ríkmaðurin
skulu geva til samfelagið?
Og forrestin, hví bekymrað
vit okkum yvirhøvur fyri
ríkmanninum? Er hann ikki
ríkur?
Ah ja, tykist innviklað ella
okkurt annað.
Fólkavøkstur
Eitt hugnaligt kvøld, ella okk
urt heilt annað, og 9 mánaðir
seinni, fólkavøkstur!
Tað var tað, hvussu eink
ult er tað ikki!
Men hov, Føroya stendur
í stað! Vit hava ein vøkstur,
ella var tað minking?, uppá 21
fólk! 21 fólk! Umleið 600 børn
vera fødd árliga, og eini 300
fólk doyggja árliga. Tað átti
at givið yvirskot. Men tað
gerð tað ikki. Hví tað?
Ein innviklað blanding
av frá- og tilflyting, útbúgv
ingarørindi og liviumstøður.
Nógv var lovað í valstríð
num, millum annað betur kor
fyri útbúgving, sum eg trúgvi
er svar uppá fólkavøkstur.
Míni ráð til Løgting
1) - Skattur: Hetta er ikki ein
samgonguspurningur, men
ein samfelagspuringur, hvat
og hvørji vilja vit í tí føroyska
samfelagnum, vit mugu vita,
ikki gita!
2)
-
Fiskivinnureform:
Skuldin er vaksin, teir, sum
eru, hava fyrimunir og teir
sum vilja sleppa inn, hava tað
sera torført við at sleppa inn.
Skuldin má minka um fiski
vinnan skal framhaldandi
vera okkara bein at standa.
Løgið forrestin at bara hava
eitt bein at standa, hví er
einki meira hent á vinnu
økinum?
3) - Útbúgving: Um Før
oya vil varðveita tey ungu,
mugu vit bjóða teimum
meira
møguleikar.
Vit
kunnu ikki bjóða teimum
allar møguleikar, men vit
mugu bjóða teimum teir
grundleggjandi
møguleik
arnar. Vit hava eitt undirskot
í fólkabýtinum. Serliga í
árganginum frá 21 til 30 ár er
undirskoti eini 200-300 fólk
per árgang. Hetta er forrestin
partur av teimum, sum fáa
børn. Og burðartalið er eisini
í minking.
Útbúgving er nógv præ
dikað, latum okkum vóna at
Løgting ger eftir sínum egnu
prædikum.
Sparingar
Viðvíkjandi vil eg staðiliga
frámæla
plenuklipparin.
Hann er fyrileytarleysur,
og tænir ongum endamálið.
Stutttíðarsparingar
geva
langtíðarútreiðslur.
Eg havi nøkur fá uppskot.
1) Gev Taks meiri pening at
arbeiða við, so megnar Taks
at røkja sínar skyldur full
væl.
2) Endskoða fiskivinnuna
beinavegin, og fá rakstrar
stuðul úr skipanini.
3)
Avtaka
floksstuðul.
Tað vera brúktar umleið 4
mill til floksstuðul árliga. Á
henda hátt finna vit útav
hvat grundarlag býr undir
teimum ymisku flokkunum.
(og tað er altso ikki bara
Fólkaflokkurin sum hevur
pening)
4)
Fráfaringarlønir
og
dupult gjald til løgtingsfólk
og landstýrisfólk avtakast.
Í skrivandi stund eru tað
16 løgtingfólk og 3 lands
stýrisfólk sum fáa óneyðuga
fráfaringarløn. Tey hava øll
goldið í ALS, so hví skulu tey
ikki brúka tað skipanina?
4.1) Lat eisini hesi vælsign
aðu landsvaldu sjálvi gjalda
sína pensjón. Hví skulu tey
ikki vera líkastillaði við okk
um onnur deyðiligu?
4.2) Avtak ferðastuðulin
og kostnaðarískoyti til tey
landsvaldu.
Víðvíkjandi ferðastuðul,
fáa tey fyri 100 dagar, ikki
220 dagar sum øll onnur.
Og summi fáa upp í 5 ferðir
so nógv sum vanlig fólk.
Brúka tey kanska rakett
brennievni?
Tá er betur at Løgtingi ger
eina skipan, har landsvald
leggja kvittanir fram, sum
prógv fyri teirra aktuellar
útreiðslur, ístaðin fyri eina
løgna ógrundað upphædd.
Ein skipan sum verður brúkt
í øðrum londum og sum
gevur eitt nógv størri gjøg
numskygni.
Til næstu ferð
Farna løgtingsval vísti greitt
at tey við flestu pengum,
koma framat og høvdu tað
væl lættari. Fyri nøkur av
valevnum var tað ikki hugs
ingur um at vera í øllum
miðlum, tí at tað var snøgt
sagt ikki gjørligt, sum Her
geir Staksberg eisini hevur
víst á.
So mítt uppskot er, við
víkjandi komandi vali hetta:
1) Totalt forboð fyri lýsing
um í tí almenna rúminum.
2) Greiðar reglur til miðlar
fyri gjald av valgreinum. T.d.
at bert tey sum sita skulu
gjalda, og ikki nýggj valevni.
Kanska ein serligan skatt á
valgreinar.
3) Kvittanir fyri allar
útreiðslur
til
løgtingsval
SKULU fyriliggja fyri stórst
møguligt gjøgnumskygni
4) At tingfólk og valevni
framleggja øll síni áhuga
mál, ognir, partabrøv o.s.fr.
fyri stórst møguligt gjøg
numskygni
Vil so ynskja okkum sum
sita her í Føroyum og Løg
tinginum góðan arbeiðshug,
tí hann fáa vit brúk fyri
komandi tíðina.
Forsinkaðar viðmerkingar
Teitur Vágadal
sjúkrarøktarfrøðislesandi
Samgongan hevur sett
sær fyri at taka upp
samráðingar við donsku
stjórnina um at dag
føra
ríkisveitingina.
Ført verður fram - ikki
minst av andstøðuni -
at landsstýrið ætlar at
nýta ríkisveitingina til
skattalættar.
Men
so
er ikki. Endamálið við
dagføringini av ríkis
veitingini er at tryggja
vælferðartænastur í før
oyska samfelagnum.
Ríkisveiting
Ríkisveitingin er grund
leggjandi partur av sam
starvinum í ríkisfelags-
skapinum,
ein
rættur,
sum er grundaður á av
talu millum Føroyar og
Danmark. Ríkisveitingin
er ískoyti til at fíggja
málsøki, ið Føroyar ikki
hava endaliga yvirtik
ið, eitt nú heilsuverkið
og partar av almanna
økinum.
Ríkisveitingin
er tískil eitt ískoyti til at
veita borgarunum í Før
oyum vælferðartænastur.
Upphæddin á ríkisveit
ingini er grundað á avtalu
millum partarnar í ríkis
felagsskapinum, og sam
ráðingar eru um ríkisveit
ingina á hvørjum árið.
Tað
er
uppgávan
hjá
landsstýrinum
at
tryggja føroyingum tæ
nastur, sum kunnu javn
metast við tænastustøð
ið í grannalondunum.
Landskassin hevur hall,
og vælferðartænastur
nar eru undir trýsti, tí
útreiðslurnar til væl
ferðarøkið vaksa. Skulu
vit varðveita eitt nøkt
andi
tænastustøðið,
er neyðugt við fígging.
Men tá ið ríkisveitingin
ikki er prístalsviðgjørd
síðani 2002, merkir tað
í roynd og veru, at ríkis
veiting hevur mist og
missir virði. Tí hava vit
valið millum at lækka
tænastustøðið ella finna
fígging aðrastaðni.
Landsstýrið ætlar tí,
at ríkisveitingin skal dag
førast, so ríkisveitingin
frameftir fylgir prístal
inum. Løgmaður hevur
tí sent danska forsætis
málaráðharranum, Helle
Thorning Schmidt skriv,
har hann boðar henni
frá, at landsstýrið ynskir
at taka upp samráðingar
um at dagføra ríkisveit
ingina.
Landsstýris
maðurin í fíggjarmálum
fer í næstum undir hesar
samráðingar, og ein prís
talsviðgerð veldst um
úrslitið av hesum sam
ráðingum.
Skattalættin
Føroyar hava eitt av
heimsins hægstu skatta
trýstum á lønum. Sam
gongan hevur tí sett sær
fyri at umskipa skatta
skipanina og veita ein
skattalætta, so tað loysir
seg betri at arbeiða, og
føroysku
familjurnar
fáa eitt størri fíggjarligt
rásarúm.
Skattalættin skal eins
og alt annað fíggjast.
Ætlanin er, at skatta
lættin skal verða knýttur
at pensjónsnýskipanini,
við at inngjaldið til pen
sjónir verður skattað,
heldur enn útgjaldið.
Eg skilji væl at fak
feløgini reagera, tí tað
snýr seg um pensjóns
viðurskiftini hjá øllum
føroyingum. Eg skal tó
vissa øll um, at farið
verður ikki fram í óðum
verkum, og at málið
verður viðgjørt væl og
virðiliga, áðrenn nøkur
umskipan verður sett í
verk.
Ríkisveiting
in skal nýtast
til vælferðar
tænastur
Kaj Leo Holm
Johannesen
løgmaður