mánadagur 21. november 2011síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 21. november 2011 · Nr. 135
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nøvn
Góði Eyðfinnur, so fór eisini tú um eyðans løgnu
gátt, og harvið er eitt langt og gott vinalag at enda
komið.
Svárt var at síggja teg liggja har so hjálparleysan,
meðan tínar seinastu lívskreftir viknaðu burtur.
Tú vart longu so spakuliga farin. Sjúkan gjørdi,
at ringt var at skilja alt, sum ferðaðist uppi í tínum
huga, har søga, gamalt vinarlag og veruleiki runnu
saman í ein, fyri okkum, ofta óskiljandi tankameldur.
Men áðrenn tað vart tú ein av teimum fáu, har
handalag, vit og skil runnu upp í eina hægri eind,
ein sáldsom samanseting av eginleikum, ein skal
leita leingi eftir.
Í eini løtu sum hesari leita tankarnir aftur til ta
vinatíðarskeið vit høvdu saman, sum helst byrj
aði niðri í Kommunuskúlanum, tá vit komu at
ganga í framhaldsdeildini saman. Tó so, eg kendi
teg longu langt áðrenn tað. Eg minnist ríku og
gevandi skótatíðina, har mong onnur góð vinabond
vit gjørdu, og ríku og gevandi tíðina í Hoydølum,
túrarnar Yviri við Strond, í fjørðinum við báti og
byrsu, harutúrarnar og hina serliga minniligu
ferðina niðan á Sneis. Ella bara allar tær ferðirnar
vit bara hava siti í bilinum, úti í Lítla húsi og inni í
Kaldbak.
Tað er helst ikki øllum, sum fellur í lut at fáa
góðar vinir. Vit vóru hepnir, vit blivu vinir, góðir
vinir, vinanbundnir og seinni vinalæstir. Læstir í
bond, sum ikki kundu slítast. Og tó, nú ert tú farin,
men ikki langt tí tú ert har í minninum.
Til tykkum í familjuni, Jacobina, Jóannes, Arn
bjørn og Ingi, tykkum beri eg míni størstu sam
kensluboð. Og til tín góða Jóhild, tær ynski eg at bera
eina hjartans tøkk frá okkum øllum, sum kendu og
stóðu Eyðfinni nær, tú sum var um hann í einum og
øllum hesa seinastu tíðina hann var sjúkur. Eg veit
hann fann frið í tær, og var ógvuliga góður við teg.
Eisini tær Andras sendi eg mínar tankar, nú
vinmaður okkara er farin.
Eyðfinn! Sjálvt mánin heilsaði tær í nátt, hann
lýsti so bjartur í hálvari sól, kunngjørdi øllum at tú
farin var. Hvíl í friði góði vinur!
Vinmaður tín Jan
Nú dagurin at enda er og náttin komin nær;
algóði Guð og faðir, ver hjá mínum og hjá mær.
Ein seinasta heilsan
til vinmannin
Eyðfinn Stefansson
føddur 17. des. 1958 og deyður 18. nov 2011
Sanna Dahl Niclasen varð
fødd í Vági 3. juli 1915, hon
doyði í Havn 28. februar 2011.
Til ber at siga, at tá ið
Sanna var smágenta í Vági, var
Vágsbygd í sínum vælmakts
døgum. Har vóru nógvir
reiðarar og handilsmenn, og
sjálvt um tær kanska ikki
gjørdu størstu skreytirnar
har, so lógu nógvar sluppir
á fjørðinum tá á døgum. Í
Vági vóru tá mong valahús
við vøkrum urtagørðum utt
anum. Sanna var úr einum
av hesum húsum, barnaheim
hennara
var
á
Krosslið,
har hon vaks upp saman
við
systkjunum,
Peturi,
Johonnu, Eivindi og einari
fostursystur, sum foreldrini
Joen Jacob (1873-1946) og
Elsebeth Helena (1884-1961)
høvdu tikið til sín. Henda
gentan var ein lítil, faðirleys
skyldkona teirra úr Sumba,
sum eitur Brynhild (fødd
Stenberg), og hon er mamma
mín.
14 ára gomul fór Sanna
í 1929 til Havnar at ganga í
skúla. Pápabeiggi hennara
var prósturin, Jákup Dahl,
sum tá búði í Sandágerði, og
hagar gekk hon til latín og at
spæla við systkinabørnini
Petur,
Marionnu,
Sverra
og Regin. Nevnast kann í
hesum sambandi, at tveir
av javnaldrum hennara úr
skúlanum í Vági fóru um
somu tíð beinleiðis til Dan
markar á skúla, hesir vóru
Dánjal Nolsøe, ið seinni
gjørdist landsrættardómari,
og Óli Jacobsen, ið seinni
gjørdist bókavørður á uni
versitetsbókasavninum
í
Keypmannahavn. Báðir vóru
teir ungir, tá ið teir fór úr
Vági, og teir komu ongantíð
aftur til Føroya at búgva.
Í 1931 fer Sanna víðari til
Keypmannahavnar, har hon
tekur nýmálsligt students
prógv á einum privatum
studentaskúla í 1934, og hetta
sama árið fer hon undir at lesa
til lækna. Tá í tíðini var ikki
bara sjáldsamt, at føroyskar
gentur tóku studentsprógv,
men tað var uppaftur meiri
sjáldsamt, at tær fóru at
lesa til lækna, og Sanna man
vera millum fyrstu føroysku
kvinnurnar, sum hevur tikið
prógv sum lækni. Og tað
var einki løgið við tí, sjálvt
um hon var konufólk. “Tað
gjørdi tað sama, tað var í
lagi,” hevur hon onkuntíð
friðarliga svarað upp á tann
spurningin.
Sanna var liðug at lesa
til lækna í 1941. Sum vit vita,
vórðu
nógvir
føroyingar
innibyrgdir í Danmark undir
krígnum, men hon vildi gera
alt fyri at sleppa heim sum
skjótast. Hon byrjaði tó
sína starvstíð sum lækni í
Norðurjútlandi, men hugsaði
alla tíðina nógv um at sleppa
heim til Føroya at arbeiða,
hetta var lættari sagt enn
gjørt undir krígnum.
Tá ið Sanna fyllti 90,
skrivaði Marianna Debes
Dahl m.a. soleiðis um henda
partin av lívssøgu hennara:
“Einaferð hon er í brúdleypi
á Sælandi, frættir hon um
nakrar gýðingar, sum eisini
ætla sær til rýmingar. Hon
ger ikki vandari enn at fara
saman við teimum yvir
um Oyrasund til Svøríkis.
Í Svøríki arbeiðir hon sum
lækni, til hon einaferð slepp
ur við flogfari til Onglands.
Seinni
sleppur
hon
við
troppaskipi
úr
Skotlandi
heim til Føroya. Tað ljóðar so
einfalt, men hetta var mitt
undir seinna heimsbardaga,
tá ið flogfør bumbaðu úr
erva
og
kavbátar
skutu
úr neðra. Og mitt í hesum
rokinum fer hetta lítla, unga
konufólkið bara heimaftur
á oyggjarnar at virka sum
lækni,” (Dimmalætting 1. juli
2005). – Hetta er helst tann
heilt stutta útgávan, og enn
einaferð er sjón fyri søgn
- vit hava við eitt óvanliga
djarvt menniskja at gera.
Komin til Føroya arbeiddi
Sanna fyrst í Klaksvík, men
høvuðsstarv hennara gjørdist
á Landssjúkrahúsinum, har
hon starvaðist á røntgen
deildini.
Sanna varð sett í starv
sum 1. hjálparlækni á Dr.
Alexandrines Hospital frá 1.
apríl 1957, og høvuðsstarvið
varð frá fyrsta degi at fáa
skipað eina røntgendeild.
Hon var við í øllum teimum
mongu broytingunum, sum
fóru fram á Landssjúkra-
húsinum líka til hon fór úr
sínum fasta starvi á heysti
1982.
Hóast nógv var um at
vera bæði heima og til
arbeiðis, fekk Sanna av og
á eisini stundir til at skriva
um tað, hon fekst við. Dømi
um hetta síggja vit í greinum
í Fróðskaparriti, har hon
eitt nú hevur skrivað um
illkynjaðar sjúkur í Føroyum,
um
røntgenarbeiðið
í
Føroyum og um søguna um
nátasjúkuna.
Sanna var ein sjáldsom
kona. Í eini tíð tá ið alt hetta
var óvanligt, varð hon bæði
studentur, lækni og kom
heim mitt undir krígnum.
Tú hoyrdi hana ongantíð
reypa, og ongantíð hoyrdi
tú hana ilskast inn á onnur.
Sum ein starvsfelagi hennara
segði um hana: tað vóru fáar
kvinnur tá á døgum, sum
bæði royktu sigar og lósu
Informatión.
Slóðarin og konubrotið
Sannu Dahl Niclasen var góð
við okkum øll.
Martin Næs
Sanna Dahl Niclasen
1915 - 2011