Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-21, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. november 2011síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 21. november 2011 · Nr. 135 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagin 21. nov. fyllir Sigrid Lilja Jespersen í Pedda við Steingøtu í Havn níti. Helst eru tað mong, ið undrast, at árini eru so mong, tí bærilig er hon. Sigrid hevur havt og hevur so lætt lyndi, at vit næstan mis­unna henni. Ferðug og frísk ferðast hon ímillum okk­um og hevur mestsum eina óskerda lívsorku. ”Eg eri hvørki ein dag eldri ella yngri, enn eg eri!” plagar hon at taka til. Her sipar Sigrid til, at á dópsseðlinum stendur, at hon varð fødd í Klaks­vík 22. nov. 1921, men mamma hennara, Gerda, plagdi at siga: ”Sigrid minn, tu ert fædd 21. nov., dõnsku presturin mistalaði seg!” Sigrid er dóttir Gerdu og Bal­dvin Sigurbjørnson. Hjúnini vóru íslendarar. Bald­vin var ein teirra, ið kom til Klaksvíkar úr Íslandi við Sigurfarinum í 1920. Trongar vóru tíðirnar tá, men í Før­ oyum munandi frægari enn í tjóðini í útnorðri. Um hetta mundið komu fleiri haðani henda vegin fyri at betra sær lívsútlitini. Tá gangararnir undir vøgg­uni hjá Sigrid gingu har norðuri, samtykti løg­ ting­ið ferð eftir ferð at heita á donsku stjórnina um at syrgja fyri, at undir­ vísingarmálið skuldi vera før­ oyskt í Føroyum. Men einki spurdist burturúr. Ikki fyrr enn hon varð konfirmerað, kom samtyktin í gildi! Apropos manntal, - í Før­ oyum búðu tá 21.321 fólk. Vega­gerðir fóru so líðandi fram, - millum Sørvág og Sandavág kom vegasamband, millum Havnina og Kirkjubø, somuleiðis millum bygdir í Eysturoy, Norðstreymoy og Sandoy. Oyggjasamfelagið var í eini menningarfasu. Hjúnini Gerda og Baldvin, sum búsettust í Víkunum, fingu níggju børn. Fýra teirra gjørdust klaksvíkingar burt­ urav, fýra búsettust uttan­ lands og Sigrid, sum blaðung fór til Havnar, gjørdist havn­ ar­kona. Ein serlig hending elvdi til eitt lívlangt vinarlag mill­um tey hjá Jóan Jakku skó­makaranum í Havn og heimið hjá Baldvin. Tað var soleiðis, at samskiftið og ferðamøguleikar tá í tíðini var sera avmarkað. Gerda kemur til Føroya og skal til Klaksvíkar, har maðurin var komin frammanundan. Vegvísarar eingir og ongan kendi hon. Meðan hon situr í Vágsbotni á einum bonki og umhugsar støðuna, kemur Jóan Jakku framvið henni. Tey koma í prát, og hendan dagin er sambandið millum familjuna í Klaksvík og hana í Havn heilt og óskert. Sigrid hevur verið eitt konu­brot, virkin og sterk. Tað, vit kenna hana best fyri, var hennara virkni lutur við alskyns stór og serlig veitsluhald gjøgnum tíðirnar í býnum, alt frá royalum veitslum til tær ítróttarligu og jubileumskendu. Hennara kvika arbeiðslag og fúsa framferð var ikki at koma uttanum. Heitt varð eisini mangan á hana, tá reseptiónir fyri betra slagnum skuldu haldast. Óuppgjørd tók Sigrid fatt og dugdi eisini um somu tíð at stuttleika sær. Tað gekk hond í hond hjá henni, tí hon er ein áhugaverd kona við forvitnisligum lívsroyndum. Hon hevði nógv ár á baki, tá hon enn orkaði og helt seg til. Men tá hon fór at bera seg undan, var tað ikki tí, at hon ikki megnaði, men tí hon tók Jarmund, hjúarfelagan, fram um alt annað, tí hjá honum var heilsan farin at bila. Fyrimyndarliga tók hon hond um hann. Tá hann seinastu árini gjørdist búfólk á Lágargarði, var Sigrid um hann sum nakar. Hon smæddist ikki at taka eina hond í við teimum á Lágargarði, hevur onkur sagt mær. Soleiðis var og er Sigrid, dugir at síggja, hvar ein hond kemur væl við. Sigrid giftist í 1946 við Jar­ mund Jespersen úr Trong­is­ vági. Jarmund var alla sína tíð ein virkin og gløggur maskin­ maður. Tey fingu í 1947 teirra einasta barn, Ingunn, sum við manni og børnum er ein centralur partur av tilveruni hjá Sigrid. Dótturfamiljan er øll búsitandi í býnum og eru nógv um hana. Mangir skúlaungdómar hava búð hjá Sigrid og Jar­ mund gjøgnum tíðirnar. Hetta vóru ung av bygd og onkur í familjuni, ið høvdu vistarhald hjá teimum. Hesi taka mangan til, hvussu ser­liga gott og heimligt tey kendu tað at vera hjá teim­ um. Tað ber ikki annað til ikki at nevna Floy, hundin hjá Sigrid og Jarmund, sum var ein savningardepil í gøtuni. Honum hjúklaðu tey fyri og hann um tey. Men hann var gamal og troyttur av døgum, tá heilsan hjá húsbóndanum fór at ganga undan, og Floy máttu tey skilja seg av við, tung í huga. Sigrid Lilja býr framvegis í hugnaliga heimi sínum í Pedda við Stein gøtu. Tað ætl­ar hon, so leingi hon evnar tað. Hennara positiva med­ferð ger sítt til, at aldur er ein viðfáningur í hennara verð. Vælklødd og vøkur við dagførdari frisýru ert tú ein fragd fyri eygað. Treyðugt so hevur okkurt heilsuligt nos verið, men tað er tíbetur vent aftur til bros. Dagliga situr Sigrid við stokkum. Hon bindir til illa stødd børn á barnaheimum úti í heimi. Tá samstarvar hon við Tilhaldið í Tórsgøtu. Sigrid er rúmlig og heldur seg ikki undan at halda dagin úti á Landavegnum í Odd Fellow húsunum mánadagin frá 16 til 20. Familjukær hevur Sigrid verið. Familjan í Klaksvík hevur altíð havt sítt serliga pláss hjá henni heilt til dagin í dag. Herfyri var hon har norðuri og fylgdi bróður­ soni til gravar. Tað skal serlig orka til ferðing, tá árini eru so mong. Hóast hon í skjótt áttati ár hevur verið ein heilstoypt havnarmynd, tos­ar hon kortini sítt góða, greiða klaks­víks­mál. Gott Sigrid! Góða Sigrid, frá okkum niðanfyri sendast bestu føð­ingardagsheilsanir við ynskj­um um heilsuberandi ár framyvir. Tað munar at hava grannalagið umboðað við tíni myndugu framferð. Hóast væl við aldur, megnar tú altíð at ganga um stór sum smá, ung sum eldri. Tað er ein ordans dygd. Vit ynskja tær hjartaliga til lukku, góða Sigrid. Poulina Slættanes Klaksvíkingur í Havn XC ár Tann 17. november andaðist Eyðfinnur Stefansson, 52 ára gamal. Ein logi á leiðini slókn­aði, ein trúgvur vinur og virdur starvsfelagi. Sakn­ aður verður hann, vit­andi og hjálpsamur, onga­tíð ráða­ leysur, skarpur í hug­sjónum, bjartur í huga við hugvekjandi menniskjansligum medviti. Eyðfinnur fór í 1980 í læru sum konservator á Før­oya Náttúrugripasavni, sum tá var stjórnað av tí navn­frama Jóannes Ras­ mussen, jarðfrøðingi, og har hevur hann starvast síðani. Lærumeistarin í kon­serverings­fakinum var Kristian Meitil, ein annar undan­gongu­maður í føroyska savns­heiminum, og lagnan vildi, at hann og Eyðfinnur báðir skuldu fara hiðani dag um dag. Gjøgnum konserveringsfakið miðlaðu teir føroyska náttúru, gjørdu framsýningar um plantur og dýr, rotaðu og settu saman beinagrindir, eftirgjørdu fisk­ar, útstappaðu fuglar og mangt annað, og skaptu soleiðis læringarumhvørvi, sum eggjaðu og gleddu, ser­ liga skúlabørn, ið vitjaðu á Náttúrugripasavninum. Náttúran var fremsti leikvøllur Eyðfinnar. Alskurin birtist á ungum árum, fyrst í fjøruni úti við Strond og seinni sum skóti hjá teimum gulu, har leiðirnar gingu um hægstu tindar. Í náttúruumsiting landsins átti Eyðfinnur sín part og var álitið, tá Náttúrugripasavnið í millumtjóða samstarvi fór undir kanningar av grindahvali. Hann var tikin úr leikum, tá tað snúði seg um vitan um, hvussu verkligi parturin av vísindaligum feltarbeiði best fekst frá hondini, og hann var álitið í arbeiðinum at merkja hval og kóp í føroyskum sjóøki. Við snildargávum sínum fann hann uppá arbeiðshættir, har eingir arbeiðshættir vóru frammanundan. Tað var hann virdur fyri, bæði her og millum samstarvsfelagar uttanlands. Lætt verður tað ikki at útfylla leiklut hansara í hesi sera týdningarmiklu uppgávu, har málið er at menna vitan um náttúru og varðveita rættindi í samstarvi okkara við onnur lond um náttúruríkidømi. Náttúran merkti eisini frí­tíðarlív hansara. Honum dámdi at veiða, og eins og veiðimenn eru, dámdi honum at kappast. Ein túrur í fjørðin við snøri var hugaligt, og at draga gylt var gott; men best var, tá árstíðin var til byrsuna og svartfuglur og skarvur kundi veiðast. Sjón hevði hann sum fáur og dugdi at skyna á sløgum í knappari vending – ein veiðimaður av Guds náði, sum tað var ein frægd at eygleiða í verki. Men allarbest var harutíðin, sum hann á hvørjum ári neyt saman við vinmonnunum í haruhøgunum á Eiði. Eyðfinnur var havnar­mað­ ur, sonur Jákup Stefansson, timburmeistara, og Jacobinu, sum er ættað av Eiði. Hann var yngstur av 4 brøðrum. Í 1987 fann hann saman við Jónhild Johannessen, og í 1990 settu tey búgv Millum Gilja í Hoyvík. Saman bygdu tey eitt hugnaligt heim, har grannar javnan koma á gátt og kenna seg væl. Vitandi, prátingarsamur, blíður og trúgvur, soleiðis var hann, og soleiðis er hann virdur av øllum, sum áttu hann sum vin. Góða Jónhild og góða Jacobina við familju, Gud gevið tykkum styrki í sakn­ inum. Ærað verið minnið um góða vin og starvsfelaga okk­ ara, Eyðfinn Stefansson. am Minningarorð um Eyðfinn Stefansson