mánadagur 21. november 2011síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 21. november 2011 · Nr. 135
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Setur tú kós vesturyvir, frá
tunnilsmunnanum
Trong
isvágsmegin, ert tú 10 min.
seinni hjá kikara, sum gevur
tær eitt ógloymandi útsýni
vestur í hav og norður í røkur
Hvalbinga. Í suðri hómar
tú hús í Fámjin, og tú sært
niður
í
Trongisvágsbotn,
eina náttúrperlu, sum alt ov
fá vita um.
Gongur tú so framvið røð
ini, frá kikaranum og oman
móti Botni, sært tú m.a.,
um tú kagar útav, økið, ið
verður kallað »undir soyði«.
Hesar røkur, ið tykast hanga
har av berum vana, eru eitt
eldorado fyri teir servandu
seyðir, ið hava valt staðið
sum teirra búpláss. Kvikir og
fimir klatra teir runt og halda
avstað eftir smølu rásunum,
inn á loynistíggir ella út í
frælsi, so skjótt teir kenna á
sær, at maður nærkast.
Á fjalli í Suðri
Miðan oktobur róku vit í
Botni. Eg varð biðin fara
»undir soyði«, kanska var
eydnan við mær, so eg fekk
fong upp við. Eg gleddist yvir
hetta óvæntaða høvið at
sleppa vesturum, í økir, sum
mær hevur untst at kenna
nærum síðani eg dugdi at
ganga.
Og væl gekst, bæði undir
soyði og á rókini undir soyði,
har 7 seyðir, herav 3 veður
lomb, royndu at skáka sær
undan. Men upp komu tey, tó
treyðugt, væl stýrd av teim
um báðum, ið vardu uppi á.
Seinni um dagin noyddist
eg norðurum við Smyrli,
valstríðið var í hæddini, til
Havnar at fundast.
Til samgongusam
ráðingar í Havn
Knappan
mánað
seinni
stríddust vit aftur, tíverri
ikki á rókunum »undir soyði«,
men á Gamla Apoteki í Havn,
hesaferð m.a. um viðurskiftini
á lívsins fíggjarligu rókum.
Vit vóru fýra, við hópum
av sekundantum uttanfyri,
tilreiðar at hjálpa. Ikki var
bratt, heldur slætt og flatt,
ov flatt tókti mær.
Sum so mangan áður
varð vitjað á niðastu rókum,
hugurin at fara inn á ovastu
røkurnar, har annnars nógv
bestu miðini eru, var eingin,
týðuligt var, at dirvið enn
einaferð bilaði. Men tøkk fái
Kaj, sum, tá á stóð, vísti dirvi
og kom við. Eg vildi ynskt, at
túrurin harinni varð longri,
so fongurin gjørdist størri
enn tey ávíkavist 5 og 10 pro
centini, sum flati gjørdist
sosialari, men hetta var ein
góð byrjan. Næsta royndin
miseydnaðist
tíverri,
um
reppið, at vit endaðu útav
eggini, men tað er nú ein
partur av tí at tora at vága.
Eg vænti fleiri
túrar inn á røkur
Hesir vóru fyrstu og higartil
einastu túrar okra, men eg
vænti fleiri framyvir, saman
við Kaj og øðrum, ið tora!
Hjá mær og mínum skal ikki
standa á. Væl kunnu teir
verða okkum fyriuttan, velja
lættastu loysnina og halda á
at grulva á niðastu rókum.
Men eg havi varhugan av,
at Kaj hevur dirvi og fer at
koma við aftur, hagar eingin
annar higartil hevur bjóðað
honum! Um tað enn kann øra
fyri tær og tykjast ræðandi,
so kenst tað væl, tá tú veit, at
tú gert tað rætta.
Um endaliga úrslitið er
annars ov tíðliga at siga frá.
Best man verða, nú ferðin so
dánt er byrjað, at taka til sín
ráðini úr kendari bók: »dømið
tí einki fyri tíðina«. Eg vænti,
at tíðin enn einaferð fer at
prógva, at eins neyðugt tað
er at verja niðastu røkurnar,
eins neyðugt er at tora inn
á tær ovastu fyri at finna
og brúka til felags gagn tað
ríkidømið, hesar rúma.
Samanumtikið, so er støð
an m.a., at:
Miðflokkurin,
í
stutta
samgonguskeiðinum higar
til, hevur bøtt um lítið huga
liga flatskattin við at minka
um lættan hjá hægstu inn
tøkunum - og við at verða við
til at hækka botnfrádráttin.
Mótsatt tí, ið m.a. javn
aðarmenn (sum óttast fyri
at hava mist einarættin til
samstarv við fólkaflokkin)
siga, so er eingin eykaskattur
álagdur lægri inntøkum.
Miðflokkurin
fer
enn
sum áður at rætta teimum
hond, sum vilja verða við til
at verja tey, sum verju tørva
og hjálp treingja, uttan mun
til hvørjum rókum hesi bú
leikast á.
Varð Miðflokkurin rýmd
ur úr samgonguni, so helt
hendan tó fram við sínum
seytjan tinglimum
Við Kaj á ovastu rókum
Jenis av Rana
Formaður Miðfloksins
Kjak
Føroyskur flatskattur - donsk lántøka
Eg taki ikki undir við, at danir skulu læna pengar, so samgongan kann fíggja sín flatskatt.
Og eg giti, at hetta verður trupult at fáa semju um. Men sum føroyskur fólkatingsmaður
má eg virða tær avtalur, sum landsstýrið ger við donsku stjórnina
Eftir eitt innslag í Degi og
Viku
fríggjakvøldið
hava
fleiri havt at mær, tí eg ætli
at atkvøða fyri eini semju
millum
landsstýrið
og
donsku stjórnina um hægri
blokk, um henda semja verð
ur partur av donsku fíggjar
lógini.
Eg skal tí greiða frá or
søkini:
Javnaðarflokkurin segði
púra greitt í valstríðnum, at
vit IKKI ætlaðu at draga før
oyskan partapolitikk niður
á Christiansborg. Hinvegin
lovaðu vit, at vit í okkara
virki á Fólkatingi skuldu
virða tann meirilutan, sum
situr í Føroyum.
Nú hendi tíverri tað eftir
løgtingsvalið,
at
Føroyar
fingu mest reaktioneru sam
gongu, vit nakrantíð hava
havt. Tað haldi eg sjálvsagt
sera lítið um.
Men í mínum starvi á
fólkatingi má eg kortini virða
henda veruleika. Eg kann
ikki gjøgnum fólkatingið
fara í víggj ímóti tí demo
kratiska
meirilutanum
í
Føroyum. Okkara innlendis
partapolitiska stríð skal eftir
mínum tykki førast í Før
oyum - ikki í Danmark.
Partur av fíggjarlógini
Annars er at siga, at ein
møgulig semja um hægri
blokk IKKI kemur til at
kvøðugreiðslu fyri seg. Semj
an kemur einans í fólka
tingssalin sum ein partur
av donsku fíggjarlógini. Eg
hevði sostatt bara kunnað
atkvøtt ímóti við at atkvøtt
ímóti allari fíggjarlógini.
Og tað hevði absolutt ong
an mun gjørt. Tað er vanligt
í Danmark, at fíggjarlógin
verður samtykt við sera
stórum meiriluta. Tvs. at tá
samráðingarnar eru lidnar,
so virða øll úrslitið. Eisini tey,
sum sita í minniluta. Og tað
er longu greitt, at Venstre fer
at stemma fyri hesaferð.
Eg stemmi eisini fyri
donsku fíggjarlógini. Tað geri
eg m.a. fyri at virða úrslitið
av teimum tingingum, sum
eg sjálvur havi við danskar
ráðharrar - m.a. um ætlaðu
sparingarnar innan løgregl
una í Føroyum.
Men eg geri tað eisini fyri
at virða úrslitið av teimum
samráðingum, sum verða
millum Danmark og Føroyar
um blokkin. Tað haldi eg, at
eg sum føroyskt fólkatings
umboð eigi at gera.
Eg sigi sjálvsagt eisini - á
røttum stað - mína erligu
meining um ætlanina at
hækka blokkin. Men eg geri
samstundis púra greitt, at
hetta er eitt mál millum
landsstýrið og donsku stjórn
ina.
Føroyskur flatskattur
- donsk lántøka
Sum Søren Espersen segði
í útvarpinum í gjár, er helst
undirtøka í Danmark fyri at
tiðna blokkin.
Men um tað fer at eydnast
landsstýrinum at HÆKKA
blokkin, er helst ivasamt.
Fastfrystingin byggir jú
á avtalur, sum eru gjørdar
á hvørjum ári í eini níggju
ár. Eitt samt løgting hevur í
flestu førum staðið aftanfyri.
At uppsiga slíkar avtalur við
afturvirkandi kraft er sera
óvanligt - og ið hvussu er
hevur landsstýrið ikki krav
uppá nakað.
Danski
fíggjarmálaráð
harrin kann heldur ikki bara
taka nærum 200 milliónir úr
statskassanum. Hann er jú
skralltómur. Pengarnir mugu
lænast.
Undir slíkum umstøðum
er ikki ósannlíkt, at danska
stjórnin fer at hyggja at, hvat
pengarnir skulu brúkast til.
Og so er spurningurin, um
hon vil fíggja føroyskan flat
skatt við danskari lántøku...
Eg veit tað ikki. Og tað
er ikki mítt borð. Eg kann
bara hugsa mær, at sam
ráðingarnar verða truplar.
Men uttan mun til hvat
úrslitið verður, hevði tað
verið púra skeivt av mær sum
føroyskum fólkatingsmanni
at atkvøtt ímóti eini avtalu,
sum Føroya Landsstýri ger.
Sjúrður Skaale