mánadagur 21. november 2011síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 21. november 2011 · Nr. 135
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Framsókn fekk eitt gott løg
tingsval. Tað takka vit fyri.
Framsóknarhugsjónin vann
tó sum heild ongan sigur.
Veljarin valdi eitt meira
afturhaldssinnað
løgting,
enn vit høvdu vónað. Vit
taka veljarans avgerð til eft
irtektar og vóna, at hugsjón
okkara sum frálíður vinnur
størri frama. Tað, sum hin
vegin skelkar okkum, er
hvussu langt út í afturhaldið,
teir fýra samgonguflokkarnir
nú trýsta Føroyar og føroy
ingar.
Eitt er at kuta eina tá og
høgga ein hæl fyri at fáa eitt
samstarv. Annað er – tvørtur
um eitt vikuskifti – at sleppa
grundleggjandi prinsippum
fyri at sleppa framat valdin
um. Eftir okkara tykki niðra
flokkarnir ikki bara seg
sjálvar, men allar føroyingar.
Hetta ynskti Framsókn ikki
at gera, og vit vrakaðu tí
tann ultra-konservativa og
lítið uppbyggiliga leistin fyri
samráðingunum.
Við støði í okkara virðis
grundarlagi, sum fevnir um
persónligt frælsi, vinnuligt
frælsi
og
tjóðskaparligt
frælsi, fara vit niðanfyri at
greiða frá okkara meining
um
grundarlagið
undir
nýggju samgonguni og frá
tí leikluti, vit ætla at spæla
sum konstruktiv andstøða.
Ríkisrættarliga støðan
Framsókn metir nýggju polit
isku linjuna í ríkisrættarliga
spurninginum at vera lítið
virðiliga. Politisku flokkarnir
hava í nógv ár samstarvað
væl og konstruktivt um
eina nýggja stjórnarskipan,
sum kundi havt savnað
allar føroyingar kring prin
sippið um, at alt valdið í Før-
oyum liggur hjá føroyska
fólkinum. Nú úrslitið av
hesum arbeiðinum liggur
klárt til samtyktar, hava teir
fýra
afturhaldsflokkarnir
kveistrað tað til viks. Alt vald
í Føroyum skal heldur liggja
hjá danska ríkinum, sum so
kann útveita partar av tí til
føroyska fólkið. Hetta er ikki
í tráð vil viljan hjá einum
meiriluta av føroyingum.
Ríkisveitingin
Fyrsta átakið hjá nýggju sam
gonguni er at bidda meira av
peningi frá tí danska skatt
gjaldaranum, sum stríðist
við eitt dupult so høgt al
ment hall sum tann før
oyski. Hendan skommin varð
enntá útbasunerað til danir
av fólkatingsins røðarapalli,
áðrenn vanligi føroyingurin
fekk hana kunngjørda frá
sínum egnu fólkavaldu. Eitt
er, at hendan biddaragongdin
er í beinleiðis andsøgn til
bæði ynskini og sjálvsvirð
ingina hjá einum meiriluta
av Føroya fólki. Annað er, at
hon kann gerast beinleiðis
skaðilig fyri arbeiðið fyri ein
um sjálvberandi føroyskum
búskapi, tí hon tekur fokus
burtur frá at fremja tær
nýskipanir í bæði tí almenna
og vinnulívinum, sum eru
lívsneyðugar. Tað einasta
rætta hevði verið, at arbeiðið
fyri einum sunnum búskapi
byrjaði heima hjá okkum
sjálvum.
Høvuðsvinnan
Eftir
at
ávísir
politiskir
flokkar hava fyrisitið fiski
vinnuna í nógv ár, hava
bæði Vinnuhúsið og onnur
í álvarsomum vendingum
rópt
varskó
og
inniliga
biðið um nýskipanir í fiski
vinnupolitikkinum
við
tí
endamáli at fáa ”skil á” hesa
vinnuna, so hon bæði kann
yvirliva og vinna pening. Mett
verður, at bara royndirnar
eftir toski og hýsu kunnu
geva eina hálva milliard
krónur meira um árið, verður
vinnan fyrisitin lívfrøðiliga
og búskaparliga betur. Nú
halda somu flokkar fram við
at fyrisita vinnuna, og eftir tí,
sum frættist, uttan at broyta
fyrisitingina munandi. Vandi
er fyri, at botnfiskavinnan
framhaldandi
verður
ein
sosial skipan heldur enn ein
handilslig vinna.
Tað skilst eisini, at ein
skipan, sum tryggjar tí al
menna stórar upphæddir
burtur úr nýggjum uppi
sjóvarrættindum, ið eingin
okkara átti frammaundan,
eisini
skal
verða
slept.
Eitt sunt og ikki køvandi
tilgeingisgjald
skal,
sum
skilst, broytast til okkurt slag
av eykaskatti frá teimum
vinnufyritøkum, sum hava
størsta yvirskotið. Eitt er, at
tey, sum best duga at røkja
rættindini á handilsligan
hátt, soleiðis skulu ”revsast”.
Annað er, at ein tílík skipan
lættliga kann føra til, at
kønir bókhaldarar – m.a. hjá
útlendskum kapitaleigarum
– leggja vinningin hjá eini
”multinationalari” konsern í
øðrum landi enn í Føroyum.
Tað er ikki trupult at síggja,
at taparar í øllum hesum
gerast tey, sum eiga fiskin í
havinum, nevniliga Føroya
fólk.
”Etisk” mál
Av einihvørjari orsøk sleppa
summir minnilutar at forða
fyri, at nøkur politisk mál
kunnu fáa vanliga demo
kratiska viðgerð við tilvísing
til, at hesi mál eru etisk. Sum
um, at øll politisk mál ikki eru
tað. Tíverri snúgva hesi mál
seg viðhvørt um persónliga
frælsið hjá nøkrum av okk
ara meðborgarum. Tað er
hugstoytt, at tað framvegis
er so í 2011, at mál, ið umfata
persónligt frælsi, ikki kunnu
fáa eina demokratiska viðgerð
ella kunnu verða samtykt
í løgtinginum orsakað av
einum frammanundan avtal
aðum veto. Hetta eigur eftir
okkara tykki ikki at kunna
henda innast í einum nútíðar
fólkaræði.
Lívsneyðugar
nýskipanir
Undan valinum tóktist tað
at standa teimum flestu
greitt, at tað er avgerandi
neyðugt at fara undir grund
leggjandi nýskipanir av før
oyska samfelagnum. Bæði
fyri at fáa bilbukt við tí risa
vøkstrinum, sum seinastu 10
árini hevur verið í almennu
útreiðslunum, og fyri at fáa
munandi meira burturúr
bæði náttúrutilfeinginum og
tí menniskjaliga tilfeinginum
– til gagns fyri bæði vinnuna
og alt samfelagið.
Tílíkir
reformar
eru
harðir at fremja og krevja
tí breiða semjur, sum eisini
røkka langt, tvs. tvørtur um
fleiri valskeið. Tær fyrstu
royndirnar at gera tílíkar
semjur vórðu gjørdar millum
Sambandsflokkin, Tjóðveldi,
Javnaðarflokkin og Fram
sókn, tá Fólkaflokkurin í vár
fór
burturúr
landsstýris
samgonguni. Teirri fyrstu
semjuni varð tó ikki langt
lív lagað. Løgmaður, sum í
vár fekk dyggan stuðul frá
flokkum, sum saktans kundu
havt felt hann, vendi ”lang
tíðar”-semjuni bakið, so títt
og knapt, hann aftur hevði
parlamentariskan møguleika
fyri tí.
Skatturin
Í Framsókn fegnast vit um, at
nýggja samgongan er samd
við okkum um, at skatta
trýstið í Føroyum er køvandi,
serliga at lønarskatturin er
alt ov høgur. Vit høvdu tó
ynskt okkum, at samgongan
hugsaði munandi meira um
føroysku barnafamiljurnar
í skattapolitikki sínum. Tá
Framsókn herfyri legði fram
sín skattapolitikk, nevndu
vit hann ’Ein kappingar
førur skattur’. Vit sipaðu
til, at Føroyar mugu gerast
førar fyri at kappast við
grannalondini um barna
familjurnar, sum eru okkara
einasta framtíð.
Skattapolitikkur okkara
hevði tvey endamál: Við eini
kombinatión av skattalætta
og progressivum barnakekki
miðaðu vit eftir at geva teim
um betri kor, sum veruliga
høvdu tey mest fyri neyðini.
Samstundis hevði hetta stuðl
að væl undir at fáa meira ferð
á landsbúskapin, tí pengarnir
høvdu beinanvegin komið
í umfar. Barnafamiljurnar
hava brúk fyri at nýta peng
arnar. Vandi er fyri, at tey,
sum nú fáa mest burturúr
”flat-skattinum” eru tey, sum
longu frammanundan hava
mest eftir á konto, og at ein
partur av lættanum tí endar
á bankabók heldur enn í bú
skapinum.
Framsókn í andstøðu
Í Framsókn vistu vit sjálv
andi væl, at vit ikki fóru at
fáa alt okkara við í eitt sam
gongusamstarv. Vit vóru til
reiðar at gera semjur fyri at
fáa sum frægast burturúr til
tess at gera Føroyar til eitt so
frælslynt og tíðarhóskandi
samfelag, sum tilber. Men
hesar semjur skuldu tó peika
frameftir og uppeftir, ikki
aftureftir og niðureftir.
Hóast vit ikki kunnu
verða partur av tí afturhalds
politikki, sum samgongan
umboðar, fara vit sjálvandi
at virka konstruktivt í and
støðu. Tað skylda vit bæði
veljarum okkara og øllum
føroyingum. Vit fara at stuðla
øllum átøkum, sum
- gera tað lættari og meira
lokkandi at búgva og virka
í einum sjálvbjargnum,
frælslyntum og tíðarhósk-
andi Føroyum
- fremja lívsneyðugar ný
skipanir av samfelagnum
- elva til eina meira kapp
ingarføra skattaskipan
- birta eitt meira dynamiskt
samfelag
- skapa ein støðugan bú
skaparvøkstur, byggjandi
á føroyskan mátt og megi
- leggja grundina undir eina
handilsliga fiskivinnu eins
og nýggjar vinnur
- menna føroyingar sum
eitt framkomið fólk.
Aftureftir/niðureftir heldur enn frameftir/uppeftir
FRAMSÓKN - Tingmanningin, valevnini og nevndin
MIKUKVØLDIÐ
23. NOV. KL. 19.00
ØLL ERU HJARTALIGA
VÆLKOMIN!
1
9
8
9
-
2
0
1
1
Mikukvøldið 23. nov. kl. 19.00 verður fyrilestur í Starvsmannafelagshúsinum,
J.H. Schrøtersgøta 9. Fyrilestrarhaldari verður Bjarki á Rógvi Hansen, neurologur.
FYRILESTUR
EVNINI HESAFERÐ VERÐA:
• Vandar í sambandi við epilepsi.
• Verja og ovurverja av børnum og ungum við epilepsi.
• Sjúkrahúsið Filadelfia í Dianalund.
Aftaná fyrilesturin verður hugnaløta við kaffi, køkum, rís a la mande og øðrum.
Tiltakið er ókeypis, og vóna vit undirtøkan verður góð.
Við ynskjum um eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár.
Epileptikarafelag Føroyar varð stovnað
í 1989 og hevur til enda máls at upp lýsa
um epilepsi.
Hevur tú spurningar ert tú altíð væl-
komin at seta teg í samband við okk um
á tlf. 263078 ella á randfrid@olivant.fo