mikudagur 23. november 2011síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 23. november 2011 · Nr. 136
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Randi Jacobsen
Ein av fleiri hundrað før
oyingum, sum ikki skrivaði
vinningin á sjálvuppgávuna,
tá ið hann seldi partabrøv í
2007, er sørvingurin Eivind
Jacobsen.
Øll hesi fólk fingu boð frá
Taks um at senda inn rættaða
sjálvuppgávu, og hóast tey
gjørdu hetta, fekk ein stórur
partur ætlanarskriv um bót
frá Taks.
Summi, sum fingu lítla
bót, rindaðu bótina, men eini
100 fólk góðtóku ikki bótina,
og fleiri mál vórðu tí send
rættinum.
Trý
fólk
eru
higartil
dømd sek í ikki at hava givið
rætta inntøku upp “í grovum
ósketni”.
Í dag skuldi Eivind Jacob
sen í rættin fyri tað sama. Í
ætlanarskrivinum varð bótin
ásett til 25.000 krónur.
Í hinum trimum førunum
lækkaði rætturin bótina nið
ur í ein triðing.
Vardur av órini
Málið hjá Eivindi Jacobsen
var eitt sindur øðrvísi, tí síð
an stevningin kom, er Eivind
Jacobsen vorðin tingmaður,
og løgtingslimir eru vardir
av órini. Fyri at kunna ákæra
ein løgtingslim, má løgtingið
fyrst taka órinið frá honum.
Men so nógv roks tímdi
ákæruvaldið ikki at gera
burtur úr einum so lítlum
máli, og semja varð tí gjørd
um, at Eivind Jacobsen skal
rinda 8.000 krónur í bót. Tað
góðtók hann.
Tað varð gjørt við støði
í dómunum, sum hini trý
fólkini fingu. Teirra bót fór
eisini niður í ein triðing.
Nýggi løgtingsmaðurin Eivind Jacobsen skuldi í rættin í dag, tí hann
ikki vil gjalda eina skattabót, men málið varð avgreitt við eini bót.
Løgtingsmaður fingið
bót fyri skattasvik
Randi Jacobsen
Landslæknin ger regluliga
ófráboðaðar vitjanir á ellis-
og røktarheimunum, og í
frágreiðingunum frá hesum
vitjanum í ár, var viðmerkt,
um heimini fylgdu almennu
kosttilráðingunum ella ikki.
Summi heim søgdu, at
tey høvdu grind og spik sum
døgurðamat, og tey heimini
fingu hesa viðmerking:
- Opmærksomheden hen
ledes på, at grind kan være
uegnet
som
menneska
føde, og bostedet bør derfor
overveje om det er hensigts
mæssigt at servere dette for
beboerne.
Akta ikki
Men henda óbeinleiðis átala,
rein ikki við allastaðni.
Sosialurin hevur spurt seg
fyri á ellis- og røktarheimum
og eldrasambýlum, og á teim
um flestu heimunum fáa tey
gomlu grind av og á.
Summi heim tora ikki at
siga tað alment, at tey borð
reiða við grind, og okkurt
heim er so nýtt, at spurn
ingurin um at eta grind ong
antíð hevur verið uppi og
vent.
– Vit hava havt grind til
døgurða, men nú er langt
síðan, at nøkur grind hevur
verið her. Tá ið grind kemur
aftur, vænti eg, at tey fara at
fáa grind, sigur Elspa Lützen,
leiðari á Norðoya Ellis- og
Røktarheimi.
Hon er eisini leiðari fyri
sambýlini í Klaksvík.
– Eg vænti eisini, at
kemur ein grind, fara tey
at biðja um at fáa grind til
døgurða, og tað kunnu vit
ikki nokta teimum, sigur
Elspa Lützen.
Mørkin aktar
Á røktarheiminum á Mørkini
í Streymnesi fáa búfólkini
ikki grind.
– Sum útgangsstøði fylgja
vit almennu tilráðinini, men
tað kann vera, at vit fara at
endurskoða tað, sigur øko
noman Rikka Joensen.
Hon viðgongur, at tey
gomlu vóru hørm, tá ið tey
fingu at vita, at tey ikki fingu
grind aftur.
Annars hava tey ta skipan,
at um onkur avvarðandi kem
ur við grind, kunnu búfólkini
velja, um tey vilja hava grind
ella annan mat. Men tá er tað
so ikki heimið, sum bjóðar.
Eldrasambýlið hevur nak
að av tvøsti í boksini, og eina
ferð um mánaðin verður
borðreitt við stoktum tvøsti.
Øll troysta sær kki líka væl
hendan mat, tí tey eru so
gomul, og tí verður lítið etið
teir dagarnar.
Mamy
Dahl
Sørensen
er leiðari fyri trý sambýli í
Suðurstreymoy.
– Á hesum heimum eta
vit grind, men ikki so ofta.
Fólkunum dámar at fáa ein
grindabita av og á. Vit eta
allan føroyskan vanligan
mat, sum hesi fólkini hava
etið alt lívið. Einki við at
kroysta aðrar matvanar nið
ur yvir tey.
Veitslumatur
Á
Eysturoyar
Ellis-
og
Røktarheimi hava tey heldur
einki ímóti at eta grind.
– Jú, vit gera tað. Hesi fólk
ini hava altíð etið grind, og
fyri tey er tað veitslumatur,
sigur Sigrun Arnoldsen, leið
ari á heiminum.
Hon heldur, at ungar
kvinnur kanska kunnu lata
vera við at eta grind og spik,
men hon dugir ikki at síggja
nakra orsøk til, at gomul fólk,
sum eitt langt lív hava etið
grind, nú skulu gevast við tí.
Hóast landslæknin hevur mælt frá, verður á fleiri eldraheimum í landinum borðreitt av
og á við grind og spik. Tey gomlu eru von við at eta grind, siga nøkur ellisheim
Eta grind á ellisheimum
Eivind Jacobsen slapp sum løgtingsmaður frá at fara í rættin
grind
Teimum gomlu dámar væl
at fáa ein grindabita. Tey
hava etið grind alt lívið og
vilja halda fram við tí