mikudagur 23. november 2011síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mikudagur 23. november 2011 · Nr. 136
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Talan er um teir báðar Garð
ar Cortes og Robert Sund,
sum eru væl dámdir ávika
vist sum sangari og sum
pianistur
og
kórleiðari:
Fyrrnevndi er kendur tenor-
sangari bæði í Íslandi og úti í
heimi, og seinni nevndi bæði
syngur, spælir, skipar, skrivar
og framførir tónleik.
Báðir hava teir tann fyri
munin, at kenna væl til før
oysk sangviðurskifti. Teir
hava báðir verið her sum
gestaleiðarar á føroyskum
kórstevnum.
Nú koma teir higar við
eini sangskrá ið ber heitið
”Christmas Music”, og er
bygd upp um kend og minni
kend jólaløg úr so ymiskum
londum sum Englandi, USA,
Íslandi og Svøríki.
Fyrsta konsertin verð
ur fríggjakvøldið í Musikk
skúlanum í Sørvági. Henda
konsertin byrjar klokkan 20.
Onnur konsertin verður
í Kollafjarðar skúla leygar
dagin klokkan 17, og triðja og
seinasta konsertin verður í
Læraraskúlahøllini í Havn
sunnudagin klokkan 17.
- Hetta eru konsertir, sum
fólk snøgt sagt bara mugu
fara til, sigur kendi føroyski
kórmaðurin, Ólavur Hátun,
sum eisini hevur lagt kon
sertvitjanina til rættis.
snorri@sosialurin.fo
Ynskir tú at útbúgva teg innan KT?
NÚ hevur tú møguleikan, tí í januar 2012 byrjar nýggjur
flokkur á Teldu Støðinga Útbúgvingini – TSÚ
Hvat er TSÚ?
TSÚ er ein vinnurættað hægri útbúgving í KT, sum tekur 2½ ár.
Endamálið við útbúgvingini er at førleikamenna teg til sjálvstøðugt og í verkætlanum at
loysa tær mongu uppgávurnar, sum knýta seg til KT.
Sum lesandi hevur tú møguleika at mynda útbúgvingina í mun til áhugamál tíni,
millum annað tí tú á útbúgvingini
-
hevur møguleika at gera fleiri spennandi verkætlanir
-
hevur vallærugreinir, sum kunnu myndast í mun til ynskir og tørv hjá lesandi
-
fer í praktikk á KT virki ella virki, sum hevur størri KT skipan
-
ger høvuðsuppgávu, har tú í verki kann nýta tað, sum tú hevur lært á útbúgvingini
Hvat ger ein útbúgvin teldustøðingur?
Sum TSÚ´ari verður tú før/ur fyri at greina, gera ætlanir og verkseta loysnir, sum snúgva seg
um menning og samskipan av KT-skipanum hjá privatum virkjum og almennum stovnum.
Fleiri teldustøðingar velja at fara í starv beinan vegin og starvast teir t.d. á størri og smærri
KT virkjum ella við KT umsiting og menning á øðrum virkjum og stovnum. Dømi um størv,
sum TSÚ´arar hava, eru KT mennari, Netumsitari og Forritari.
Góðir møguleikar eru eisini fyri framhaldandi lestri til eitt nú bachelor í KT verkfrøði á
Fróð skaparsetur Føroya ella bachelor í web ella gaming á hægri donskum lærustovnum.
Fram haldandi lestur til bachelor tekur millum 1–1½ ár.
Hví velja TSÚ?
-
TSÚ gevur beinleiðis vinnuførleika – nógvir TSÚ´arar fara beinleiðis í starv í KT vinnuni
-
TSÚ gevur atgongd til framhaldandi lestur á øðrum hægri útbúgvingum
-
TSÚ er lagað til føroysk viðurskifti í undirvísing og verkætlanum, og eitt greitt mál
á útbúgvingini er, at ástøði og tað verkliga skulu sameinast.
Hvussu kann eg koma á útbúgvingina?
Nýggjur flokkur á TSÚ byrjar í januar 2012. Umsóknarfreistin er 1. desember 2011.
Á heimasíðu okkara www.fh.fo er umsóknarblað.
Hvar kann eg frætta meiri?
Á heimasíðu okkara, www.fh.fo er kunning um útbúgvingina, upptøkutreytir v.m. Tú kann
eisini venda tær til skúlan á teldupost hsh@hsh.fo ella við at ringja á skúlan, tlf. 317177.
Nýggjur floKKur
á TSÚ í jaNuar 2012
Marknagilsvegur 77 | Postsmoga 177 | 110 Tórshavn
Tlf. +298317177 | Fax 313374 | www.fh.fo
TSÚ fevnir um 4 høvuðsøki:
Forritan
har tú lærir um ymiskt innan software, t.d. forritanarmál og dátugrunnar
Tøkni
har tú lærir um hardware, sum software skal virka á og í, t.d. netverk og stýrisskipanir
Systemmenning
har tú lærir um, hvussu vit skipa arbeiði við at gera og menna KT, t.d. KT-amboð, greining
og verkætlanarstýring
Virkið
har tú lærir at skilja umstøðurnar, sum KT skipanir skulu virka í, eitt nú fyriskipan, búskapar -
stýring, KT trygd og ERP skipanir
Hartil koma eisini …
Vallærugreinir
har tú hevur møguleika at arbeiða við øki innan KT, ið hava júst tín áhuga
Praktikk
har tú arbeiðir við praktiskari verkætlan á einum virki ella stovni
Høvuðsuppgávan
har tú arbeiðir við ítøkiligari verkætlan á einum virki ella stovni og har tú skal sameina ástøði
og tað verkliga, sum tú hevur lært gjøgnum útbúgvingina
TSÚ er skipað sum fulltíðarlestur í 2½ ár. Útbúgvingin telur 150 ECTS og verður meginparturin av útbúgvingini góð-
skrivað, um lesandi søkja inn á bachelor í KT.
Spennandi
konsertir um
vikuskiftið
Tað verða kend andlit og kendir úrmælingar innan
sang og tónleik, ið fara at halda ikki færri enn
tríggjar konsertir kring landið hetta vikuskiftið