Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. november 2011síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. november 2011 · Nr. 136 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tann ónda lagnan NÝGGJ SKALDSØGA Hervilig sjúkralega, virkin deyðshjálp og kærleiki. Tað eru evnini, sum 23 ára gamli Hanus Samró tekur til umrøðu í ungdómsskaldsøguni, hann gav út í síðstu viku. - Eg kann ikki siga, hvussu lesarin skal lesa bókina, men søgan er um tvey ung fólk, sum eru fyri nøkrum hendingum, sum øll kunnu renna seg í, sigur rithøvundurin Hanus Samró Uni Holm Johannesen – Satt at siga, so hevði eg ikki ánilsi av, hvat skaldsøgan skuldi snúgva seg um, tá eg fór undir verkið í 2008. Eg var vikar­ur í Eysturskúlanum um hetta mundi, har eg undirvísti í fram­halds­ deildini. Tá fekk eg at sanna, at allar bøkurnar, sum næmingarnir lósu í skúlanum, vóru um útróður, rotiskógvar og annað, sum er púra ótíðarhóskandi fyri tey, sum vaksa upp nú. Tí fór eg undir eina ungdómsskaldsøgu, sum tey kunnu fyrihalda seg til. Sum formaður í ungdóms­ felagnum hjá Fólkaflokkinum, eitt em­bæti, hann segði frá sær í síðstu viku, hevur 23 ára gamli Hanus Samró ofta verið tals­mað­ ur hjá føroyska ungdóminum og teimum lesandi í Føroyum. Sum íðin kjakari hevur hann verið fyri­sprák­ari fyri einum føroya­frá­ drátti, og hann hevur saknað eitt størri og fjølbroytt tilboð til skúla­ næmingar. Ungdómurin hev­ur eftir øllum at døma tikið hann í stórum álvara, tí tað vóru fremst av øllum teirra mongu at­kvøð­ur, sum førdu til, at Hanus Samró hevur tikið sæti í nývalda løg­ting­ inum sum næstyngsti valdi ting­ maður nakrantíð. Við sínum 304 atkvøðum rakk hann akkurát inn um tinggáttina sum nummar átta á listanum hjá Fólkaflokkinum. Tvær vikur eftir løgtingsvalið er hann komin við sínari fyrstu skaldsøgu, enn sum áður, ognað teimum ungu. »Tey bæði – trúfesti og fullkomin friður« er heitið á bókini, sum snýr seg um ein drong og eina gentu, sum finna saman. – Eg royni at fyrihalda meg til gerandisdagin hjá teimum ungu í dag. Hvat gera tey? Hvar fara tey? Hvussu tosa tey? Málburðurin í tekst­inum er eisini flótandi og gerandisligur. Tað hóvar kanska ikki serfrøðini, tí tað víkir frá »røttu mannagongdini,« men eg hugsi fremst av øllum um mál­ bókin, eg skrivi til. Eg royni eisini at lýsa atferðina hjá teimum ungu, tá ið tey eru á G!-festival, eru til próvtøkur og øðrum støðum, sum tey kenna seg aftur í, sigur Hanus Samró um sína nýggju skaldsøgu, sum er lestur um nógv annað enn kær­leiksøguna um tey bæði. Bókin nemur við góðu síðurnar og ringu síðurnar av lívinum, og hvussu tilveran kann laga seg – til tað góða ella tað ónda. Herviliga vøddasvinnið Tað kom sum ein stórur hvøkkur, tá Hanus Samró fekk staðfest sjúkuna vøddasvinn í 2002. Her­ viliga sjúkan ber við sær, at vødd­ arnir verða við tíðini nærm­ast svunnir burtur í einki í yvir­ørm­ unum, herðrunum, bring­uni og niðara partinum av rygginum. Sjúkan er við honum alla­staðni og allatíð, og tað ger gerandis­dagin truplan hjá nývalda løg­tings­ liminum. Sjúkan hevur eis­ini rakt bæði lørini, og tað hev­ur kanska við sær, at hann fær ikki verið við í skrúgonguni á ólav­søku, tí sjúkan loyvir honum ikki. Vødd­ arnir í ørmunum hvørva eisini, og tí er hann illa førur fyri at lyfta nakað tungt. Ein stórur partur av bókini, hann hevur skrivað, er eisini um drúgva sjúkralegu. Gentan í bók­ ini, Vár Summarró, verður rakt av vøddasvinni og rithøvundurin lýsir gjølla, hegnisliga og eymt, hvat hon hugsar, tá hon fær stað­ fest sjúkuna. Hanus Samró sigur seg ikki hava trongd at siga frá avbjóð­ ingunum, sum sjúkan elvir hon­ um, men hann roynir heldur at varpa ljós á umstøðurnar, tá tú verð­ur raktur av sjúku. – Tað kundi fyri tann skuld verið krabbamein ella ein onn­ ur sjúka. Tað er ikki heitið á sjúkuni, sum hevur týdning í hes­um førinum, men hvussu tú handferð avbjóðingarnar, sum ein slík sjúka støðugt roynir at fella teg við, sigur Hanus Samró, sum ikki vil svara beinleiðis, tá hann verður spurdur, um lesarin skal lesa bókina sum eina ævisøgu um rit­høv­undan. – Eg kann ikki siga, hvussu les­ arin skal lesa bókina, men søgan er um tvey ung fólk, sum eru fyri nøkrum hendingum, sum øll kunnu renna seg í. Sjúkan kom óvæntað á meg, og hon broytti mína tilveru fullkomiliga. Eg eri hin­vegin ikki tann einasti persón­ urin í Føroyum, sum hevur brek. Lesarin kann sostatt royna at seta seg sjálvan í støðuna, tí eingin dugir at siga, hvussu dagurin í morgin fer at laga seg, sigur Hanus Samró. Virkin deyðshjálp til umrøðu Virkin deyðshjálp verður eis­ini tikið til umrøðu í bókini, sum kom út hósdagin í síðstu viku. Frí­ sinnaði og eldhugaði tingmað­urin ásannar, at tað er eitt tabuevni, sum føroyingar sjáldan tosa um í almenna rúminum. Tað broytir hinvegin ikki, at tað er eitt sera í meldrinum Í bókini seti eg lesaranum nakrar spurningar, sum vónandi fær onkran at hugsa, um tað er rætt ella skeivt at veita deyðshjálp