mikudagur 23. november 2011síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mikudagur 23. november 2011 · Nr. 136
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
í meldrinum
– Stendur tað til mín, verður
hetta ikki mín seinasta
skaldsøga, sigur rithøvundurin
og tingmaðurin, Hanus Samró
Mynd: Álvur Haraldsen
áhugavert og heimspekiligt evni,
sum vit skulu viðgera, sambært
rithøvundanum.
– Virkin deyðshjálp fyllir
onkursvegna nógv í mínum huga
heimi, tí spurningurin snýr seg
um læknar ella aðrir serfrøðingar
skulu hava vald á mínum og
tínum lívi. Tað er viðkvæmt og
áhugavert, tí tað veldst um átrúna
og áskoðan. Í bókini seti eg lesar
anum nakrar spurningar, sum
vónandi fær onkran at hugsa,
um tað er rætt ella skeivt at veita
deyðshjálp, sigur hann.
– Tað er ikki fyri at provokera.
Eg havi ikki tikið støðu í hesum
málinum, men tað er áhugavert at
viðgera, um tað tildømis er neyð
ugt at liva við ófatiligari pínu, tá
tú helst við sleppa undan tí, sigur
hann fámæltur.
Fleiri hugskot
Tað hevur gingið við rúkandi
ferð, síðani Hanus Samró flutti úr
Hollandi og heim aftur til Føroya
í 2007. Hann rekur fyritøkuna
Ó, sum hann og ein vinmaður
settu á stovn fyrr í ár, umframt at
hann er tingmaður, rithøvundur
og lesur stjórnmálafrøði á Fróð
skaparsetrinum.
Hóast nógv jørn í eldinum,
verður hetta ikki einasta skald
søgan, sum ambitiøsi havnar
maðurin fer at lata frá sær. Hann
hevur hugskot til aðrar søgur, men
tað verður ikki í bræði, at hann fer
aftur at skriva. Nú vil hann fremst
av øllum læra politiska spælið og
gera sína ávirkan galdandi, meðan
hann ferðast millum snurrandi
myndatól, lógarsmíð og hátíðar
ligar fundir.
– Eg eri púra óroyndur í lands
politikki, og nú vil eg súgva
lærdóm til mín og løna teimum
aftur, sum valdu meg á løgtings
valinum. Eg royni at seta mær mál
og soleiðis geva lívinum innihald,
og stendur tað til mín, verður
hetta ikki mín seinasta skaldsøga.
Fyrst hugsi eg um tingarbeiðið,
sigur Hanus Samró.
Ambitiónunum bila í øllum
førum ikki.
uni@sosialurin.fo
Lesarin kann sostatt royna at seta seg sjálvan
í støðuna, tí eingin dugir at siga, hvussu
dagurin í morgin fer at laga seg
»So hoyrdist fótafet og grátur. Tað ljóðaði, sum ein snjøll rødd var í millum, men hon var ótýðulig. Tveir støðugir
fótabrestir nærkaðust, tað hoyrdi Bjarti, men hann var tó ikki tilvitaður um, hvaðani hesir komu, tí hann visti ikki,
hvar hann var. So steðgaði fótaleikurin, og ein róligur andadráttur hoyrdist. Tað tyktiskt, sum var hon yvir honum.
Grátuherðindini vóru enn týðulig, men tey fjaraðu til hissini eymk. So hoyrdist sissandi røddin aftur, hesa ferð var
hon beint uppi yvir honum, men áðrenn orðini festu seg í tilvitið, var lokið á eygunum flutt, og ein bjørt ljósrípa skein,
halleluja, hugsaði Bjarti, men einki hendi. So segði maðurin handan glæmuna nøkur orð, men eisini tey duttu burtur.
Fótabrestirnir hoyrdust aftur, tvey støðug traðk, sum fjaraðu og ekkóaðu í niðugjónni, inntil tey hvurvu heilt.«
»Tað var púra kvirt, áartutlið køvdist. Einki var sagt, men eyguni talaðu sína egnu søgu. Hann tók í hondina á henni,
segði einki, men leiddi hana til tjaldið. Tey vóru umgyrd av nýspríktum kærleika, umgyrd av einari kærleiksbløðru, og
tá ið hann kysti hana, reyk jørðin undan. Við orðunum hjá Frændum fóru tey sveimandi móti himni og út í tað stóra
univers. – Soleiðis byrjar søgan um tey bæði.«
FAKTA
Hanus Samró er 23 ár og býr í Hoyvík, har hann vaks upp.
15 ára gamal flutti hann til Hollands við familjuni.
Hanus tók prógvið í International Baccalaureate í 2007.
Hann flutti aftur til Føroya í 2008 og starvaðist eitt skifti
sum læraravikarur. Hann fór undir at lesa stjórnmálafrøði
á Fróðskaparsetri Føroya í 2010.
Hanus Samró var valdur í løgtingið á løgtingsvalinum
tann 29. oktober í ár. Hann er valdur fyri Fólkaflokkin og
er tann næstyngsti valdi tingmaðurin nakrantíð.
Hann er stjóri og partaeigari í smápartafelagnum Ó.
»Tey bæði – trúfesti og fullkomin friður«
er hansara fyrsta skaldsøga.