mikudagur 23. november 2011síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 23. november 2011 · Nr. 136
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leo Poulsen
Havet var glat som
et slebet spejl
Kun strømmene
krusede vandet
Jógvan tænkte:
Det slår ej fejl
Der ligger en grind
under landet.
Soleiðis yrkir Pløjen í Grinda
vísuni. Og soleiðis spáddi
Hanus
Højgaard,
grinda
formaður, fríggjadagin, tá
ein lítil grind varð funnin í
Hestfirði.
Tað kom at halda stikk, tí
gjáramorgunin boðaði Bogi
Wardum úr Koltri frá, at ein
grind lá uttan fyri húsini.
Grindin
fekk
spakuliga
suðureftir, og menn vita frá
Boga at siga, at tað gekk ein
heilur tími frá tí at fyrsti
hvalurin damlaði framvið
suðureftir, til tann seinasti
fór framvið oynni.
Illfýsi var í veðrinum, og
sjálvt royndir utróðrarmenn
søgdu seg sjálvan hava verið
úti fyri verri rulli., Grindin
gekk í fleiri bólkum, og veðr
ið var helst fremsta orsøkin
til, at ikki bar til at savna
bólkarnar.
Avgerð var skjótt tikin
um at grindin skuldi rekast
á Havnina, men tað var alla
tíðina greitt, at ikki var hugs
ingur um at fáa alla grindina
á sandin í Sandágerði.
Tankin var, at halda so
mikið til í Sandágerði sum
til bar, og síðani reka restina
inn í Sundalagið – ella bara
lata tað sleppa, var tosið mill
um grindamenn.
Nú lagaði tað seg soleiðis,
at bert ein lítil bólkur fekst
burtur úr allari rúgvuni.
Restin fór antin suðureftir
ella Vestureftir, men tá so
fáir bátar vóru eystan fyri
Nes – einir 8-10 bátar – slapp
restin.
Ferð á
Einir tveir tríggir bátar lógu
hjá einum bólki, meðan
tyrlan hjá Atlantsflog – sum
sjónvarpið hevði leigað til
annað endamál – lá og helt
einum øðrum bólki til. Mett
var, at hesin seinni bólkurin
var hin størri, og tí fóru teir
fáu bátarnir, ið vóru eystan
fyri Nes eftir hesum bólki
num.
Hóast sera tvassut eydn
aðist at halda bólkinum til,
og tá tað fór at reka norður
í Nólsoyarfirði, fingu teir
rakstur á grindina, og so
gekk skjótt.
Tað var ikki meira enn
bátarnir megnaðu at fylgja
við norður við Streymoyar
landinum, segði onkur, sum
var við í rakstrinum.
Tað gekk tí ikki long tíð,
frá tí at rakstur fekst á hend
an bólkin, til grindin var deyð
á sandinum í Sandágerði.
Upprunaliga varð mett, at
bólkurin var einar 80 til 100
hval, og tað vísti seg at passa
rættiliga væl, tí tá liðugt var
merkt, var talið 81 hval, sum
tilsamans vóru 686 skinn.
Nógv fólk var í grind,
bæði á sandinum og í bátum.
Tó skal sigast, at flestu bátar
nir stimaðu av eystaru og
vestaru vág yvir móti Sandá
gerði, fyri síðani at skriva seg
upp sum havandi luttikið í
bæði rakstri og drápi.
Av tí at gindin ikki var
størri, enn hon var, bleiv hon
bert býtt sundur í drápspart
ar, sum vóru tilsamans 2072
partar. 1121 fólk fóru á sandi
num, meðan bátspartarnir
vóru 951. 177 bátar vóru við í
drápinum.
Bara brotparturin legði beinini
Royndir grindamenn hava sjáldan sæð meiri grind
enn tað sama í Skopunarfirði í gjár, men ringa veðrið
og fáu bátarnir gjørdu, at tað bert fekst rakstur á
ein brotpart. Men tá bólkurin var komin inn í fjørðin,
megnaðu bátarnir næstan ikki at fylgja við
1121 fólk boðaðu frá, at tey tóku lut í drápinum á sandinum
Mynd: Álvur Haraldsen
Leo Poulsen
Leitað verur framvegis eftir
myrda Dánjal Petur Hansen,
vanliga nevndur Piddi.
- Tað er einki nýtt at fræt
ta í morgun. Vit hava fram
vegis fleiri vitnir eftir at av
hoyra, og vit fáa framvegis
upplýsingar frá fólki um
Skoda Fabia Hatchback bil
in, sum vit eru sannførdir
um er nýttur til at beina líkið
av Pidda burtur við, sigur
Bergleif Brimvík, leiðari av
kriminaldeildini
hjá
løg
regluni.
Hann er framvegis varin
við at upplýsa ovn ógv í
málinum, og spurdur um tað,
sum kom fram í Degi & Viku
í gjár um, at Piddi skal verða
myrdur í kamari sínum, hev
ur kriminalovastin onga við
merking.
- Eg kann heldur ikki
upplýsa nakað um, hvørt
vit hava ein lut, sum verður
roknaður sum morðvápnið,
svarar Bergleif Brimvík, tá
hann verður spurdur.
Hann sigur tó, at leit
ingin eftir Pidda heldur
fram, og hann nýtir enn
einaferð høvi at takka fyri
tann stóra innsats, sum leit
ingarfólk, bæði sløkkiliðið
á Skálafjørinum, aðrir in
stansar og sjálvboðin hava
lagt fyri dagin.
Hóast
løgreglan
sjálv
hevur róð upp undir, at
Piddi longu varð fyribeindur
fríggjanáttina 4. november,
so avskriva teir ikki tey vitni,
sum hava sagt seg sæð Pidda
leygardagin.
- Vit arbeiða við báðum
møguleikunum, sigur Berg
leif Brimvík.
Ein vika er nú gingin
síðani 32 ára gamli útlending
urin varð varðhaldsfongslað
ur, og løgreglan hevur tí eina
viku eftir, at finna fleiri spor
í málinum.
- Longu nú eru vit sann
førdir um, at vit hava so
mikið tungtvigandi prógv í
málinum, at dómarin fer at
leingja varðhaldsfongsling
ina. Men vit hava eina heila
viku aftrat at savna enn fleiri
prógv í málinum, sigur Berg
leif Brimvík.
Einki nýtt at frætta um Pidda
Nú ein vika er eftir, til varðhaldsfongslaði maðurin aftur skal stillast fyri
ein dómara fyri at fáa varðhaldsfongslingina longda, er løgreglan sannførd
um, at hava so sannførandi pógv, at maðurin verður verandi í Mjørkadali
Eitt sindur av óvissu hevur verið um, hvat slag av modelli,
Skoda Fabia bilurin er, men løgreglan slær fast, at
talan er um ein Hatchback – eins og hesin á myndini