Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-23, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. november 2011síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 23. november 2011 · Nr. 136 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen - Eg bara hugsi um, hvus­ su ræðuligt tað er, at Fólk­a­ flokkurin skúgvar fólka­ræð­ i­ð so dyggiliga til viks. Annika Olsen, lands­stýris­ kvinna fyri Fólkaflokkin, er ikki sørt fortørnað um, at meiri­lutin av tingmanningin og landsstýrisfólkunum hjá flokk­i­num vil hava, at Jørgen Nicla­sen skal halda fram sum formaður floksins. Tingmanningin og lands­ stýrisfólkini høvdu fund í gjár­kvøldið og har avgjørdi ein meirluti, at heita á floks­ leiðsluna um at velja Jørgen Niclasen til formann eina­ ferð enn. Eftir at Annika Olsen hevði eitt kanón úrslit á løg­tings­valinum, hevði hon annars bjóðað seg fram til at verða forkvinna fyri flokkin. Men tá ið avtornaði fekk hon fimm at­kvøð­ ur á fundinum hjá tin­g­ mann­ingini og lands­stýris­ fólku­nunum á fundinum í gjárkvøldið og Jørgen Nicla­ sen fekk seks atkvøður. Jørgen skúgvar veljaran til viks - Hetta er at seta allar fólka­ ræði­ligar spælireglar til viks, sig­ur ein rættiliga bersøgin Annika Olsen eftir ósigurin í gjárkvøldið. - Tað hevur meirilutin í flokki­num gjørt og tað hevur ser­stak­liga formaðurin, Jørgen Niclasen, gjørt, tí hann hevur fullkomiliga skúgv­að veljarans dóm til viks fyri at tvíhalda um sess­ in sum floksformaður. Hon sipar til tað góða løg­ tings­valið hon hevði aftur ímóti úrslitinum hjá fo­r­ manni­num. Veljarin hevur talað á vali­ num, men tað verður skúgv­ að til viks. Annika Olsen, heldur, at meirlutin í flokkinum hev­ ur tvíhildið um tað mest snæv­ur­skygdu tulkingina av lógini. - Tann tulkingin er, at tað eru ting- og lands­stýris­ fólkini, sum tilnevna for­ mannin og so skal floks­ leiðsan formliga velja við­kom­andi til formann. Ting og landsstýrisfólkini til­nevna bara eitt for­mans­ val­evni og sostatt hevur floks­leiðslan í veruleikanum onki val, men verður bara ein stempul­klokka hjá Jørgen Nicla­sen. - Hetta hevur onki við fólka­ræðið at gera, leggur Anni­ka Olsen afturat. Hon sigur, hetta forðar fleiri ið at bjóða seg fram sum formansvalevni og tað er ikki serliga demokratiskt. Tá ið reglar og manna­ gongd­ir vórðu broyttar nak­ að síðani, var tað við tí heilt greiða endamálið at gera formansvalið meiri demo­ krat­iskt. - Tá spurdi eg heilt ítøki­ liga um hetta merkti, at fleiri kundi bjóða seg fram til eitt veru­ligt formansval og tá var svar­ið eitt heilt greitt ”ja”. - Tá ið Jørgen Niclasen fór frá sum landsstýrismaður, boð­aði hann frá, at flokk­ur­in skuldi gerast meiri gjøgn­um­ skygd­ur og demokratiskur í sam­bandi við formansvalið. - Men tá ið avtornar, krøk­ ir flokkurin seg kortini fast­ an í ta mest snævurskygd tulk­ing­ina og tað er ræðandi, held­ur Annika Olsen. - Tað, sum hendi í gjár­ kvøld­ið, var ikki ætlanin og so kunnu tey annars koma við so nógvum løgfrøðiligum met­ing­um, sum tey vilja, leggur hon afturat. Vil hava greitt svar At Annika Olsen tapti stríðið um formanssessin, er ikki fyrsti ósigurin hjá Anniku Olsen í Fólkaflokkinum. Tá ið samgongan varð skipað vildi hon sleppa at verða landsstýriskvinna í fíggj­ar­málum, men tað vildi flokk­urin ikki og setti Jørgen Nicla­sen í starvið ístaðin. Og tá ið hon á sinni legði upp­skot fyri Løgtingið um at broyta kommunubygnaðin og leggja kommunur saman, fekk hon slíka harðrenda við­ferð frá sínum egnu floks­feløgum á sjálvum ting­ sins røðarapalli, at vit hava neyvan hoyrt makan á Før­ oya Løgtingi. Vit spyrja tí Anniku Olsen um hon følir seg so illa við­ far­na, at hon umhugsar sína støðu í flokkinum. - Hetta er í øllum førum ikki serliga eggjandi. Men eg fari ikki at hótta við nøkrum, tí nú má eg fyrst koma yvir tann veruleika, at flokkurin ikki tekur fólkaræðið í álvara og so fáa vit at síggja. Hon sigur, at hon vil hava at vita frá floksleiðsluni sum heild um tey eru samd við manna­gongdini hjá ting- og landsstýrisfólkunum og hon vil hava at vita frá lands­ fund­i­num um hetta er støð­ an hjá flokkinum. - So taka vit tað haðani frá, sigur hon. Men hon leggur aftur­ at, at eru floksleiðsla og lands­fundur samd við ting­ manningini og lands­stýris­ fólku­num, kemur tað heilt óvart á hana. So ódemokratisk heldur hon, at mannagongdin er. Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá Jørgen Nicl­a­sen. aki@sosialurin.fo Nú má eg fyrst koma yvir hetta FORMANSVAL Eg hugsi nógv um, hvussu ræðuligt hetta er fyri fólkaræðið, sigur Annika Olsen, sum aftur í gjárkvøldið var fyri stórum ósigri í sínum egna flokki, Fólkaflokkinum Hetta er at seta allar fólkaræðiligar spælireglar til viks, sigur ein rættiliga bersøgin Annika Olsen eftir ósigurin í gjárkvøldið Annika Olsen, heldur, at meirlutin í flokkinum hevur tvíhildið um tað mest snævurskygdu tulkingina av lógini.