Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-23, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. november 2011síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. november 2011 · Nr. 136 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Lagt til rættis: Árni Joensen Tað var tann tíð, tá ís­lend­ ingar bóru orð fyri at vera óvanliga heimkærir, men tað er líkt til, at kreppan hevur sogið eitt sindur av hesum eyðkenninum úr teimum. Í hvussu er vísir ein kanning, at teir seinastu mánaðirnar hava knappliga 40 prosent av teimum spurdu hugsað um at flyta av landinum at búseta seg. Tveir triðingar av teimum, sum hava hugsað um at fara av landinum, siga tey trongu búskaparviðurskiftini vera orsøkina, og tann seinasti triðingurin sigur seg hava havt onkra aðra orsøk til hugsanina um at flyta. Tað eru serliga fólk í Reykjavík og har á leiðini, sum hava umhugsað at flyta uttanlands, og kanningin vísir eisini, at tað eru serliga menninir, sum hava havt hug at flyta. Eitt annað áhugavert við kanningini er, at tað eru serliga veljarar hjá teimum borg­arligu flokkunum, Sjálkf­stæðisflokkinum og Fram­sóknar­flokkinum, sum hava hugsað um at búseta seg í øðrum landi. Tað hava munandi færri veljarar hjá Vinstri Grønu og Sam­ fylkingini hugsað um. 40 prosent hava hugsað um at flyta úr Íslandi Teir seinastu mánaðirnar hava fýra av hvørjum 10 íslendingum hugsað um at búseta seg uttanlands Ætla at senda 2.000 kinesarar til Grønlands at arbeiða Danskir politikarar eru alt annað enn fegnir um ætlaninar hjá námsfyritøkuni Alcoa at senda einar 2.000 kinesarar til Grønlands at arbeiða í aluminiumsvinnuni, sum felagið ætlar at fara undir í Maniitsoq Tað er komið fram, at teir kinesisku arbeiðsmenninir skulu hava minni løn enn teir grøn­lendsku, og teir skulu heldur ikki hava summarfrí. Hetta hevur fingið øði í fleiri danskar politikarar. – Eg eri púra skelkaður av hesum. Hetta fer at oyðileggja Maniit­soq og at hótta tað grøn­lendska sam­ felagið, sigur Søren Espersen úr Danska Fólka­flokkinum við Politiken. Hann sigur tað vera óhugs­andi, at tann danska stjórnin fer at við­ virka í einari ætlan, sum ber í sær, at fleiri túsund kines­ iskir arbeiðs­menn skulu flytast til Grøn­lands at ar­ beiða sum trælir uttan nøkur sosial rættindi. Heldur ikki Vinstra-kvinn­ an Ulla Tørnæs er fegin um tíðindini, og hon bíðar nú spent eftir, hvat tann danska stjórnin fer at gera við málið. Í Eindarlistanum er spurn­ ingurin um javn­rættindi á ar­beiðsmarknaðinum eitt hjarta­mál. – Eingin skal vera í iva um okkara prinsipiellu støðu. Vit styðja allar kreftir í Grøn­ landi, sum berjast ímóti sosial­ari dumping, sigur Finn Sørensen. Skal Alcoa flyta kinesiska arbeiði til Grønlands, skulu teir donsku innflytara­mynd­ ug­leikarnir siga ja fyrst, og málið liggur nú á borð­in­um í løgmálaráðnum í Keyp­ mannahavn. Vilja ikki upp­lýsa egin fíggjar­viður­skifti Ein fjórðingur av fólka­ tingslimunum sýta fyri at siga almenninginum, hvørji eykaarbeiði og hvørji fíggjarlig áhuga­ mál tey hava. Sambært Jyllands- Postinum hava 48 av teim­um 179 ting­lim­un­ um sagt nei. Tað eru serliga tingfólk hjá Vinstra og Liberal Alli­ ance, sum sýta fyri at almannakunngera síni viðurskifti. Av teimum 47 tinglimunum hjá Vinstra hava 32 sagt nei, og tað hava sjey av teimum níggju tinglimunum hjá LA gjørt. Millum Vinstra- fólkini, sum hava sagt nei, er formaðurin, Lars Løkke Rasmussen. Tinglimirnir hava ikki skyldu til at taka lut í kunningini, men Fólka­tingið mælir lim­ unum til at siga almenn­ inginum, um teir hava nevndarsessir, partabrøv ella onnur lønt arbeiði enn fólkatingsarbeiðið. Vilja hava strangari lóg Trygdartænastan hjá norsku løgregluni, PST, hevur sent løgmála­ráð­ num í Oslo tvær loyni­ ligar áheitanir um at broyta týðandi partar av teirri norsku yvir­gangs­ lóggávuni. Sambært blaðnum VG vil trygdartænastan millum annað hava rúm­ari heimild til at skráseta upplýsingar um einstaklingar. Eitt nú vil tænastan hava rætt til at skráseta haturskend boð á alnótini, tí tað kann sambært tænastuni vera neyðugt fyri at av­dúka møguligar yvir­gangs­ ætlanir. Ein talsmaður fyri PST váttar, at tænastan hevur biðið um rúmari heimildir, men hann leggur dent á, at arbeiðið við áheitanini var byrjað áðrenn yvirgangin í Oslo og á Utøya tann 22. juli. Fleiri keldur í Noregi siga, at endamálið hjá PST er júst at avdúka einstaklingar, ið kunnu hugsast at hava yvirgang í huga. Niinistö bestu møguleikarnar Nógv bendir á, at Sauli Niinistö hevur teir bestu møguleikarnar at vinna forsetavalið í Finnlandi næsta ár. Í hvussu er vísti ein meiningakanning hjá kringvarpinum Yle nú um dagarnar, at 49 prosent av veljarunum ætlar sær at atkvøða fyri honum. Niinistö, sum still­ar upp fyri Sam­ein­ingar­ flokkin, er væl kendur í finskum politikki. Hann hevur verið ráðharri fleiri ferðir og eitt skifti var hann tingformaður. Í meiningakanningini eru hini valevnini langt aftan fyri Niinistö, og tey liggja rættiliga jøvn. Paavo Väyrynen úr Miðflokkinum og Timo Soini úr flokk­ in­um Sannir Finn­ar, fáa hvør síni 8 pro­sent. Valevnið hjá sosial­ demo­kratunum, Paavo Lipponen, fær 7 prosent, og Pekka Haavisto, sum stillar upp fyri Tey Grønu, føær 6 prosent av atkvøðunum í kann­ ing­ini hjá Yle.