mikudagur 23. november 2011síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 23. november 2011 · Nr. 136
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tað eru gjørdar umfatandi
umvælingar. Gólvið er skift,
nýggir beinkir, nýtt timbur
á veggirnar, vindeyguni eru
nýggj og annað. Kirkjan er
eisini málað bæði innan og
uttan.
Í sambandi við, at kirkj
an er liðugt umvæld, verður
hátíðargudstænasta sunnu
dagin 27. november klokkan
12.00. Bæði bispur og dóm
próstur luttaka saman við
sóknarprestinum á staðnum
og øðrum.
Bussur koyrir av Syðradali
í samband við hátíðarhaldið,
og eftir gudstænastuna vera
øll boðin til ein bita í avhalds
húsinum.
snorri@sosialurin.fo
Sandvík: Komandi tvær vikurnar
verða tunlarnir til Hvalbiar og
Sandvíkar stongdir um næturnar
vegna viðlíkahald. Tað slepst
tó ígjøgnum ávísar tíðir.
Klaksvík: – Eg havi roynt tað mesta
her, sigur 14 ára gamla, Irena Høgne
sen, sum fyrr í mánaðinum var í starvs
venjing hjá Klaksvíkar kommunu.
Havn: Í kvøld hittast tey 11
skúlastýrini í kommununi at tosa
um skúlabygnaðin í framtíðini,
og hvørjar íløgur skulu gerast.
Fyrsta sunnudag í advent letur Mikladals kirkja upp aftur,
eftir at hava verið stongd í gott eitt ár. Í hesum tíðarskeiði
hevur gudstænasta verið hildin í skúlanum
Fyrstilærari í
samfull 33 ár
Skálavík: Fyrr í mán
aðinum
vóru
liðin
33 ár, síðani Kristina
Mikkelsen byrjaði sum
fyrstilærari við Skála
víkar skúla.
Nú hon segði seg úr
starvi, ynskti kommunan
at heiðra henni. Tað varð
gjørt á Frítíðardeplinum
í bygdini næstseinasta
leygardag.
Í
takkarrøðu
síni
vísti borgarstjórin, Lin
john
Christiansen
á,
at Kristina hevur talst
millum teir góðu lærar
arnar.
– Tignin í skúlanum
í dag er ikki hin sama
sum tá ið Kristina gekk í
skúla, og tað er spell. Eg
haldi, at skúlin er vorðin
nógv vánaligari síðani
politikkararnir fóru at
blanda seg í skúlan. Teir
skulu halda seg burtur.
– Tú hevur verið ein
av teimum heilt góðu
læraranum, og tað haldi
eg at vit øll kunnu vera
samd um. Tú hevur havt
hesa tignina yvir tær, sló
borgarstjórin fast.
snorri@sosialurin.fo
Strendur: Hóast ein komm
una vantar í tað endaliga
talið, gav landsinnsavn
ingin hjá Reyða Krossi íalt
720.000 krónur.
Av
ávísum
orsøkum
kundu tey á Strondum ikki
vera við, tá savnað varð
inn kring oyggjarnar fyrr
í heyst.
Nú er kortini avgerð
tikin um, at tey í Sjóvar
kommunu fara undir hetta
hesa vikuna.
Ætlanin er síðani at telja
innkomnu
upphæddina
mánadagin í næstu viku,
og verður miðað eftir at
upphæddin verður flutt á
konto sama kvøld.
Landsinnsavningin hjá
Reyða Krossi hevur annars
longu nú givið 40.000 krón
ur meiri enn í fjør,
snorri@sosialurin.fo
Savna nú inn á Strondum
kring landið
Samfelagið er eftir
hondini blivin ein
náðileysur tjóvur,
sum stjelur tað
dýrasta sum vit
eiga frá okkum.....
tíðina!
(Niclas Heri Jákupsson í
viðmerking við heitinum
»Hvíludagurin«)
TRÚFESTI
Linjohn Christiansen, borgarstjóri handar Kristinu
Mikkelsen eina gávu fyri trúfasta tænastu
Mynd: sandportal.fo
Mikladals kirkja
sum nýggj
Vestmanna: Hvalvíksprestur, Berg
tórur Bjarkhamar heldur røðu, tá
jólatræið verður tendrað fríggjadagin.
Sangur og hornblástur verður eisini.