mikudagur 23. november 2011síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 23. november 2011 · Nr. 136
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Klaksvík: Ætlanin er, at
næmingar og lærarar við
henda skúlan eisini skulu
fáa bestu umstøður at virka
undir.
- Avbjóðingin er sjálvandi
at koma fram til, hvussu
hetta skal gerast og skipast.
Tað er tað sum vit fara í
gongd við nú, sigur Signar á
Brúnni, skúlastjóri og sum
eisini situr í bygginevndini.
Nevndin hevði sín fyrsta
fund fríggjadagin, men enn
er ikki avgjørt nær næsti
fundur verður. Sum skilst, er
nevndin sera hugað at finna
eina góða loysn á hesum
máli, og ynskir tí at arbeiða
bæði skjótt og væl.
Næsta punkt á skránni
er ein ætlan, um at vitja
teir nýggju størru skúlarnar
kring landið – tað er: skúlan
við Løgmannabreyt í Hoyvík,
skúlan við Løkin í Runavík
og tann á Argjahamri, fyri at
hoyra um teirra royndir.
Ætlanin var upprunaliga,
at bygginevndin skuldi koma
við eini niðurstøðu fyri
summarfrítíðina næsta ár.
Men sambært Signari á
Brúnni verður miðað eftir
at koma við eini niðurstøðu
longu til várs.
snorri@sosialurin.fo
Náttarravn
arnir farnir
til verka
Nú eigur
Ziskatrøð tørn
Suðuroy: Leygardagin
varð náttarravnarfelagið
í Suðuroynni stovnað.
Í
fyrstu
nevndina
komu Niels Hammer,
Marit Poulsdóttir, Re
bekka Mørk Poulsen,
Jónfríð Hjelm og Hildi
bjørg Sommersdóttir.
Sambært Suðuroyar
portalinum vóru 13 fólk
á skeiðnum, men áhug
in fyri Náttarravnunum
er stórur, sigur Náttar
ravnarfelagið. Tað eru
fleiri, ið longu hava
skrivað seg upp at ganga
sum náttarravnur.
Eitt tað fyrsta, sum
nevndin í Náttarravnar
felagnum fer at gera,
er ein ætlan fyri, nær
náttarravnarnir
skulu
ganga.
Nær fyrsti túrurin
hjá Náttarravnunum í
Suðuroynni verður, er
enn ikki avgjørt.
snorri@sosialurin.fo
Nevndin
Í bygginevndini sita Signar á Brúnni, skúlastjóri; Dávur Winther, mentanarleiðari;
Ella Heinesen, forkvinna í skúlastýrinum á Ziskatrøð; Jógvan Skorheim, formaður í
mentanarnevndini hjá Klaksvíkar kommunu; Hans Fróði Hansen, verkfrøðingur hjá
Klaksvíkar kommunu og Símun Gullaksen, formaður í skúlastýrinum við Ósáskúlan.
Vit føroyingar vóru so smátt við
at fáa sjálvsvirðingina aftur, nú
tá vit fóru út at krevja
okkara sjálvsagda
rætt, av tí
sum svimur í
føroyskum sjógvi
(Árni M. Dam,
Norðskáli í
viðmerking)
Klaksvík: Næsta ár skal sunnara
helvt av eldra virkishúsinum
”Smæran – Ven og Virka”
innrættast,. Tá fáa tey eldru betri
umstøður at venja og íðka.
Tvøroyri: Bæði starvsnevnd og
fótbóltsdeildin vóru afturvald, tá TB
hevði aðalfund leygardagin. Formaður
í starvsnevndini er André Dalfoss.
Nes: Í 2012 fær Fornminnisfelagið
sama stuðul sum í ár frá
kommununi. Ætlandi verður
savnshjálpari settur í starv í
Gamla Prestagarðinum.
Strendur: Skattaprosentið
verður óbroytt í 2012 –
21,5%. Inntøkurnar verða
slakar 25 mió krónur.
Fyrr í mánaðinum varð nýggi skúlin við Ósánna vígdur. Nú er
somuleiðis ein bygginevnd sett, ið skal gera eitt álit um framtíðina
hjá hinum skúlanum í Klaksvík – skúlanum á Ziskatrøð
kring landið
400
Teir 400 næmingarnir og 38 lærararnir í skúlanum
við Ziskatrøð fáa einaferð í framtíðini betri
umstøður enn í dag. Spurningurin er, um hesir
báðir á myndini fáa gagn og gleði av tí