mikudagur 23. november 2011síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 23. november 2011 · Nr. 136
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Týsdagin
15.november
andaðist Poul Benadikt
Petersen, vanliga nevndur
Benne, bara 54 ára gamal.
Hóast Benne var illa sjúkur
seinastu tíðina, væntaðu
tey fæstu , at hann bara
átti fáar dagar eftir her á
fold. Men soleiðis er tað
væl ivaleyst altíð, deyðin
spyr ikki eftir tíð og stað.
Benne var sonur Ellen
og Ian Petersen. Ellen,
sum er donsk, giftist við
Ian, ættaður úr Sørvági,
og tey fingu tvey børn,
Benna og systrina Annu
Poulinu. Tey búsettust í
Havn, fyrst í Eysturbýnum
og síðani í Vesturbýnum,
har tey bygdu sær hús við
Gásadalsvegin. Ian doyði
í 1987, og seinastu mongu
árina búðu Ellen og Benne
tveyeini í húsi. Systurin,
Anna Poulina er gift og
býr í Danmørk.
Eg kom at kenna Benna
seinast í áttatiárunum, tá
hann skuldi hjálpa mær
við at umvæla bátin. Hetta
gjørdist útgangsstøði fyri
okkara
kennskapi,
sum
gjøgnum árini vaks seg til
eitt rættiligt vinaband. Um
framt bátaferðir kring um í
Føroyum vóru vit eisini á
bátaferð saman í Noregi í
2000, 2004, 2006 og seinastu
ferð í 2008. Serliga væl komu
vit á kennast ta tíðina, tá
hann leiðaði seg inn í høllina,
Inni á Hjalla, har eg framm
an undan var í ferð við at
umvæla gamla Skúvanes.
Nógvar tímar og hugnaligar
løtur áttu vit hesa tíðina,
og serliga minniligir vóru
kaffimunnarnir við muff
ins og góðaráð, sum Beinta
og Ellen so trúfastar bóru
okkum. Her teknaði og bygdi
hann sín egna bát, Svan, líka
frá formi til lidnan bát.
Benne var hegnismaður
og dugdi alt til hendurnar.
Hann bygdi tveir glastrevja
bátar, og seinastu árini vóru
altíð boð eftir honum, tá
okkurt skuldi umvælast.
Serliga glastrevjaarbeiði lá
ræði fyri hjá honum. Hann
fekst mest sum bara við at
umvæla bátar, til hann fyri
trimum árum síðani var
so illa fyri, at hann mátti
gevast við at arbeiða.
Benne var egin og hevði
sínar avgjørdu meiningar,
men hann var eisini ein
trúgvur vinur, sum altíð
var til reiðar at veita eina
hjálpandi hond, tá á stóð.
Benne hevði sína dagligu
gongd í Bátatænastuni og í
Bátafelagnum í Vágsbotni.
Hann var við í fyrstu nevnd
ini í Bátafelagnum, sum
varð stovnað í 1998, og við
til at innrætta og umvæla
hugnaligu felagshølini.
Góða Ellen og Anna Pou
lina, tit hava mist ein góðan
son og bróður. At Benne
var sera góður við mammu
sína, hoyrdist og sást týði
liga í eygnabrái og rødd,
hvørja ferð hann umrøddi
teg. Eisini vísti hann sína
stóru umsorgan við mongu
biltúrunum, tit bæði vóru
saman kring um í Evropa.
Orð eru fátæk, men lat
meg enda við orðunum hjá
vágaskaldinum: “Tíðin var
tíðin, sjálvt lívið var alt”.
Hvíl í friði, góði vinur.
jákup
Nøvn
Minningarorð um
Benna Petersen
TØKK
Spennandi starv á Landsverki
Vit leita eftir dugnaligum og álítandi smiðjuformanni til maskinmiðstøðina í Kollafirði.
Les meira á www.landsverk.fo. Umsóknarfreistin er 28. november.
SunnudagSSkúlin
í Ebenezer er hvønn sunnudag kl. 12.00
Øll eru hjartaliga vælkomin!
EbEnEzEr
www.sosialurin.fo