Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-23, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. november 2011síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. november 2011 · Nr. 136 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Djúpvatnstrolarin Sjaga­ klett­ur varð í 2003 keyptur úr Íslandi til Hvalbiar. Hó­ast hetta var eitt gamalt skip, smíðað í 1975, fingu hvalb­ ing­ar – so dugnalig sjófólk teir eru – tað at bera rættiliga væl til við hesum skipi. Sjálvt í eini tíð, har djúp­ vatns­trolarar í síni heild vóru í tungum sjógvi – ikki minst orsakað av høgum olju­prís­um og høgum litur­ prísi – fingu hvalbingar góð­ a­n rakstur í skipið. Fyrst í hesum árinum varð Sjagaklettur lagdur, tí mett varð ikki, at tað loysti seg at seta skipið í nýtiligan stand, nú árini vóru vorðin so mong. Leita eftir øðrum Mikkjal Hammer er stjóri í felag­num P/F Sjagaklettur, sum eigur loyvini hjá skipi­ num. Hann sigur, at nú teir einki skip hava havt til dag­ ar­nar hjá Sjagakletti, hava hesir í ár verið partur av loyvi­num hjá øðrum djúp­ vatns­trolara í Hvalba, nevni­ liga Steintóri. - Men vit leita eftir øðrum skipi fyri Sjagaklett. Tað hava vit gjørt í eina tíð, og vit leita framvegis. Mikkjal sigur, at skal skip keyp­ast fyri Sjagaklett, sum ætlan­in er, er avgerandi, at prís­urin ikki er ov høgur, tí annars fæst ikki líkinda rakst­ur í virksemi. - Djúpvatnstrolararnir eru komnir við upp í fiski­ daga­skipanina, og allir hava ov lítið dagatal. Hetta saman við stórari oljunýtslu og høg­ um liturprísi ger, at hesi skip ikki skulu verða ov dýr. Stjórin í P/F Sjagakletti sigur seg ikki duga at meta, um teir fara at finna nakað skip í hesum árinum. - Men vit hyggja okkum um alla tíðina, og vit vóna at finna rætta skipið, áðrenn langt um líður, sigur Mikkjal Hamm­er. vilmund@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen Tá skipað varð fyri hes­ um tiltaki, var eisini eitt spanskt filmslið við, sum gjør­di upptøkur og eina re­por­tagu um Før­oya­ banka­toskin og tiltakið annars. Johan Mortensen, sum var ein av stigtakarunum til tiltakið, sigur, at honum kunn­ugt er filmurin, sum spaniu­menn tóku upp, sýnd­ur á til­samans 24 sponsk­um kommer­siell­ um sjón­varps­rásum. - Einki er at ivast í, at hetta kann brúkast posi­ tivt fyri føroyskan fiska­ út­flutn­ing til Spania, sigur hann. Endurtakast Johan Mortensen, sum saman við Hotel Føroyum skipaði fyri tiltakinum í Áar­stovu, sigur, at avtala er gjørd við Havstovuna, so­leiðis at tiltakið verður endu­r­tikið seinast í mars mán­að komandi ár. - Fyrireikingarnar eru longu byrjaðar í Áarstovu. Í mars í ár var fult hús trý kvøld á rað, har fólk tá slu­p­pu at royna hen­da sera óføra toskin av Før­ oya Banka, sigur Johan Morten­sen. Leita eftir nýggjum Sjagakletti Mikkjal Hammer, stjóri í felagnum, sum eigur loyvini hjá dúpvatnstrolaranum, Sjagakletti, sigur, at teir leita eftir øðrum skipi, men enn er eingin keypsavtala gjørd vit leita eftir øðrum skipi fyri Sjagaklett. Tað hava vit gjørt í eina tíð, og vit leita framvegis MIKKJAL HAMMER Hóast hann kom gamal til Føroya – smíðaður í 1975 – royndist Sjagaklettur væl, til hann varð lagdur fyrst í hesum árinum Mynd: Vilmund Jacobsen 24 rásir í Spania hava víst toskafilm Í mars í ár var sera væleydnaða Toskakvøld hildið í Áarstovu í Havn fyri at varpa ljós á óføra tilfeingið, sum vit eiga á Føroyabanka - Fyrireikingarnar til nýtt Toskakvøld eru longu byrjaðar í Áarstovu, sigur Johan Mortensen