mikudagur 23. november 2011síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 23. november 2011 · Nr. 136
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
Meðan fjøldin av føroya
fólki seinastu 2 vikurnar í
spenningi hava gjørt seg til
reiðar, at koma inn í lovaða
skattaparadísið, sum Fólka
flokkurin borðreiddi við upp
til
løgtingsvalið,
gjørdist
veruleikin hjá veljaranum
ein heilt annar.
Herrópini áðrenn løg
tingsvalið vóru millum annað,
at nú skuldi tað veruliga loysa
seg fyri Marsannu og Palliba
at arbeiða, og ikki at tala um
hjá pensjónistum. Fjøldin sá
fyri sær, at avleiðingarnar
av skattalættanum komu at
hava við sær, at arbeiðandi
fjøldin fór at bróta svøvn,
tí nú skuldi arbeiðast nógv.
Handverkarar,
húsasmiðir,
heimahjálparar, pedagogar,
sjúkrarøktarfrøðingar o.s.f.
komu at merkja hesa tsu
namiuna
av
skattalætta,
sum kom at geva okkum ein
búskaparvøkstur, um ikki er
sæddur áður.
Lovaði skattalættin hjá
fólkaflokkinum hevur veru
liga víst fjøldini, hvat borgar
ligur politikkur er nevnliga,
at tey sum eiga nógv framm
anundan, skulu sambært
teirra politisku ideologi hava
meira. Hetta hevur so við
sær, at tað verður soltið hjá
teimum á niðastu rókunum.
Sum dømi kann nevnast,
at hevur tú eina ársinntøku
frá 120.000 til 180.000 verður
skattalættin kr. 67,00 um
mánaðin. Ein ársinntøka á
kr. 240.000 , ca. Kr. 20.000 um
mánaðin fær ein skattalætta
á kr. 167 um mánaðin. Er
ársinntøkan kr. 300.000 ca.
25.000 um mánaðin verður
skattalættin kr. 667. Fara vit
so hinvegin upp á tær hægru
røkurnar, kemur skjótt til
sjóndar, at her snýr tað seg
ikki um ein ella tveir hundr
aðkrónuseðlar í skattalætta
um mánaðin.Nei ,her eru ong
ar smáligheitir, tí nú er gávu
mildni skattalættin ørvísi
enn á niðastu rókunum.
Er ársinntøkan hjá tær kr.
540.000 ca. 45.000 um mán
aðin, verður skattalættin kr.
3.267 um mánaðin, ella kr.
40.000 árliga. Er ársinntøkan
kr. 780.000 ca. 65.000 um
mánaðin, verður skattalættin
kr. 5.117 um mánaðin, ella kr.
61.400 árliga. Er ársinntøkan
1.000.000 verður skattalættin
kr. 6.833 um mánaðin, ella
82.000 árliga o.s.f.
Inntøkurnar frá kr. 180.000
til kr. 300.000 árliga geva í
miðal kr. 450 í skattalætta um
mánaðin. Løgmaður segði
tað so greitt, at inntøkurnar
frá handverkarum, heima
hjálparum,
pedagogum,
sjúkrarøktarfrøðingum,
flakaskerarum o.s.fr. gjalda
so lítið í skatt, at tað var
eingin meining at geva teim
um skattalætta. Jú sanniliga,
hetta er skattalættin, sum
70 % av løntakarafjøldini
hevur fingið í skjáttuna
frá borgarligu flokkunum.
Samstundis væntar borg
arliga
harkaliðið,
at
tað
vegna skattalættan verður
gravgangur hjá arbeiðara
fjøldini
eftir
at
arbeiða
yvirtíð, og at ófriður kemur
at taka seg upp á teimum
ymisku arbeiðsplássunum,
tá allir yvirtímarnir skulu
realiserast.
Eingin ivi er um, at
hetta
ósosiala
uppskotið
kemur at hava við sær, at
gjógvin millum tey á niðastu
rókunum og tey á ovastu
rókunum fer at vaksa. At
formaður miðflokksins skuldi
avreiða sína politisku sál
og stuðla hesum uppskotið
mundi koma óvart á mong.
Í sínum gramleika eftir
“forventet fangst” verður lagt
eftir eftirlønarskipanum hjá
løntakarum. Tað sigur okkum
so
mikið,
at
borgarligu
politikarnir onga virðing
hava fyri tí ættarliði, sum
hevur uppspart sær eftirløn.
Sama má sigast um nógv um
talaðu eldrabylgjuna, sum
nú verður slept uppá fjall, tí
peningur skal brúkast til at
fíggja eitt politiskt stunt hjá
einum flokki upp til løgtings
valið. Politikarnir kunna sita
og sóla sær við óhoyrt høgari
pensión, sum sjálvandi ikki
verður ávirkað av tí avgerð
teir nú taka, um at taka
grundarlagið undan okkara
eftirlønarskipanum.
Heldur enn eitt búskap
arligt
frambrot,
gjørdist
skattalættin eitt neyðaregg,
og at billa føroya fólki inn at
skattalættin kemur at viðfør
fólka og búskaparvøkstur,
hevur einki við veruleikan
at gera. Sama arbeiðarafjøld
og
tryggingarfeløg
skulu
fíggja skattalættan. Avleið
ingin verður at avkastið
hjá
brúkanunum
verður
munandi skert, samstundis
sum kappingin hjá trygging
arfeløgunum mótvegis út
lendskum tryggingarfeløgum
kemur helst í ringasta føri
at hava við sær, at øll tann
føroyska eftirlønarskipanin
fer fyri bakka.
Harafturat ætlar borgar
liga samgongan við sínum
løtuvinningspolitikki,
at
landskassin
skal
kjósa
sær allan skattin av pen
sjónspeninginum,
og
at
kommunurnar ikki skulu
fáa part í hesum peningi,
samstundis
sum
millum
annað eldraøkið skal leggj
ast út til kommunurnar. Av
leiðingarnar av hesum verða
at
kommunurnar
verða
noyddar at hækka komm
unuskattin, og so er ruðuleik
in fullkomin, eina og aleina
av einum politiskum stunti
upp til løgtingsvalið.
Eitt skattatekniskt bluffnummar
Frank Davidsen
Eru tit veruliga nøgd?
Eg taki ikki undir við, at
danir skulu læna pengar, so
samgongan kann fíggja sín
flatskatt. Og eg giti, at hetta
verður trupult at fáa semju
um. Men sum føroyskur
fólkatingsmaður má eg virða
tær avtalur, sum landsstýrið
ger við donsku stjórnina
Eftir løgtingsvalið var
greitt, at Føroya fólk hevði
givið sjálvstýris- og fullveld
isflokkunum 19 tingfólk íalt.
Í samgonguni eru tríggir
flokkar, 11 tinglimir íalt,
sum vilja hava fullveldi
ella fult sjálvstýri, og so er
ein sambandsflokkur við 8
tinglimum. Ístaðin fyri eina
sjálvstýrissamgongu hava vit
í dag eina samgongu, sum fer
niður til Danmarkar at bidda
meira pengar.
Nakrar dáragerðir
Hetta er sagt mangan, men
nøkur ting mugu sigast
ofta fyri at festa seg: Tað
varð beinleiðis sagt og lov
að, at vanlig arbeiðsfólk
skulu merkja lættan av flat
skattinum, og tað skuldi
loysa seg at arbeiða; men tá
ið Jørgen Niclasen sigur, at
tað skal loysa seg at arbeiða,
gloymir hann at siga, at
arbeiðarin má vinna sær
einar eyka 100.000 kr um árið
fyri at fáa ein skattalætta, ið
ger mun. Tær fáu hundrað
eyka krónurnar um mánaðin
hjá lágløntum verða burtur í
tí, tey dagliga keypa – fylg
bara við í matprísunum
fyrstu mánaðirnir næsta ár.
Teir 3 sjálstýrisflokkarnir
í samgonguni søgdu “nei”
til at tiðna blokkin, men nú
siga allir “ja”. Eisini fer sam
gongan at skatta pensjón við
inngjald, so vit fáa pengarnar
í landskassan nú, men koma
at mangla teir í framtíðini. Og
nú eru 4 lønmóttakarar pr.
pensjónist, meðan kanningar
vísa, at tað bert verða 2 løn
móttakarar pr. pensjónist um
eini 30 ár. Sostatt fara vit at
hava alstóran tørv á hesum
skattakrónum í framtíðini,
men samgongan vil heldur
pissa í buksurnar nú og
handa okkum hesar køldu
pissibuksur um 30 ár. Tað
verða ikki samgongulimirnir,
sum koma at kenna ótespu
liga váta kuldan um 30 ár.
Hetta skuldi verða búskap
arátakið hjá samgonguni.
Hann náði okkum. Sita tit,
ið hava valt hesar flokkar,
veruliga og hugsa: “hatta var
stórt sæð tann politikkur,
eg ynskti mær”? Nógv av
tí, sum er gjørt, er í beina
andsøgn við tað, flokkarnir
í samgonguni søgdu áðrenn
valið.
Samgongan vanvirðir
serfrøðina
Vit hava óivað ta arrogant
astu samgongu í heiminum.
Tey sita har við síni lærara
útbúgving og studentsprógvi
og skýggja ráðunum hjá bú
skaparfrøðingunum,
sum
eru løntir fyri at ráðgeva
okkara leiðarum. Eitt er, at
politikarar velja at tillaga
boðini frá serfrøðini eft
ir skilagóðari meting, sum
tekur støði neyvum kann
ingum. Men soleiðis er tað
yvir høvur ikki.
Hvat skal til?
Hvussu leingi skulu vit hoyra
vanæruligu fávitsku orðini
frá drumba-dreinginum ytst
á Tinganesi? Hvat halda tit
sosialdemokratiska stjórn
in í Danmark fer at siga,
tá Føroya Løgmaður kem
ur at bidda pengar, ið skal
fíggja ein skattalætta, sum
bert gevur fleiri pengar
til tey vælhavandi í Før
oyum? Skattalætti til frama
fyri tey vælhavandi er ikki
sosialdemokratiskur
poli
tikkur. Væl gagnist tí van
æruliga fylgi, ið fer við
sínum skammleysa lógva til
Christiansborg. Tey, ið spátta
seg sjálv, eru fullspáttaði.
Hetta, veit eg, smakkar held
ur ikki væl hjá mongum
sambandsfólkum – so kann
“naivius maximus” kalla tað
ein “rættur” so galið hann
vil. Okkara innasta og stolta
kensla av sjálvbjargni og
fatan av ábyrgd letur seg
ikki lumpa. Okkara inte
gritetur er ikki til sølu. Eg
kenni meg vanhalgaðan og
ærumeiddan, og eg kann
einki gera við tað, annað enn
at siga sum er; við vón um,
at fleiri onnur rakna við og
gera sítt. Tí tað, sum hendur
nú, er átalu vert. Kanska áttu
vit enntá at farið fjølment
oman á Tinganes at siga
okkara hugsan. Og um vit
framhaldandi verða vanvird
við smílum og lygnum, reka
vit Landsstýrið og Tingið til
hús.
Dávid Isfeld