mikudagur 23. november 2011síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 23. november 2011 · Nr. 136
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Miðvikan
Bókin er serliga ein umrøða av
20 av teimum vanlukkum, sum
hava rakt føroyska samfelagið frá
skaðadegnum í Hesti 1919 til “Stella
Argus” 1957.
Tískil er hetta ein munandi
partur av lagnusøguni hjá føroysk
um fiskimonnm og eisini hjá før
oyingum yvirhøvur.
Hetta er samstundis í breiðari
merking ein lýsing av tí, ið havið
hevur kostað føroyingum.
Tann størsta vanlukkan nakran
tíð var millum 1580 og 1600. Dagurin
sigst at vera 25. apríl. Henda dagin
brast hann á við stormi av land
nyrðingi, og 50 bátar gingu burtur.
Hildið verður, at millum 200 og 300
menn druknaðu.
Teirra millum vóru allir arbeiðs
førir menn í Mykinesi.
Serliga vóru tað tristar, sum tá
vanliga vórðu nýttir til útróður,
sum ikki bóru boð í bý. Tá varð tað
eftur hetta forboðið at fara til havs
við so smáum bátum.
Bókin hjá Heina Madsen “Fær
øernes hvornaar skete det” greiðir
frá nógvum av hesum vanlukkum.
Bert frá 1870 eru umrøddar úti
við 200 vanlukkur á sjónum, sum
kostaðu 1.250 mannalív.
Aftast í nýggju bókini er eisini
eitt yvirlit yvir hesar vanlukkur. Tað
eru uttan iva enn fleiri vanlukkur
enn. Umframt eru eisini nógvar
vanlukkur, har einstaklingar eru
deyðir við skipi. Tískil er samlaða
talið heilt fitt hægri enn tað
nevnda.
Men her fæst ein hylling á,
hvussu vandamikil gerandisdagurin
var í Føroyum. Tað er ótrúligt, at
føroyska samfelagið hevur hórað
undan við slíkum mannfalli!
Søgan hjá 300 fiskimonnum
Bókin umrøður lagnurnar hjá um
leið 300 fiskimonnum. Umframt
at greiða frá sjálvum vanlukkunum
verður eisini greitt frá søguni hjá
nógvum av hesum monnum. Serliga
væl verður greitt frá umstøðunum
hjá teimum, sum sótu eftir. Sigast
kann, at hóast umstøðurnar vóru
truplar, so eydnaðist einkjum og
børnum í flestu førum at koma
undan. Eg kendi einki dømi um, at
tað ikki eydnaðist. Tað verður meira
enn eina ferð tikið til, at einkjurnar
vóru tær veruligu hetjurnar í
Føroyum. Tað er eisini so satt sum
tað er sagt.
Bókin er 400 síður til støddar og
hevur eisini nógvar myndir, fleiri
teirra eru rættiliga forvitnisligar. Í
mun til síðutalið verður hon bílig,
hon kemur bert at kosta kr. 250 í
bókahandlunum.
Bókin er fyrst og fremst bygd á
munnligar keldur. Tað er ein hópur
av fólki, sum hava givið síni íkøst.
Tað er hetta, sum ger bókina so
viðkomandi. Fleiri teirra eru ikki
okkara millum longur. Ofta hevur
tað tískil verið í síðstu løtu, at hesar
frásagnir eru varðveittar.
Ein stórur partur av tilfarinum
hevur verið í Miðvikuni. Ofta hava
lesarar ynskt eftir, at fáa hetta tilfar
meira atkomiligt í bókalíki, og er
tað nú gjørt. Í nógvum av hesum
tilfari eru meira ella minni komið
afturat. Fleiri partar er tó heilt av
nýggjum, so sum partarnir um
”Onnu”, ”Florens” og ”Doru.”
Perman á bókini sigur annars
meira enn nógv orð. Hetta er máln
ingurin “Sakn” hjá Sámal J-Mikines.
Hetta er ein av hansara kendastu
málningum. Bygdin Mykines, og
eisini ættin hjá málaranum Miki
nes, var eisini hart rakt av van
lukkum og sjúku. Tað sigst, at
málningin Sakn gjørdi Mikines
lidna í sambandi við ”Neptun” í
1934, har nógvir menn úr Mykinesi
vóru við. Inni í bókini eru fleiri
málningar hjá Mikines um sama
evni endurgivnir í litum. Eisini er
Ingálvur av Reyni umboðaður í
bókini við tekningum.
Tað hevur verið skrivað av øðrum
um summar av hesum vanlukkum.
Men í hesi bók er meginparturin av
tilfarinum ikki alment kent áður.
Bert í avmarkaðan mun er tikið í
tað, sum onnur hava skrivað, fyri
at kunna fáa vanlukkurnar lýstir
í síni heild.
Her skal gevast ein hylling av
innihaldinum í bókini við at umrøða
teir ymsu partarnar í bókin:
Skaðadagurin í Hesti
Í 1919 hendi fyrst tann vanlukkan,
at ein bátur við 4 monnum ikki kom
aftur av útróðri. Tá fór ein annar
bátur við 7 monnum at leita eftir tí
fyrra bátinum. Men tað hendi tað
vanlukkuliga, at hesin bátur heldur
ikki kom aftur. Tískil misti tann
lítla bygdin í Hesti 11 menn í senn.
Enn livir eitt av teimum børnum,
sum blivu faðirleys tá, og er hetta
tann nú 96 ára gamla Ingibjørg
Hansen, sum giftist til Gøtu.
Hon hevur greitt frá, hvussu hon
minnist hesa hending, og hvussu
lívið var eftir vanlukkuna.
Ein onnur kelda er Kristian Djur
huus, løgmaður.
Skaðaárið 1920 við
61 sjólátnum
1920 gjørdist tað ringasta skaðaár
í nýggjari tíð við 61 sjólátnum. Tá
fórust fýra skip: “Helena” av Tvør
oyri við 20 monnum, “Kristina” úr
Klaksvík við 16 monnum, “Karin” úr
Vági við 13 monnum og "Puritan" úr
Havn við 6 monnum. Ein postbátur
fórst í Vestmannasundi við fýra
fólkum, og tveir mans fórust á út
róðri.
Kjølbro hevði beint keypt “Krist
inu” og slapp ikki at tryggja hana
til fult virði. Hann mundi farið á
húsagang longu tá. Men bankin
hevði tiltrúgv til Kjølbro og eggjaði
honum at halda áfram.
Skipari á “Kristinu” var Axel
Sivertsen frá Gjógv. Hann var trú
lovaður við Elsu á Biskupstøð, og
tey skuldu giftast, tá ið hann kom
heim aftur. Men sjálvt eftir, at
vissa var fyri, at eingin fór at koma
aftur, helt Elsa áfram við at seyma
brúðarútstýr! Hon kundi snøgt sagt
ikki fáa seg at trúgva, at Axel ikki
kom aftur
Hóast hon giftist seinni, gekk
Elsa alt lívið við ringinum hjá Axeli.
Hetta var trúfesti við lít, sum tað
eisini eru onnur dømi um.
1924 enn eitt vanlukkuár
við 45 sjólátnum
Í 1924 gekk “Anna” av Toftum burtur
við 17 monnum við Grindavík á
Suðurlandinum. Teir vóru á veg til
Reykjavíkar við sjúkum manni.
Sum oftast fingu burturgingnu
fiskimenninir váta grøv, men í hes
um førinum komu 14 lík upp á land,
og tey vórðu jarðað í gamla kirkju
garðinum í Reykjavík. Menninir
fingu eina stórsligna jarðarferð,
har íslendingar eisini fingu víst sín
samhuga við føroyingum.
Tá kom eisini til sjóndar, hvussu
væl tað kom við at hava gott fólk í
landi. Ein teirra var Alfred Petersen,
sjómanstrúboði, sum tók sær av av
føroyskum fiskimonnum í Íslandi.
Ein annar var danski sendimað
urin Frank de Fontenay, sum skipaði
fyri jarðarferðini, og sum hevði
stóra umsorgan fyri føroyskum
fiskimonnum. Hann kom seinni til
Føroya at vitja tey eftirsitandi, og
hann kom ikki tómhentur!
"General Gordon" av Tvøroyri
gekk burtur við 19 monnum. Fleiri
frásagnir, óheftar av hvørji aðrari,
benda á, at teir vóru niðursigldir av
bretskum trolara.
"Sjóriddarin" úr Vági fórst við 8
monnum.
1927: Florens og Riddarin
Ein tann mest umrødda vanlukkan,
sjálvt í nýggjari tíð, var, tá ið sam
anstoytur var millum “Florens”
og “Hafstein”, og sjey menn á
»Havið tók teir«
Søgan um teir, sum
ikki bóru boð í bý
Komandi týsdag kemur bókin »Havið tók teir« í bókabúðirnar. Í
hesi Miðviku skal verða greitt eitt sindur frá bókini og innihaldinum
Jarðarferðin av manningini á “Onnu” í 1924. Her síggjast tær níggju kisturnar frammi í kóri.
Óli Jacobsen
Havið tók teir – Søgan um teir, sum ikki bóru boð í bý
Forlagið Tjørnu t
Søgan um teir, sum ikki bóru boð í bý
ð
Havið tók teir
Óli Jacobsen
13/11/1