Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-23, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. november 2011síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mikudagur 23. november 2011 · Nr. 136 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Óli Jacobsen olijacobsen@olivant.fo “Florens” doyðu. Tí er hetta ein sera kensluborin hending fyri allar partar, sum ikki er skrivað í síni heild fyrr. Á heysti sama ár var ein van­ lukka á Eysturlandinum, tá ið átta menn av “Riddaranum” fóru í land við einum báti at avrokna við bóndan, teir høvdu keypt seyð frá. Báturin holvdist, og sjey av átta monnum druknaðu. Ein bjargaðist við at halda seg fastan undir tí holvda bátinum í samfullar fýra tímar. Ein grøv við gravsteini á Seyðis­ firði er eitt ítøkiligt minni um hesa vanlukku. 1928: Acorn Ein tann mest ræðuliga hending, sum føroyskum fiskimonnum hev­ ur verið fyri, mundi vera við ”Acorn” í 1928. Tá brast ein karbiddunkur í lugarinum, og sjey menn brendu til deyðis. Summir doyðu beinanvegin, meðan aðrir doyðu á ferðini til Reykjavíkar. Tann seinasti doyði eftir at vera komin til lands. Hetta er ein sera kensluborin søga millum annað við teirri heils­ an, sum tann 16 ára gamli Poli bað pápa sín sendi mammu síni, áðrenn hann doyði. Eisini er frásøgn um, hvussu heimafólkið upplivdi hesi vanlukku og um Jákup Paula Biskopstø, sum brendist so illa, at hann hevði sjónlig mein av tí restina av lívinum. Hetta er ein av teimum hend­ ing­um, sum var so ræðulig, at fólk ikki tosaðu um hana. Tí eru tey avvarðandi at slíkum hendingum fegin um, at hetta kemur fram á henda hátt, so tað frítt kann tosast um tað, sum hendi. 1930: Ernestina Ein tann best kenda vanlukkan man vera, tá ið “Ernestina” sigldi á eitt sker á Suðurlandinum, og 9 menn umkomust. At teir ikki gjørd­ ust fleiri, var Ziska Jacobsen fyri at takka. Hann svam í land við ein­um enda, og tískil fekk bjargað allari manningini. Í bókini eru fleiri frá­ sagnir, sum ikki hava verið lýstar av øðrum, millum annað frásøgn um hendingini hjá Ziska sjálvum, og um Jógvan Thomasen, sum skriv­ aði sín egna jarðarferðarsang, ið var funnin í lumma hansara, eftir at hann var deyður. 1931: Dora “Dora” úr Vestmanna gekk burtur á heysti 1931 við 17 monnum. Um vanlukkuna kann lítið sigast. Tá ið Dora var saknað fóru menn við “Seagull” undir Ísland at leita eftir henni, men hetta var vónleyst. Greitt verður frá fleiri av teim­ um, sum vóru við. Millum annað um Lottu og Óla Jákup Egholm í Streymnesi, sum áttu fimm synir. Tveir doyðu smáir, ein doyði í 1930 við “Slatrinum”. Nú vóru tveir eftir 18 og 23 ára gamlir. Teir fórust við ”Doru.” Tá sótu tey bæði eftir við ong­um barni. Hetta er bert eitt dømi um, hvussu hart fólk kundu verða rakt. 1932: 42 menn farast Á vári 1932 hendi ein dupultvanlukka, tá ið bæði vágsskipini ”Laura” og ”Im­manuel” gingu burtur. Tað vóru 19 mans á hvørjum skipi. Við “Lauru” vóru mest suðuroyingar og við “Immanuel” mest eysturoy­ ing­ar. Millum hesar var tann tá nývaldi formaðurin í Føroya Fiski­ mannafelag, Hans Jacob Hav­streym. Hetta var sjálvsagt eitt bakkast fyri felagið men eisini fyri føroyskan politikk. Havstreym hevði uttan iva blivið ein av oddamonnum í Javn­aðarflokkinum, um honum varð lív lagað. Hetta ár vóru eisini tvær báta­ vanlukkur, har fýra menn sjólót­ ust. 1934: Neptun og Nólsoy Longu í 1934 hendir enn einaferð ein dupultvanlukku, enntá størri enn tann í 1932. Tá fórust “Nólsoy” við 20 monnum og “Neptun” við 23. T.v.s. at 43 menn farast í einum. “Neptun” er annars einsamøll við 23 monnum tann størsta vanlukka í føroyskari skipasøgu. Umrøðan av hesum skipum er tann størsti parturin í bókini. Lut­ víst er nokk so nógv skrivað um hesa van­lukku, og tað eru eisini sera áhuga­verd­ar frásagnir frá av­ varð­andi. Ikki minst frá Steingrimi Kristoffersen, son skiparan á “Nep­ tun”, Óla Jákupi Kristoffersen. Stein­grim minnist heilt klárt tann dagin, tá ið “Neptun” fór avstað, eins og hann greiðir frá umstøðunum heima, eftir at pápin var farin. Eisini eru áhugaverdar frásagnir um brøðurnar Sámal Jákup og Óla Jákup Jacobsen, sum doyðu við “Nólsoy” frá tilsamans 21 børnum. Taka vit tað hálvtriðja árið frá heysti 1931 til várið 1934, fórust ikki færri enn 100 menn á sjónum! 1944: Verdandi Tað er bert ein frásøgn í bókini frá krígnum, og hon er um “Verdandi”. Tórhallur Andreassen, ein av kendu brøðrunum av Oyrarbakka, var tann seinasti, sum sá manningina á “Verdandi”, tá ið teir fóru av Siglu­ firði. Hesum greiðir hann frá. Eisini verður millum annað greitt frá kokkinum, sum knappliga noktaði at fara avstað, tí hann kendi eina ófrættarkenslu. Hetta bjargaði hansara lívi. 1957: Stella Argus “Stella Argus” er tann einasta av hesum vanlukkum, sum heilt mong minnast. Teir vóru á sildaveiðu við gørnum norðanfyri og hvurvu á veg inn við 22 monnum. Her vóru nógvir sorgarleikir, sum við teimum fýra beiggjunum, sum fórust. Systir teirra Jakoba greiðir frá hvussu hon minnist henda lagnudagin í 1957 og um hørðu lagnuna, sum pápi teirra fekk. Eisini er søgan um kokkin, Kim Hansen, sum var við til at bjarga lívi, áðrenn hann misti sítt egna. Framløga í Hósvík tann 29. november Týskvøldið tann 29. november kl. 19,30 verður framløga av bókini í bygdarhúsinum í Hósvík. Hetta kemur partvís tí, at ein stórur partur av íblástrinum til bókina er úr Hósvík, sum misti nógvar menn við “Nólsoy”. Eisini liggur Hósvík væl fyri hjá fólki úr teimum mest raktu plássunum norðanfjørðs, um tey hava hug at koma við. Edvard Hermansen og Theodor Olsen, prestur, koma at hava orðið. Báðir hava ættarfólk umrødd í bók­ ini. Martin Joensen, sum eisini er ein avvarðandi, kemur at syngja. Bygdaráðið bjóðar ein drekkamunn. Bókin verður at fáa til ein serprís. Komandi partur Komandi partur kemur um tvær vikur, og tá byrjar ein røð við frásøgn hjá 92 ára gomlu Hensiu Jacobsen í Syðrugøtu, ættað úr Streymnesi. Soleiðis ímyndaði Ingálvur av Reyni sær bátin, sum undir dramatiskum umstøðum bjargaði 15 av teimum 22 monnunum við “Florens” Jarðarferðin á Seyðisfirði í 1927 av monnunum av “Riddaranum” Jarðarferðin av Hans Dorius Mørkøre, sum brendist í hel við “Acorn” . Uttast vinstrumegin frá sæst pápi hansara, Jógvan Mørkøre. Hann hevur aðra hondina í fatli av skaðanum hann sjálvur fekk, meðan hann turkar eyguni við hinari hondini 18 menn við “Ernestinu” kundu takka Ziska Jacobsen fyri lívið. Til áminningar góvu teir honum m.a. hesa Bíbliu, har innskriftin er: Til Ziska Jacobsen. Klakksvík. Ein gáva við tøkk fyri at tú, við Guds hjálp, svam í land av „Ernestinu“ hin 27. mars 1930 og vit harvið reddaðust. Frá okkum, ið eftir livdu