Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-23, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. november 2011síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. november 2011 · Nr. 136 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Jóannes Hansen Finnur Justinussen hevur ver­ið í Svøríki og royndarvant, og Pól Jóhannus Justinussen hev­ur í vikuni verið í Aalborg og royndar­ vant. Ann­ars er tað so friðarligt í føroyska fót­bólts­heiminum, sum tað plagar at vera um hesa tíðina. Undantakið er landsliðs­spælarin Christian Lamhauge Holst. Hann og Silkeborg dríva framvegis á, og tølini siga, at tað hilnast væl hjá teimum. Mánakvøldið var Silkeborg á vitjan í Århus, og tað eydn­aðist gest­unum at fara til hús við fullari úrtøku. Úrslitið var 2-0. Hetta var átt­andi lands­kapp­ingardysturin á rað, at teir reyðu og hvítu úr Silke­ borg fóru av vøllinum við úrtøku – fimm ferðir hava teir vunnið, og tríggjar ferðir er tað endað við javnleiki. Silkeborg er á sjeynda plássi við 23 stigum. Tað eru trett­an stig niður til niður­flyt­ingarstrikuna, og harvið er hótt­anin av niðurflyting ikki aktuel. Tvey umfør eru eftir, áðrenn super­ligan fer í vetrarfrí. Sunnu­ dagin fær Silkeborg vitjan av FC Nordsjælland, og ann­an leygardag skal Silkeborg spæla á heimavølli ímóti AaB. Christian Lamhauge Holst held­ ur, at tað eru góðir møgu­leikar fyri, at tað skal eydnast Silkeborg at vinna fulla úrtøku burtur úr teim­ um báðum heima­dystunum, sum eru á skránni næstu vikurnar. Føroyski landsliðsspælarin er fastur maður á liðnum, og hon­um dámar serliga væl nógvu upp­gerð­ irnar millum jysku feløgini. – Tað er nakað serligt at spæla grannadystir. Intensi­tet­urin er stór­ ur, og tað er gott fyri bæði spenn­ ingin og spælið. Í næstsíðsta umfari vann Silke­ borg 4-1 á heimavølli ímóti grann­ unum í FC Midtjylland. Á útivølli vann Silkeborg 2-1 á FCM tíðliga í kappingini. Fyrr í heyst var úrslitið 1-1 ímóti Horsens, bæði á útivølli og á heimavølli, og tað endaði 1-1, tá ið AaB vitjaði í Silkeborg. Jóannes Hansen Um tað verður soleiðis, sum Fót­bóltssambandið vil, so fer tað at verða sekta dyggiliga, um ivi verður sáddur um gegni dóm­arans ella um gegni hjá mót­støðuliði. Á eftirmetingarfundinum, sum FSF og feløgini høvdu síðsta leygar­dag, varð skotið upp, at nýggj grein verður sett í kapp­ingar­regl­urnar fyri fót­ bólt, sum er so ljóð­andi: »Leikarar ella aðrir álitis­ persónar í felagnum, sum al­ ment sáa iva um gegni dóm­ arans, mót­støðuliðið ella onnur í sam­bandi við dyst ella venjing, verða revsað við leikbanni ella burturvísing minst 3 dystir. Um talan er um serliga grovt brot, kann talan gerast um longri bann ella burturvísing.« Um hugt verður aftur á farna kappingarári, so ber tað iva­leyst til at finna meiri enn eitt dømi, har tað møguliga hevði komið upp á tal at nýta grein­ina, sum tað nú verð­ ur skotið upp at seta í reglu­ verkið. Dømi av hesum slagnum er steypa­finalan, tá ið fugl­ firð­ingar vóru sera misnøgdir við, at dóm­arin hevði dømt brots­spark til EB/Streym. Eitt annað dømi er tað, sum varð sagt í fjølmiðlunum upp undir næst­síðsta umfar, tá ið B36 skuldi vitja NSÍ, sum kundu fáa ágóða av, at B36 heldur enn EB/Streymur vann FM. Síðsta ár kom tað meiri enn so fyri, at spurningar av so­ vornum slagi vórðu reistir á heima­síðum hjá feløgunum og á facebook. Tað kann hugsast, at FSF hevði vigað tílíkar út­ søgnir út frá omanfyri stand­ andi orðing. Enn er ikki greitt, um upp­ skotið hjá FSF fer at vinna frama. FSF skal nú – við við­ gerð­ini síðsta leygardag í huga – gera av, um uppskotið skal leggj­ast fyri aðalfundin í februar at taka støðu til. Dómarin verður friðaður Fótbóltur Um spælarar ella aðrir álitispersónar í feløgunum sáa iva um gegni dómarans ella mótstøðuliðið, so fellur hamarin við í hvussu so er leikbanni í tríggjar dystir Tað gongur fínt hjá Lamhauge Fótbóltur Christian Lamhauge Holst og liðfelagarnir fóru mánakvøldið fyri áttandu ferð á rað av vøllinum við í hvussu so er einum stigi Savnsmynd: Álvur Haraldsen Savnsmynd: Álvur Haraldsen Tróndur Arge Føroyski landsliðsspælarin, Pól Jóhannus Justinussen, spældi allan dystin, tá eykaliðið hjá AaB í venjingardysti í gjár vann 2-0 á 1. deildarliðnum FC Hjørring. Heimasíðan hjá AaB letur væl at avrikinum hjá Pól Jóhannusi og skrivar í end­ anum á dystarfrágreiðingini, at Pól Jóhannus »efterlod et fint ind­tryk« Hann venur í hesum døgum við danska superligufelagnum, AaB. Hetta síðsta kappingarárið hevur hann saman við Christian Restorff Mouritsen og Jónas Þór Næs spælt við ís­lendska Vali, men sum skilst, er fel­agið komið í fíggjarligt óføri. Pól Jóhannus stóð seg væl