Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-23, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. november 2011síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mikudagur 23. november 2011 · Nr. 136 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Mynd: Álvur Haraldsen Hilmar Jan Hansen Í kvøld klokkan 19.15 hittast bestu mansliðini hjá Neistanum og Kyndli til grannauppgerð í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn, har í øllum førum heiður og æra standa upp á spæl, sjálvt um talan avgjørt ikki er um nakran toppdyst í Atlantic Air­ ways-kappingini. Neistin er eitt av fýra liðum, sum liggja mitt á stiga­talvuni við seks stigum, og ikki kann sigast, at bláu greipu­vinn­ar­ arnir hava verið serliga sann­ førandi í síðstuni, so kanska hetta er ein dystur, har Kyndil, ið er niðast við tveimum stigum, veruliga kann arga og krúpa nærri hinum feløgunum. Í bestu mansdeildini í flog­ bólti verður ein dystur spældur í annaðkvøld klokkan 19.45, tá ÍF í ítróttarhøllini á Kambsdali tekur ímóti Fleyr. Hetta er heldur ikki nakar toppdystur í Eikliguni hjá monnum, men allíka­væl ein dystur við stórum týdningi. Higartil hava greipuvinn­ ararnir í ÍF bara spælt tveir dystir, meðan argastu kapp­ ingar­neytarnir hava spælt fimm, so nú stendur eftir at vita, hvør dugur er í fugl­firð­ ingum, ið hava tapt annan og vunnið annan av spældu dyst­ unum. Fleyr hevur vunnið ein dyst og tapt tveir, so umráðandi er eisini hjá havnarmonnunum at vísa, at teir eru frægari enn hetta, skulu teir blanda seg millum fremru liðini á stigatalvuni. hilmarjan@sosialurin.fo Granna- uppgerð á Hálsi Eik-ligan menn nr. Lið Dystir Vunnið tapt vunnin sett tapt sett munur Stig 1 SÍ 5 4 1 14 4 10 8 2 Mjølnir 5 3 2 10 8 2 6 3 ÍF 2 1 1 4 5 -1 2 4 Fleyr 3 1 2 4 7 -3 2 5 TB 3 0 3 1 9 -8 0 Atlantic Airways Deildin menn nr. Lið Dystir Vunnin mál Tapt mál Munur Stig 1 KÍF 7 193 158 35 12 2 VÍF 7 186 181 5 8 3 Team Klaksvík 6 155 156 -1 6 4 Neistin 6 149 153 -4 6 5 H71 7 178 184 -6 6 6 StÍF 7 162 173 -11 6 7 Kyndil 6 132 150 -18 2 Hilmar Jan Hansen Finnur Justinussen, sum tvær ferðir síðstu trý árini hevur verið toppskjútti í føroysku kappingini við 23 málum, fer næstu trý árini at spæla við svenska fótbóltsfelagnum, Jönköping Södra, sum í løtuni er í næstbestu svensku deildini, ið kallast Superettan. – Vit hava fingið eitt tilboð um sáttmála, og tað er heilt nær við, at alt er komið upp á pláss, so vit kunnu skriva undir, sigur 22 ára gamli gøtumaðurin, ið gjørdi góða reklamu fyri seg sjálvan, tá hann um vikuskiftið skjeyt fýra mál og legði upp til onnur trý, tá Jönköping Södra vann 12-0 í venjingardysti: – Jönköping er ein góður býur og hetta er eitt gott felag, so eg gleði meg at fara avstað. Hetta sær sera spennandi út og er akkurát nakað fyri meg, heldur nú skjótt fyrrverandi framherjin hjá Víkingi, ið ætlandi fær sín fyrsta arbeiðsdag í Jönköping tann 3. januar. Svenska felagið hevur víst hon­um áhuga, tí frammanundan hava tey ein góðan framherja har, sum fleiri útlendsk feløg hava víst áhuga, so tí vilja tey nú binda um heilan fingur við at fáa sær ein góðan framherja aftrat. Kanska aðrir við – Nú, tá Finnur var so sannførandi í royndarvenjingini, høvdu svensk­ ararnir stóran áhuga og spurdu, um aðrir spælarar kundu vera í Føroyum, sum kundu komið handa vegin, og tað kundi eg bara svara játtandi til, sigur Hans Jacob á Líknargøtu, fót­bólts­um­boðs­mað­ ur, ið hevur tikið sær av sam­ráð­ ing­unum hjá Finni. – At Finnur nú fer til Svøríkis, kann lata fleiri dyr upp, og tað kundi hent seg, at onkur annar føroyingur eisini fer til Svøríkis innan alt ov langa tíð, sigur Hans Jacob, ið minnir á, at Føroyar og Svøríki eru í sama bólki í komandi HM-undankapping, so tí kann svenski áhugin bara gerast enn størri. Jönköping er fjórða staðið í Svøríki, sum Finnur vitjar í sam­ bandi við royndarvenjing, tí framman­undan hevur hann eisini roynt seg í feløgunum Örebro SK, Gefle IF og í Trelleborg FF, sum øll eru í bestu deildini, Allsvenskan. – Tað er meira ella minni til­ vildarligt, at tað bleiv Svøríki, men Finni hevur dámt væl Svøríki, so tí havi eg hildið fram við at leitað eftir einum svenskum felag til hansara. Jönköping Södra er eisini eitt felag, ið hóskar honum sera væl, tí tað er hvørki ov lítið ella ov stórt, sigur Hans Jacob á Líknargøtu. hilmarjan@sosialurin.fo Tróndur Arge Annan dystin á rað fekk toftamaður í Newcastle í gjár fulla spælitíð á eykaliðnum, men heldur ikki hesa ferð varð úrslitið nakað at reypa av. Newcastle tók á heimavølli ímóti teimum næstbestu hjá Everton og tapti 0-4. Venjarin hjá Premier League liðnum hjá Newcastle, Alan Pardew, var millum áskoðararnar. Um miðjan fyrra hálvleik hevði Jóan Símun eina roynd móti Everton-málinum, men verjan stóð fyri. Løtu seinni kom Everton á odda og tá farið var til hálvleiks, var støðan 2-0 til gestirnar. Føroyski landsliðsframherjin var líka við at stúta eitt David Santon-innlegg í mál tíðliga í seinna hálvleiki, men toftamaðurin megnaði akkurát ikki at fáa høvdið orduliga á bóltin. Ímóti endanum av dystinum økti Everton til bæði 3-0 og 4-0. Í næstu viku spælir liðið í lokalu steypakappingini ímóti amatørliðnum Ashington, og sum skilst, verða fleiri føroyingar millum áskoðararnar til tann dystin, tí Norröna er í Newcastle við sínum árliga jólatúri, júst meðan dyst­- urin er. Savnsmynd Jóan Símun hevði kjansir Finnur fer til Jönköping Fótbóltur Toppskjúttin í føroysku kappingini fer næstu trý árini at royna seg í svenskum fótbólti, og umboðsmaður hansara væntar, at fleiri føroyingar saktans kunnu enda í Svøríki TIL SVØRÍKIS Finnur Justinussen skiftir nú Víking út við Jönköping Södra og verður kanska bara tann fyrsti av fleiri føroyingum, sum nú fara at leita sær til svenskan fótbólt Savnsmynd: Álvur Haraldsen