fríggjadagur 25. november 2011síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 25. november 2011 · Nr. 137
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
- Vit hava fingið omanfyri
300 fráboðanir um skaða.
Men talið kann saktans ger
ast størri, tí her koma fráboð
anir allatíðina, sigur vakt
havandi á Politistøðini.
Tað hevur fyri tað mesta
verið talan um smærri skað
ar – til dømis leysar takplátur
og slíkt, sum hevur ligið og
rikist í vindinum.
Ringir onkur til Politi
støðina verður boðað frá til
Brandstøðina, sum síðani
tekur sær av málinum. Hag
ani fara teir út at bøta um
skaðan ella hjálpa teimum,
sum eru komin illa fyri
orsakað av ódnarveðrinum.
Teir hava tó ta skipan, at
farið verður ikki út um tað
stendur um mannalív. Talan
er altíð um eina meting av,
hvussu álvarsamur ið skaðin
er.
- Farið verður tó ikki upp á
tekjur og slík støð, tá tað leik
ar ringast í, verður sagt.
Tá mest er at gera hjá
monnunum á Brandstøðini
mugu fólk bara brynja seg
við toli, tí teir kunnu ikki
vera allar staðir samstundis.
Onnur royna sjálvi at fáa fat
ur á einum handverkara, ella
kanska tey hava ein slíkan í
nánd av sær.
Men tað er helst eisini so,
sum tikið verður til: Kann
sløkkiliðið ikki fara upp á
eina tekju í illveðri, so kann
ein handverkari tað neyvan
heldur.
Umframt
skaðarnar
á
hús og ognir, hava fleiri bát
ar slitið, millum annað á
Skálafjørðinum. Her varð
boðað frá, at tvey av gomlu
skipunum hjá Strandferðslu
ni – m.a. gamli Tróndur - ið
lógu á Skála høvdu slitið.
Fyrr í morgun lógu tey
hvørjumegin
bátahylin
á
Skipanesi, men var ætlanin
seinni at fara eftir teimum.
snorri@sosialurin.fo
300 fráboðanir um skaða
ÓDNARVEÐUR Á Politistøðini í Havn hava teir havt úr at gera í nátt við at taka telefonir frá
fólki ið vóru rakt av ódnarveðrinum, og síðani at geva boð víðari til teir á brandstøðini.
Stephansson Hús var eitt teirra sum fekk skaða av ódnarveðrinum í nátt
Hetta ellisakfarið stóð væl vart heilt inni móti húsavegginum, kundi
ein ikki forða fyri at ein girðing úr erva datt niður á hann
Nógv hevur verið at gjørt hjá teimum
á Brandstøðini í Havn síðani í gjár
kvøldið.
Teir hava fingið einar 230 fráboð
anir, men talið er munandi hægri,
kanska upp ímóti teim 300. Hetta
kemst av, at teir hava tikið ymiskt upp
og hava hjálpt til ymsastaðni á leiðini
til ella frá øðrum uppgávum.
Tíbetur hevur bert við talan um
smærri skaðar, m.a. skaðar á tekjur,
vindeygu, trø, garðar og einstakar alt
anir. Teir mest álvarsomu skaðarnar
í høvuðsstaðnum var ein tekja sum
reiv av Stephanssons Hús og ein onn
ur tekja sum reiv á einum húsum á
Norðasta Horni.
Tekjur, trø og altanir
Boðað verður framvegis
frá ófantaligum veðri teir
komandi dagarnar við
bæði vindi og avfalli.
Í morgin verður hann
útsynningur, upp í 15
metrar
um
sekundið,
og tað fer at regna allan
dagin.
Illveður