fríggjadagur 25. november 2011síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Fríggjadagur 25. november 2011 · Nr. 137
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
- Føroyingar, sum arbeiða
uttanlands, mugu hava laga
ligari skattatreytir.
Tað
staðfestir
Jørgen
Niclasen, landsstýrismaður
í fíggjarmálum.
Hann vísir á, at skatta
viðurskiftini hjá føroyingum,
sum
arbeiða
uttanlands,
eru so ómøgulig, at fleiri av
teimum ikki tíma at búgva
í Føroyum longur, men eru
heldur rýmdir av landinum
og hava búsett seg uttanl
ands.
Landsstýrismaðurin vísur
á, at skattaviðurskiftini hjá
teimum eru so fløkjaslig, og
samstundis verða teir so hart
skattaðir, at hetta eru viður
skifti, sum tað ikki slepst
undan at endurskoðað.
Sum dømi nevnir hann, at
summir føroyingar, sum sigla
úti, verða eisini skattaðir av
flogferðaseðlunum ímillum
Føroyar og skipið.
- Skulu teir so harafturat
flúgva langt at mynstra,
verður skatturin høgur.
Støðan er eisini tann,
at føroyingar, sum sigla í
norsku oljuvinnuni, rinda
norskan skatt, tá ið teir eru í
norskum øki, men so títt og
knapt, teir fara úr norskum
øki, skulu teir rinda føroysk
an skatt.
- Tað sigur seg sjálvt, at
tað er ikki nøktandi, at ein
føroyingur, skal rinda eini
8%-10% meiri í skatti, enn
norðmaðurin,
ið
stendur
undir liðini á honum, sigur
Jørgen Niclasen.
- Tað er eisini munur á
skattaviðurskiftunum
um
ein føroyingur uttanlands
arbeiðir frá eini føroyskari
fyritøku, ella um hann ar
beiðir hjá eini útlendskari
fyritøku
Flyta av landinum
Hetta eru bara nøkur dømi
um óheppin skattaviðurskifti
hjá føroyingum uttanlands,
men mong onnur dømi eru.
- Og vit ætla at gjøgnum
ganga alla skattaskipanina, tí
skattingin er ikki rímilig.
Hann
sigur,
at
hann
kennir fleiri føroyingar, sum
rætt og slætt eru fluttir av
landinum av hesari orsøk.
Hann er ikki við upp á at
kalla hetta ein skattalætta
til føroyingar, sum arbeiða
uttanlands.
- Hetta er ein endurskoð
ing, sum er neyðug at gera,
tí samstundis, sum vit royna
at fáa fólk at flyta til landið,
hava vit her eina skattaskip
an, sum rekur fólk av landi
num, sigur hann.
- Vit noyðast at endur
skoða viðurskiftini hjá før
oyingum uttanlands og laga
skattaskipanina soleiðis til,
at teir tíma at verða búgv
andi í Føroyum, sigur lands
stýrismaðurin í fíggjarmál
um.
- Og tað, sum er galdandi
fyri føroyingar í Føroyum,
skal eisinni vera galdandi
fyri føroyingar, sum arbeiða
uttanlands, nevniliga, at tað
skal loysa seg at arbeiða,
leggur Jørgen Niclasen aftur
at.
aki@sosialurin.fo
Nú skulu tveir kommu
nulæknar afturat setast í
Havnini.
Heilsumálaráðið hevur
játtað at seta tveir kommu
nulæknar afturat í Havnini
so at tað tilsamans verða 11
kommunulæknar í høvuðs
staðnum.
Men tað bar ikki til at
lýsa eftir læknum, fyrrenn
Tórshavnar
Kommuna
hevði útvegað teimum høli
at vera í.
Og tað gjørdi Tórshavnar
býráð á fundi í gjárkvøldið.
Í gjárkvøldið samtykti
býráðið at leiga høli í Mið
lon í Havn og nú skulu tey
innrættast til tríggjar kom
munulæknar.
Hølini verða klár um
tveir mánaðir í seinasta
lagi, men Býráðið fer bein
anvegin at heita á Heilsu
málaráðið um at søkja eftir
teimum báðum kommunu
læknunum, sum eru játt
aðir.
Hølini, sum verða leigað
í Miðlon, eru tilsamans 651
fermetrar.
Sostatt fáa læknarnir 217
fermetrar í part og tað er
eftir krøvunum, sum sett
verða til høli til kommunu
læknar.
Tvey av hølunum verða
so tikin í brúk beinanvegin,
men hølini til triðja kom
munulæknan standa klár,
til hann kemur einaferð.
Á fundinum í gjárkvøld
ið samtykti býráðið eisini at
gera ein 10 ára leigusáttmála
við Miðlon fyri 970 krónur
fermeturin um árið og
harafturat skal kommunan
rinda 2,5 milliónir til at
innrætta hølini til kommu
nulæknarnar fyri.
Einasti býráðslimur, sum
ikki tók undir við ætlan
ini, var Anfinn Brekkstein,
býráðslimur fyri Sambands
flokkin.
Hann
undrast
á,
a
Kommunan fer ger ein 10
ára leigusáttmála við eina
handilsmiðstøð ístaðin fyri,
at kommunan sjálv byggir
eina læknamiðstøð.
Nú skal ein arbeiðsbólkur
setast at finna út av, hvus
su Tórshavnar Kommuna
kann verða grønari.
Í gjárkvøldið samtykti
Tórshavnar Býráð at seta
ein arbeiðsbólk, sum skal
gera ein orkupolitikk fyri
kommununa.
Arbeiðsbólkurin
skal
verða mannaður við um
boðum fyri umsitingina
hjá býráðnum og við trim
um býráðslimum.
Býráðslimirnir í bólki
num eru Elin Lindenskov
og Marin Katrina Frýdal
fyri meirilutan og Jan
Christiansen fyri minni
lutan.
Elin Lindenskov, sum
eisini er limur í heilsu- og
umhvørvisnevndini, sigur,
at nú eru allir kommunal
ir bygningar skrásettir og
at næsta takið verður at
seta hendan arbeiðsbólkin,
sum kann útgreina, hvussu
tað ber til at spara orku í
kommununalu
bygning
um, bæði teimum núver
andi og teimum, sum verða
bygdir framyvir.
Hetta skal gerast bæði
fyri at spara útreiðslur og
fyri at minka um co2 út
látið. Í hesum sambandi
verður víst á ”Grøna skjal
ið”, har tað stendur, at kom
munur skal leggja dent á at
minka um orkunýtsluna og
at minka um nýtsluna av
av jarðbundnum orkukeld
um og økja um nýtsluna av
alternativum orkukeldum.
Eftir skjaliinum skal
eisini útgreinast, hvussu
kommunalt virksemi kann
skipast, soleiðis at kom
munurnar ganga á odda
at spara orku og at minka
skaðiligu árinini á um
hvørvið.
Havnin skal
verða grønari
Tveir kommunulæknar
setast afturat í Havnini
Skattalætti til føroyingar
sum arbeiða uttanlands
FRÁFLYTING Gongdin má
vendast, sigur Jørgen Niclasen,
landsstýrismaður í fíggjarmálum
Órímiligt
Skattaskipanin hjá teimum føroyingum, sum arbeiða uttanlands, má lagast til, so at teir ikki
flyta av landinum, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum