fríggjadagur 25. november 2011síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 25. november 2011 · Nr. 137
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
- Føroyingar hava mist mót
ið og eru falnir í fátt eftir
at nýggja samgongan legði
fram samgonguskjalið, sum
eftir okkara tykki eingi at
lit telur til samfelagsligar,
sosialar og fíggjarligar av
leiðingar fyri føroyska sam
felagið, sigur Birita í Dali,
ein av fyriskiparunum av
mótmælisrørsluni
Virtuell
Demonstratión, sum í hesum
døgum herjar á Facebook.
Eisini útisetar kenna seg
vónbrotnan av nýggju sam
gonguni, sum ætlar at tiðna
blokkin, skatta pensjónirnar
við inngjaldi og gjøgnumføra
eina flatskattaskipan.
Virtuella
Demonstra
tiónin er sprottin úr ónøgd
ini hjá lesandi í Keypman
nahavn, Aarhuus, Íslandi,
Aberdeen og Føroyum, sum
settu seg saman á Facebook,
og ráða nú øllum til at taka
myndir við einum skelti, sum
vísir hvat tey eru ónøgd við,
og síðani leggja myndina á
Facebook.
Summi er ónøgd við, at
etisku virðini verða park
eraði í fýra ár. Onnur eru
ónøgd við, at blokkurin skal
hækka, at ríka tey ríku við
flatskattaskipanini, at eingin
javnstøða er í landsstýrinum
og so framvegis.
-Vit eru ósamd, men vit
hava eisini møguleika at
ávirka sjálvt um vit ikki fys
iskt eru í Føroyum, og tí kom
hugskotið til internet mót
mælini, sum eru ætlað sum
fyrireiking til eina veruliga
mótmælisgongu í Føroyum,
greiður Birita í Dali frá.
Fyrsta virtuella
demonstratiónin
í Føroyum
Birita í Dali heldur, at ein
slík mótmælisrørsla avgjørt
kann vera gagnlig, hóast
hetta er tann fyrsta av sínum
slag í Føroyum.
- Tað, sum er gott við hes
um tiltakinum er, at hetta er
á netinum, og tí kann halda
fram leingið, og fólk senda
støðugt mótmælissetningar
við mynd av sær á Fb-síðuna.
Tað er altíð nógv lættari bara
at ”dáma” tað, sum onkur
annar sigur, men í hesum
førinum skal man í roynd
og veru gera nakað virkið
sjálvur, og tí kunnu vit siga,
at undirtøkan higartil er
sera góð. Áleið 100 hava tik
ið mynd, og yvir 400 hava
meldað
seg
til
tiltakið,
greiður Birita í Dali frá.
Veljarin skal ikki tiga
Kritikkurin, sum Birita í
Dali og fyriskipararnir hava
fingið er, at Løgtingsvalið
longu hevur verið, og tí er ov
seint at mótmæla nú. Í val
stríðnum vóru ætlanirnar
hjá flokkunum í samgonguni
eisini førdar fram, men eing
in gjørdi uppreistur tá.
Útisetar gera
Ein av fyrireikarunum
av VIrtuell
Demonstratión er
Birita í Dali, sum er
mótmælir, at blokkurin
verður hækkaður