Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-25, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. november 2011síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 25. november 2011 · Nr. 137 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Randi Jacobsen – Vit vilja ikki hava russiskar og italskar tilstandir her í Føroyum. Vit kunnu ikki hava ein fiskimálaráðharra, sum er ógegnigur í umleið 80 prosentum av málaunum, sum hann skal umsita. So bersøgin er Árni M. Dam, fyrrverandi reiðari og fyrrverandi skrivari í reið­ arafelagnum i eini grein á Vágaportalinum. Grundgevingin fyri, at Jákup Mikkelsen so ofta verð­ur ógegnigur í fiski­ vinnu­málum er, at hann er svágur Hanus Hansen, reiðara, sum keypir eitt skip fyri og annað eftir. Árni M. Dam skrivar víð­ ari: - Vit føroyingar vóru so smátt við at fáa sjálvs­virð­ ingina aftur, nú tá vit fóru út at krevja okkara sjálvsagda rætt av tí, sum svimur í Før­ oyskum sjógvi. Nakað av kjaki hevur verið í seinastuni -  um tað er rætt, at útlendingar skulu hava loyvi til at keypa øll tey bestu vinnutólini og harvið eiga størsta og besta bitan av rávøruni hjá føroyingum. Flest onnur lond geva ikki loyvi til, at útlendingar keypa rávørugrundarlagið upp. Tað gongur útyvir alt Føroya fólk – millum ann­ að tí, at tað nú bert er út­ lendsk fígging í flestu vinnu- tólunum, soleiðis at føroysku bank­arnir bert hava tann partin eftir at fíggja, har tað gongur minni væl - sum sjálv­sagt, aftur førir við sær, at inn­tøkumøguleikarnir hjá føroysku bankunum minkar - og tað gongur harvið út yvir allar hinar kundarnar hjá bankunum – og ikki minst húsaeigararnar. Árni M. Dam hevur lítið álit á Jákupi Mikkelsem sum fiskimálaráðharra: - Ikki vænti eg at tað kem­ ur nøkur broyting á hesum økinum við núverandi fiski­ málaráðharra. Tí er neyðugt, at vit fáa annan fiskimálaráðharra, sum hevur politisku styrk­ ina, at gera nakað við hesi tingini og sum kann halda fast við kósina, ið var sett - um at fáa størri part av uppi­ sjóvarfiskinum og serliga av makreli og sild. Árni M. Dam sigur í stutt­ ari viðmerking til Sosialin, at hann er ikki einsamallur um at hava hetta sjónarmiðið. Fleiri vinnulívmenn hava sagt seg vera samdar, men teir fáa av ymsum orsøkum ikki sagt tað alment. Ógegnigur fiskimálaráðharri Vit mugu hava ein annan fiskimálaráðharra enn Jákup Mikkelsen, sum er ógegnigur í 80 prosentum av málunum, sum hann skal umsita, sigur Árni M. Dam, fyrrverandi reiðari Árni M. Dam, fyrrverandi reiðari