fríggjadagur 25. november 2011síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Fríggjadagur 25. november 2011 · Nr. 137
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Snorri Brend
Á býráðsfundi týskvøldið
var avgjørt, at seta ta fyrstu
milliónina í ein grunn til
frama fyri mentanarhúsi í
Klaksvík.
Ætlanin er, at eitt slíkt hús
skal kunna hýsa sjónleiki,
tónleiki, list og øðrum ment
anarligum tiltøkum.
Orsøkin til hetta stigið er
tann sannroynd, at sera nógv
listafólk eru í Klaksvík, men
at umstøður teirra als ikki
eru av teimum bestu:
Klaksvíkar Sjónleikarfelag
telist millum tey virknastu í
landinum, men hava einki
egið stað, har tey kunnu
framføra leikir sínar.
Tónleikinum vantar eisini
eitt stað og ein pall til tær
ymisku framførslurnar. Og øll
teimum mongu og kreativu
listafólkunum tørvar eisini
teirra stað til at mála í og
hava framsýningar.
– Men ætlanin er somu
leiðis at húsið skal kunna
nýtast av øðrum, slær for
maðurin í mentanarnevndini
í Klaksvík, Jógvan Skorheim
fast. – Hetta skal gerast eitt
kraftsentur fyri mentanina í
býnum.
Ætlanin er kortini ikki, at
hetta bara skal vera eitt hús
sum verður opið um kvøldar
nar ella um vikuskiftini. Ein
hugsan er tí at ein fær eina
café ella líknandi her, soleiðis
at húsið verður opið sum
mest.
Enn er eingin tíðarætlan
sett fyri mentanarhúsinum,
men nú er skjøtul í øllum
førum settur á.
snorri@sosialurin.fo
Fyrsta stigið til tað
stóra mentanarhúsið
Eysturoy: Nýggjar pakkaloysnir
er eitt mál sum Ferðavinnan
í Eysturoynni fer at arbeiða
við. Formaður er Hákun
Andreasen úr Leirvík.
Hósvík: Týskvøldið fer Óli Jacobsen
at leggja fram bók sína »Havið tók
teir«. Stórur partur av íblástrinum
til bókina er júst úr bygdini.
Leirvík: Hesar komandi vikurnar
verður tunnilin stongdur um
næturnar. Ferðslan verður tó leidd
í gjøgnum klokkan 24, 2 og 4.
Havn: Hóast síni 91 ár gevur
Jóhannes Andreas Næs nú út 6. bind
í bókarøðini um missiónssøguna.
Evnið hesaferð er sunnudagsskúlin.
Klaksvík Í farnu viku tók býráðið í Klaksvík tað
fyrsta stigið til tað sum einaferð í framtíðini verður
til eitt væl útgjørt mentanarhús mitt í býnum
Øll manningin gjørdi
eitt eitt fantastiskt
arbeiði, og tað takki
eg teimum fyri
Leirvíkingurin Eyðun
Andreasen við
Trúboðan, eftir
at hann fekk
tvey hjartastopp
umborð á Eldborg
Hetta skal gerast eitt
kraftsentur fyri mentanina
Gera bygn
ingin lidnan
Í Skálafirði: Hóast so
mong sum sjey ár eru
liðin, síðani samkomu
bygningurin Keldan varð
tikin í nýtslu, er ikki alt
liðugt enn innanveggja.
Líka
síðani
2004
hevur verið arbeitt at
røkka hesum máli. Væl
er komið áleiðis, tí bæði
frískúli og barnaansing
eru komin síðani tá.
Nú verður framvegis
arbeitt at røkka mál
inum, og verður í hesum
umfari hugsað um at
gera fleiri skúlastovur,
bókasavn
og
lærara
rúm.
– Tað er nærum ikki
dagur at ikki onkur er og
arbeiðir í bygninginum,
verður sagt úr Kelduni.
– Hesi smíða, arbeiða við
el, tapetisera, mála og
gera annað fyrifallandi.
Alt hetta stóra og
sjálvbodna
arbeiðið
verður leitt av Henningi
Hansen og Joan Peturi
Jacobsen.
snorri@sosialurin.fo
kring landið
TÍÐ OG ORKA
– Tað fer sjálvandi
at taka tíð og orku at koma
á mál við eini lutfalsliga so
stórari verkætlan, men eg havi
góðar vónir fyri at náa einum
úrsliti, sigur Jógvan Skorheim,
formaður í mentanarnevndini