Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-25, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. november 2011síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 25. november 2011 · Nr. 137 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Bara ein av flokkunum segði undan valinum, at teir ætl­ aðu at tiðna blokkin, um tey fingu vald til tess. Og um leið ¼ av veljarunum tók und­ir við hesum. Allir hinir søgdu klárt og týðuliga “nei!” tá teir fingu spurningin, um blokkurin skuldi tiðnast. Og nú standa vit her u.l. 75% av veljarunum drignir upp á tráð, niðurgjørdir og eyðmýktir. Hetta er eitt tað ljótasta og fúlasta sum gjørt er í føroyskum politikki síðan heimastýrið kom í gildi í 1948. Ein fær tað spýggjandi vaml fyri politikki og teimum fólk­unum, sum eru uppi í poli­tikki, stoltleiki, sómi, æra, lyfti og prinsipp, alt verð­ur blakað á bláman, bara ein kann sleppa fram at valdinum, teimum feitu løn­ unum og ikki at gloyma pen­ sjón­unum. Hvussu kunnu vit, sum kenna okkum svikin og hildin fyri rukku hava nakra virðing fyri hesum persónunum? Eg dugi tað ikki! Sjúrður Skaale sigur seg “virða” avgerðina hjá sam­ gong­uni. Hvat meinar Sjúrð­ ur við at “virða”?, um so er, so er hann eftir einum hálvum ári snaraður 180 stig, og er vorðin ramur sam­bands­ maður. Aftur eitt dømi um, hvussu litið ein skal leggja í, hvat politikararnir siga, torvmold í eyguni á okkum bláoygdu, sum hildu at “eitt orð er eitt orð, og ein maður er ein maður”. Eg vóni tó, at  Sjúrður meinar, at hann fer at “akta” (sjálvt um tað er nóg ringt) boðini frá samgonguni, tó at hann vanvirðir tey. Vit plaga at flenna, tá vit lesa biddarabrøv, sum før­oyingar sendu kongi í gomlum døgum:” vi stakkels, arme, fattige folk udi færø;” men tá var tað ein vissur sann­leiki í hesum orðum, sjálvt um tey ikki vóru ser­ liga virðilig. Men at vit í dag niðurgera okkum á sama hátt, er mær púra óskiljandi. Fara niður til Danmarkar at bidda frá teimum, sum skylda per fólk nær um tvær ferðir so nógv, sum vit???? Álvara tos, hvussu lágt vilja vit níga?  “Lágt nígur hann, ið høsnareyv vil kyssa”, sigur orðatakið. Forestin, hvar skulu danir spara fyri at fáa hasar milliónirnar, sum skulu sendast okkum? Skulu teir fara við plenuklipparanum, ella lata nakrar barnagarðar aftur ella?????????????  Kanska vera danir blíðir og játta biddarunum, tá teir koma, men tað man neyvan vera tí teimum tykir synd í okkum; fyri teir er sjálvandi umráðandi at halda “ríkið” intakt. Tað er ringur stjórn­ málamaður, ið ikki vil varð­ veita ella víðka um ríki sítt. Og hann skal ikki fara í kríggj fyri at vinna sær hetta landið, tað kostar einki blóð, tey selja seg fyri nakrar fáar hundrað milliónir; tað man vera lættasta landvinning nakar hevur hoyrt um.  Annars las eg í bløðunum í gjár, at summir løntakarar í Føroyum vinna meira enn 5 milliónir kr. um árið, tað er nakað tað sama sum ein vanligur slitmaður brúkar eini 22 ár um at vinna (u.l. helvtin av arbeiðsføra lívin- um). Man vanligi danin ikki halda tað var eitt virðiligari mið at troytt heldur enn at givið hesum somu ein feit­ an skattalætta, sum næs­tan svar­ar til helvtina av árs­ lønini hjá omanfyri nevnda slitmanni, sum so sami dani skal endur­rinda??? “Spar i skat, skyd en fær­ ing!” skrivaðu summi donsk bløð í 90-árunum,  tá sjálv­ skapta kerppan herjaði í Før­oyum, og danir hildu, at teir skuldu gjalda ballið; munu hesi orðini aftur fara at síggjast? Tá verður minni stuttligt at vera føroyingur á flatlondum.   Annars kundi ein eisini trivið í hatta horribla skatta­ uppskotið hjá Fólka­flokk­ inum, sum eftir øllum at døma bara kemur teimum oman fyri nevndu til góðar. Og her er serliga ein flokkur, sum hevur verið stóri orðloysingurin. Teir tríggir, sum manna henda flokkin, eru kendir fyri at taka orð bíbliunnar í stórum álvara, og minnist meg rætt, so er tað at vera orðloysingur ikki  høgt í metum í tí bókini. 75% av føroya fólki eyð­ mýkt og niður-gjørt av orð­ loysing­unum í samgonguni Bjarki Skúvadal 8 fólkafloksfólk vórðu á løgtingsvalinum vald m.a. við flatskattaskipan á skránni. Hóast hinir flokk­ar­nir bert vildu smærri broyt­ ingar í verandi skatta­ skipan fyri at lætta um hjá miðal og teim lægru inntøkunum, so arbeiða í løtuni 4 flokkar og 19 tingmenn fyri hesu koll­veltandi fólkafloks flat­skattaskipanini, sum oysir milliónir inn til tey ríku, meðan hini fáa millum nakað og einki, serliga við øktum kommunuskatti sum fylgi av, at kommunur­ nar missa inntøkur í sam- band við skattingina av eftirlønum við inngjald og av øktum vælferðar­ kostnað, tí núvernadi rík­mannaskattur verður reduceraður í stóran mun. Hetta líkist eini høgra­ kollvelting á fíggjarliga økinum, sum ætlanin er at fremja í tí stilla. Eingin skal fáa høvi til at reagera, fyrr enn hann/ hon er í felluni, og lúkan er farin fyri. At vera valdur upp á skattalætta - sum nevnt - og eftir valið at stuðla og fremja kollveltandi flatskattaskipan hevur onki við demokrati, men nógv meira við demagogi at gera. Tí er alneyðugt, at vit sum vanlig fólk reagera, meðan tíð enn er til tess. Vit, okkara flokkar og feløg mugu beinanvegin fara til verka fyri um møgu­ligt at krevja eina fólkaatkvøðu fyri ella ímóti eini flat­skatta­ skipan ella einari undir­ skriftsinnsavnan ímóti nevndu skipan. Tástani kunnu vit á demokratiskan hátt síggja - svart upp á hvítt - hvat fólkið vil. Kravt má vera, at allur aktivitetur við­víkj­ andi íverksetan av  eini flat­skattaskipan steðg­ ar til úrslitið av fólka­ atkvøðuni ella undir­ skifts ­innsav naðini fyri­liggur. Fólkaatkvøða ella undir­skrifts­ innsavnan Dagfinnur Danbjørg “Leiðin til vøkstur og væl­ferð” er floksmotto’ið hjá Fólka­ flokkinum. Eg ivist ikki í, at nýggja leiðin hjá hesum landi veruliga fer at skapa vøkstur og vælferð hjá summum – ja fleiri fólkum! Men eg haldi ikki at “summi” er tað, sum liggur í floksnavninum, har “fólk” er sentrala orðið. Hesin traditiónsríki flokk­ ur kallar seg eisini ein “borg­ ar­ligan tjóð­skapar­flokk” og gamla navnið, sum teir eftir øllum at døma vilja krógva burtur, sum jú m.a. innihelt “radikalt sjálvstýri” kundi bent á, at vit hava við ein flokk at gera, sum ynskir sjálv­ræði fyri Føroya fólk – ella ynskti tað. Men hvat man hesin flokk­ur halda um sjálvræði, sjálvstýri ella bara fíggjarligt sjálvbjargni í dag? Í valskrá floksins stendur m.a.   - Vit vilja gera arbeiðið lið­ ugt við nýggjari stjórn­ar­ skipan. - Vit vilja, at vit skulu reka okkara egna uttan­ ríkis­politikk við fullari ábyrgd. Okey. Men bíða líka. Arbeiðið við nýggjari stjórnarskipan er hildið uppat, nú hesin flokkur kom fram at valdinum! Hvussu er so við hin­um, “okkara egna uttan­ríkis­ politikk”, sum fólkaflokkurin vil reka “við fullari ábyrgd”? Jú tann munandi styrkti Fólkaflokkurin, vit í dag síggja í samgonguni, hevur avtikið Uttanríkisráðið. Hetta var annars júst tann parturin av stjórnarvaldinum, sum fó l k a f l o k s fo r m a ð u r i n stóð á odda fyri í seinastu samgongu, sum flokkurin var við í. Hann kann ikki hava havt serliga stórar tankar um hetta aðalráð, tá hetta sum tað einasta bleiv avtikið. Flokkurin annars hevur sambært valskránni aðra áskoðan hesum viðvíkjandi, sum vit sóðu omanfyri. Men uttanríkisviðurskifti eru helst í góðum hondum nú undir sambandsformansins leiðslu. Sambandsflokkurin hevur annars verið ein tann minst ídni flokkurin, tá prát hevur verið um henda førleika – uttanríkisviðurskifti. Sjálvbjargni Um vit taka ein av fólka­ flok­sins løgtingsmonn­um, Jógvan á Lakjuni, so sigur hann um fíggjarligt sjálv­ bjargni og blokkstuðul: “Tá ið vit nú upp í saman hoyra Sambandsflokkin siga, at vit skulu fara niður til Danmarkar at biðja um meira blokk, so haldi eg ikki, at hetta er rætt at gera. Fyri tað fyrsta er tað at kasta torvmold í eyguni á fólki at billa teimum inn, at um vit senda fólk niður til Danmarkar at biðja um fleiri pengar, so fara danir beinanvegin at gera, sum vit siga. Danmark hevur í ár dupult so stórt undirskot á fíggjarlógini pr. íbúgva, sum vit hava – og skulu fólk, sum eru verri fyri enn vit, gjalda fyri okkum – hvat er hetta fyri nakað?” Ja, púra samdur Jógvan. Hvat er hetta fyri nakað? Hetta er so í øllum førum tað, tit eru farnir í holt við í sambandsgonguni. Móti endanum á hesari grein Jógv­ans, sum er at finna á heima­síðu fólkafloksins, sig­ ur hann heilt í tráð við val­ skránna: “Fólkaflokkurin er ein borgarligur tjóðskapar­flokk­ ur og hevur sum stavnhald, at í Føroyum skulu føroyingar ráða.” Og lat meg her undir­ strika, at “borgarligur tjóð­ skaparflokkur” merkir ikki “ein flokkur fyri tjóvar sum verja sína borg”, sum mann fær hug til at halda til tíðir, um fylgt verður við í gerðum og útsøgnum fólka­floks­ manna. Nú í seinastuni hava vit frætt, at eisini innanhýsis í Fólkaflokkinum eru tað nakrir borgharrar, sum verja borg. Júmen er tað ikki tað “borgarligur” merkir? Sambandsgongan Gunnar Isfeld