Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-25, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. november 2011síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Fríggjadagur 25. november 2011 · Nr. 137 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Fyrr stóð navnið Edmund Joensen ikki so ofta undir lesarabrøvum í bløðunum. Men tá hann varð valdur á fólkating, fóru brøvini at streyma frá honum. Fleiri undr­aðust - og onkur helt seg kenna skrivingarlagið aftur. Og ein dagin endaði gal­ ið. Ein maður, sum Ed­mund keypti síni lesara­brøv frá, sendi eitt bræv til floks­ skrivstovu Sam­bands­flok­ sins. Maðurin bað skrivaran varpa tað víðari til miðlarnar - við hesi áminning: "Minst til at sletta míni spor". Men áminningin endaði eisini hjá miðlunum! Síðani er maðurin ofta bara kallaður Harra SMS (Sletta Míni Spor). Maðurin bleiv eisini av­ dúkaður í einum øðrum føri, tá hann í tí dulda arbeiddi fyri Anfinn Kallsberg. Farnu árini hevur hepnast betur hjá Harra SMS at sletta sporini. Um harra SMS framvegis er sami maður veit eg ikki - men roknskapur Sam­bands­ floksins á Fólkatingi vísir ið hvussu er, at viðkomandi ikki er bíligur í drift! Á enskum verða menn sum Harra SMS nevndir "Ghost Writers", ella spøk­ ilsis­ritarar. Og mikudagin er tað so enn einaferð eg, sum verið viðgjørdur av spøkilsis­ritar­ anum hjá Edmundi. Størsta forðingin... Nú er tað so, at samgongan ætlar at sundurliða okkara samhaldsfasta samfelag, og í staðin skapa eitt stætta­sam­ felag. Ætlanin er í trimum: - Veldugir skattalættar skulu gevast teimum hægst løntu. - Størri byrðar skulu leggj­ ast á tey lægst løntu. - Takast skal frá pensiónist­um. Men tað, sum tikið verður frá teimum á niðastu rók, er ikki nokk til at fíggja tað, sum givið verður teimum á ovastu rók. Tann asosiala umskipanin av Føroyum fer at kosta fleiri hundrað milliónir. Tí skulu tær avtalur um blokkin, sum hesir somu flokkar hava gjørt við donsku stjórnina farnu nógvu árini, sigast upp við afturvirkandi kraft. Sum flestu aðrir føroy­ing­ ar haldi eg hetta vera bæði barnsligt og flovisligt. Men Edmund og hansara spøkilsisritari halda, at eg skal leggja trýst á donsku stjórnina, fyri at fáa hana at ganga við til hetta. Ja, teir siga enntá, at eg havi "stór­ an part av ábyrgdini", um ætlanin ikki eydnast, og at eg eri "tann størsta forð­ ingin fyri, at nóg mikið av inntøkum er til fígging av væl­ferðartænastum kom­ andi árini". Eg havi lagt eitt ávíst trýst á stjórnina í einum øðrum máli, har føroyingar hava góð og rímilig krøv. Men at halda, at eg skal hótta donsku stjórnina til at rinda fyri tann asosiala grammleikan hjá BADH samgonguni - tað er altso eitt sindur bláoygt. So frægt máttu bæði Harra SMS og Edmund kent mínar meiningar. Men sum eg havi sagt áður: Hetta er eitt mál millum landsstýrið og stjórnina - og úrslitið virði eg. Edmund og hansara spøkilsi kunnu ikki vera í ordan Sjúrður Skaale Ætlanin hjá BADH-samgonguni er at taka frá lágløntum og pensionistum, og geva háløntum. Men hvussu kunnu tey krevja, at eg skal hótta donsku stjórnina til at fíggja hendan asosiala grammleikan? Ja, so hendi tað, sum ikki mátti henda, ein meiriluta stjórn er skipa, meðan tað eru ymsir minnilutar, sum mynda politikkin. At tað ber til at av­ talað, at gera so stórar og kollveltandi broytingar av okkara skattaskipan, har sjálvt grundarlagið undir skipanini og okk- ara norðurlendsku væl­ ferðarsamfeløgum verð­ ur niðurgjørd. Vísir ikki virðing fyri fólka­ræð­ inum í land­inum. Ein flat skatta skipan er ein ósamhaldsføst skipan. Og tað er púra vist bara ein partur av Føroya fólki, sum ynskir sær slíka skipan.  Nøkur eru sum ikki vita at tað er ringt fyri tey, nøkur sum halda seg fáa vinning – men hetta er bert løtu vinningur. (Samstundis sum tað hevur eina keði­liga ávirkan á út­ búgvingarstøði osfr. – so er tað heldur ikki gott fyri vinnuna, alt ávirkar hvørt annað.) Onkur svarar aftur við at “vinnan má hava tað gott fyri at fólki kann hava tað gott”, um flat skatturin veruliga ávirkar vinnuna, loyvi eg mær at ivast í – haldi nú at tey flestu arbeiða tað tey “sleppa” ella kunnu.   Nakað annað er at setningurin eigur at vera “Har fólki trívist hevur vinnan tað gott og vinnur”. Samgonguskjalið hev­ur so nógv, sum átti at verið viðmerkt og átala, ein undrast at tað skulu eitast fyri at hava verið vaksin fullfør fólk, sum hava sett tað saman. Er hetta veruliga besta úrslitið politisku topparnir í Føroyum megna at koma við? Flóvis­ligt! Her er ikki talan um breiðar semjur – semjur sum flest taka undir við, men heldur um rossahandlar við hugsjónum. Hugsjónir, sum allar helst eru innantómir fyri fólkini, sum eru vald at umboða flokkarnar. Viðmerking til samgonguna: Er hetta fólkaræði? Jógvan Philbrow Sirið Stenberg Hjartasuff Havi roynt at verið jalig í valstríðnum og víst á míni hjartamál, men nú má eg koma við einum hjartasuffi. Sosialir skeivleikar Øll eru vit samd um at skatta­trýsti er høgt, og til valið søgdu allir flokkar seg vera til reiðar at arbeiða fyri broytingum á skattaøkinum. Sambandsflokkurin var tann einasti sum meldaði greitt út at tíðinin ikki var til skattalættar. Nú hevur sam­gongan so sett sær fyri at innføra flatskatt í Føroyum. Á útrokinigum sum hava verið frammi sæst at uml 70 % av føroyingum so at siga ongan skattalætta fáa, og 30 % fáa ein heilt stóran mánaðarliga lætta. Tey sum lítlan og ongan skattlæatta fáa eru tey, ið forvinna upp til uml 25.000 kr um mánaðin. Tey sum fáa skattalættan eru tey ið forvinna frá 25.0000, og serliga hjá inntøkum yvir 30.000 um mánaðin . T.v.s at tey sum hava- tey fáa, og stóra fjøldin, ja hon kann so annahvørt gleðast um tað, ilskast, ella arbeiða meira. Tì tað skal loysa seg at arbeiða siga tey. Við hesum økist stattamunurin í Føroyum, tað skulu vit bara vera greið yvir. ”Ein stórran til mín – ein lítlan til tín” eitur nú ”Ein STÓRAN til mín – ongan til tín” Kommununar Til at fíggja skattalættan ætlar samgongan at fara til Danmarkar eftir peningi og at skatta pensiónirnar við inngjald. Tað sær út til at samgongan hevur gloymt at kommununar eisini hava rætt at innkrevja skatt, og sjálvsagt eiga sín part um pensiónirnar vera skattaðar nú. Teir hava roknað sær alla puljuna. Og hvat fáa kommununar so afturfyri ?? Eldraøkið kanska?? Í uppskotinum um flat­ skatt er landsskatturin settur til 20 % og kommunuskatturin til 20 %. Hvat so vit teimum kommunum sum hava t.d 23 % í skatti ? Kommununar við høgum skattaprosenti eru tær fátæku kommununar, so hesar gerast so uppaftur minni attraktivar at búseta seg í við nýggju skatta­skip­ anini, ella hvat ? Skattalættin rakar økir í landinum ójavnt Fyri at taka eitt dømi úr míni heimaoyggj, so kann eg vísa á, at vit eru millum kommununar við lægst miðalinntøku pr borgara. So nógv tann størsti parturin av okkara borgarum forvinnur undir 25.000 um mánaðin, so tað verður so ikki í Suðuroynni at skattalættin kemur at merkjast. Sama er galdandi fyri Sandoynna og og aðrir útjaðarar í Føroyum. So flatskatturin er asosialur bæði í mun til einstaka borg­ aran og ávís økir í landinum. Frammanundan vita vit,at somu økir eru rakt av ar­ beiðsloysi, so hetta kemur veru­liga at merkjast. Curling Føroyar Í námsfrøðini og í mun til barnauppaling hevur sein­ astu árini verið varpað ljós á curling foreldur. For­ eldur sum so at siga sópa frammanfyri sínum børnum og beina allir vegir fyri tey. Hetta fremur líkasælu og ger at børnini fáa trupult við at standa á egnum bein­ um. Fyri at halda seg til terminologiina sum er so inn beint nú, har øll myndatala tekur støði í ítróttini, so eru vit við at blíva eitt curling land – tíverri ! Samgongan hevur mann­ að lið til curling dystin. A-liðið fekk liðformannin. Teir hava evnað kúluna til, sum nú verður send eftir glíðibreytini og okkara umboð á danatingi taka sær av at sópa so væl sum gjørligt so kúlan kemur í rætta stað. Og samgongan stendur fram­ við og heppar. Nei, eg má endurgeva for­mannin í Tjóðveldi sum segði, at tá ið man dregur kaninir upp úr hattinum fáar dagar undan valium, so endar man við at standa eftir við hattinum í hondini.