Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-19, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. februar 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 34 • hósdagur • 19. februar 2004 • 77. árg. 1. millión Octavia 17. februar 2004 fór Skoda Octavia nr. 1 millión av samliband- inum á verksmiðjuni í Mladá Boleslav í Kekkia. Octavia kom á marknaðin í 1996 og var fyrsti Skoda sum var fult á hædd við evropeisku kappingar- neytarnar bæði hvat kvaliteti, útgerð og koyrieginleikum við- víkur. Kelda: www.semler.dk Yaris D-4D og Fabia diesel Nordjyske Stiftstid- ende gjørdi eina test av seks ymiskum smáum dieselbilum. Av seks møguligum fingu Toy- ota Yaris D-4D og Skoda Fabia diesel fimm stjørnur og lógu harvið á odda í hesi test. Kelda: Nordjyske Stiftstidende Mazda vøkstur í Evropa Samlaða sølan av Mazda bilum í Evropa vaks við 26 prosentum í fjør. Orsøkin var, at árini frammundan var sølan sera lítil á fleiri marknaðum, meðan søluliðini vóru um- løgd. Til dømis í Dan- mark vaks sølan við heili 88 prosentum í fjør. Kelda: Motor Magasinet Mikudagin í seinastu viku lat VR Bilar í Havn ein nýggjan Volvo FH16 til N.A. Tarnsport, sum um- boðar fóðurfyritøk- una Skretting í Hval- vík. Bilurin hevur 610 hestakerftir og er væl útgjørdur við t.d. leðursetrum og alu- felgum BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Hesin Volvo FH16 hevur størsta motorin á marknað- inum. Bilurin er samstundis tann einasti av sínum slagi í danska kongaríkinum við fýra akslum og tandem- trekk. D16C motorurin er en av teimum mest framkomnu á marknaðinum. 16-litrar 6 syl. (2800 nm) við 610 hk og elektroniskari motor- stýriskipan, yvirliggjandi knastaksli og fýra ventilar pr. syl. Bilurin hevur 14- trins manuellan girkassa. Nógv verður gjørt fyri at bilførarin skal hava tað gott við t.d leðursetrum og fleiri funktiónum á rattinum, bakkikamera, innbygda GSM-telefon o.s.v. Telefon og radio verða stillað frá rattinum. Førarahúsið er so høgt, at bilførarin kann ganga upp- rættur og strekkja seg uttan at skula út. Tvær koyggjur eru, og niðara koyggjan kann gerast um til borð við tveimum setrum, ið kann brúkast sum kontór ella til at fáa sær ein bita. Uttan er eisini gjørt nógv burtur úr við t.d. alufelgum og kromaðum skápum á síðunum og nógvum krom- pyntilistum framman. Niels Andreas Mortensen í Streymnesi, sum eigur og rekur transportfyritøkuna N.A. Transport og umboðar fóðurfyritøkuna Skretting í Hvalvík, skal nýta bilin til at koyra við alifóðri til tey ymisku alibrúkini. Bilurin skal hava fóðurtanga og ein avtakiligan krana til enda- málið. Volvo FH16 610: Størsta motorin á marknaðinum Nógv verður gjørt, fyri at bilførarin skal hava tað gott. Førarahúsið er so høgt at bilførarin kann ganga upprættur og strekkja seg uttan at skula úr bilinum VR Bilar handaðu eigaranum eina bukett tá hann kom eftir bilinum: f.v. Niels Andreas Mortensen frá N.A. Transport, Torleif Nón verkførari og Eyðun Lisberg, sølumaður hjá VR Bilum Volvo FH16 hjá Niels Andreas Mortensen í Streymnesi. Bilurin sær gott út við pyntilistum, alufelgum og kromaðum skápum á síðuni 15 14 Nr. 34 - 19. februar 2004 Jósef og ótrúliga litfagra dreymakotið 9. - 14. mars verður bíbilski sangleikurin »Jósef og ótrúliga litfagra dreymakotið« framførdur í Norður- landahúsinum SJÓNLEIKUR Tíðindaskriv Ein bíbilskur sangleikur um Jósef og brøðurnar og faðir hansara Jákup. Søgu- gongdin verður lýst við sangum, sum fylgja Jósefi frá tí at brøðrurnir royna at sleppa av við hann, til hoffið hjá Fárao í Egypta- landi, har hann vinnur álit Fáraos, og til aftureiningina við brøðurnar, sum koma til Egyptalands. Hetta er ein stór og rætti- liga áhugaverd verkætlan. Tónleikurin er góður og skift verður ímillum allar møguligar tónleikastílar. Við í leikinum eru umleið 10 dansarar, 20 leikarar, 20 kórsangarar, 15 tónleikarar og barnakór. Leikurin er hálvan-annan tíma til longdar, í tveimum pørtum við steðgi ímillum. Leikstjórin Jákup Veyhe, Kórleiðarin Zacharias Sør- ensen og koreografarnir Jóna Thomsen og Elsa Maria Bærentsen hava teir seinastu tríggjar mánaðir- nar miðvíst arbeitt við hesari verkætlan. Saman við sniðgevanum Anna Kristin Bæk og sceno- grafinum Jóannes Gaard verður nú seinasta hondin løgd á listarligu útsjóndina. Verkætlanin er eitt sam- starv millum fleiri stovnar, feløg og virki. Felagið Tónaungdómur hevur í samstarvi við Føroya Stud- entaskúla í Hoydølum, Tórshavnar kvøld- og Ung- dómsskúla og Tórshavnar Musikskúla lagt verkætl- anina til rættis saman við høvuðsstuðlunum Føroya Banka og Norðurlandahús- inum. Av øðrum stuðlum kunnu nevnast Føroya Tele, Mentamálaráðið og Ment- unnargrunnur Landsins. Frumframsýningin verð- ur týsdagin 9. marts kl. 19.30. Sýningar- verða frá hósdegnum 11. marts til og við sunnudagin 14. marts allar dagar kl. 19.30. At- gongumerki á 150,- eru at fáa í Norðurlandahúsinum, á Kunningarstovuni í Havn og á www.kontoin.fo Nógvir hentir upplýsing- ar um leikin fáast á heima- síðuni www.hoydal- ar.fo/josef, sigur Tónaung- dómur í tíðindaskrivi. Upprunaheitið er: »Joseph and The Amazing Technicolor® Dreamcoat« Tónleikur: Andrew Lloyd Webber Tekstir: Tim Rice. Týtt til føroyskt: Anna Kristin Bæk og Dánial Hoydal Leikstjórn: Jákup Veyhe Fakta C M Y K 14 www.smyril-line.fo J. Broncksgøta 37 · Postsboks 370 · FO-110 Tórshavn Tlf: 34 59 00 · Fax: 34 59 50 · booking@smyril-line.fo 1 vika í Danlandi Íroknað er: ferðin fram og aftur í 4-koyggjukamari við wc/bað, innan. Uppihald í Danland-íbúð í Hirts- hals, Blokhus ella Ebeltoft í 1 viku. Fráferð 01.04 ella 08.04. 6.995,- mmarhúsi í Easterhoull í Hetlandi 1 vika Íroknað ferð við gisting fyri 2 vaksin og 2 børn við bili fram og aftur úr 4.500,- hitt best umtókta ferða- málið hjá føroyingum Danland frítíðardeplarnir hava vælinnrætt- aðar íbúð ir við køki og nógv frítíðartilboð eru fyri bæði vaksin og børn. Summarhúsini hava køk og baði rúm og eru væl útgjørd ann ars. Tey hava 2 ella 3 kømur og kunnu hýsa upp til 6 fólkum. Danland Danland Pers Hotel Pers Hotel So fara vit á páskaferð, So fara vit á páskaferð, páskaferð, páskaferð... páskaferð, páskaferð... 1 vika á Pers Íroknað er: Sigling Tórshavn-Bergen og aftur í 4- koyggjukamari innv. við wc/bað. Hartil 7 gistingar í smáttu, uttan kost og 2 gistingar í Bergen á út- og heim ferðini. úr 6.000,- Pers Hotel er ein av teimum fáu frítíðardeplunum í Noregi, ið hava baðiland. Depilin liggur í tí avbera vakra Gol-økinum. Sera barna vinarligt við einum hópi av frítíðarmøguleik um. Koyri tíðin frá Bergen er einar 4-5 tímar.