hósdagur 19. februar 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 34 - 19. februar 2004
Nr. 34 - 19. februar 2004
13
UTTAN ÚR HEIMI
Hann er ikki valevni
Seinastu tíðina hava bæði danskir og útlendskir fjøl-
miðlar nevnt, at danski forsætisráðharrin, Anders
Fogh Rasmussen, skal taka við sum formaður í ES-
nevndini í summar, tá Romano Prodi fer frá.
Men í samrøðu við tíðindastovuna Ritzau avsannar
forsætisráðharrin, at hann er evni til formansstarvið.
Hann sigur, at hann trívist væl í forsætisráðharraem-
bætinum, og at hann framvegis hevur nógvar politisk-
ar ætlanir, sum hann ætlar sær at seta í verk.
Í hinum ES-londunum fekk danski forsætisráðharr-
in rós fyri ta tíðina, hann var formaður í ES. Tað var
júst í hansara formanstíð, at samráðingarnar við tey
eysturevropeisku londini vórðu avgreiddar, og tað
vóru serliga tær, sum fingu útlendskar og danskar
diplomatar at tosa um, at forsætisráðharrin hevði egn-
að seg væl sum formaður í ES-nevndini. Onnur halda
kortini, at avgerðin hjá Danmark at stuðla USA í kríg-
num við Irak skerdi møguleikar hansara, serliga tí at
Týskland og Frakland tóku eina aðra støðu.
Statoil liggur framvið
Statoil ætlar sær at sleppa upp í part, tá russar um ikki
so langa tíð fara at vinna gass úr teimum risastóru
keldunum í Barentshavinum.
Russar umhugsa at byggja eina frystigoymslu til
gass nærhendis Murmansk. Her heldur Statoil seg
hava ein fyrimun at sleppa upp í part, tí norska felagið
er júst í ferð við at byggja eina slíka frystigoymslu
nærhendis Hammerfest í Norðurnoregi. Russisk um-
boð hava longu verið og hugt at nýggju frystigoymsl-
uni, sum fer at kosta einar 40 milliardir krónur, tá hon
er liðug.
Har eysturi í Barentshavinum hava russar funnið
nakrar av teimum størstu gasskeldunum í heiminum,
men fyribilskanningar vísa, at tað fer at kosta fleiri
hundrað milliardir krónur at fáa gassið haðani og at
gera tær neyðugu íløgurnar á landi. Russar eru ikki so
frammarlaga á tí tøknifrøðiliga økinum sum norð-
menn, og tí væntar Statoil at fáa nakað burtur úr tí
ætlaða samstarvinum við russar.
Hitin hóttir skíðvinnuna
Tann veksandi hitin á Jørðini er vorðin ein hóttan fyri
tær skotsku fyritøkurnar, sum um veturin plaga at
vinna pengar burtur úr fólki, sum dáma væl at standa
á skíð.
Sambært Reuters er so lítil kavi í teimum skotsku
fjøllunum, at tað ber næstan ikki til at standa á skíð
har, og í síðstu viku kunngjørdi eitt felag, at tað hevði
gjørt av at gevast við sínum virksemi. Ein talsmaður
hjá felagnum sigur við Reuters, at tann altsamt veks-
andi hitin er vorðin ein sonn hóttan ímóti allari skot-
sku skíðvinnuni.
Men tað eru ikki bara skotar, sum kæra seg um hit-
an. Í Sveits sýta bankarnir fyri at fíggja skíðpláss,
sum eru niðan fyri 1500 metra hædd, tí teir vænta ikki
at fáa pengarnar aftur. Útlitini eru heldur ikki tey
bestu. Ein frágreiðing, sum ST kunngjørdi herfyri,
sigur, at hitin á Jørðini fer at veksa tey næstu 50 árini.
Eingir pengar
til standmynd
Næsta ár eru 100 ár, síðani norska kongsveldið varð
endurskipað, og í tí sambandi hevur norski sendiharr-
in í Bretlandi arbeitt við einari ætlan um at reisa eina
standmynd til minnis um drotningina Maud. Hon var
ensk prinsessa, men gjørdist norsk drotning, tá hon
giftist danska prinsinum Carl, sum gjørdist norskur
kongur í 1905.
Ætlanin er, at myndahøggarin Ada Madssen skal
gera standmyndina, men trupulleikin er, at sendiharr-
in hevur ikki nóg mikið av peningi til arbeiðið, sjálvt
um bæði tað norska og tað enska kongshúsið hava
sagt seg taka undir við ætlanini hjá sendiharranum.
Tað er heldur ikki avgjørt, hvar í Onglandi stand-
myndin av Maud drotning skal standa, verður hon
gjørd. Tað hevur verið upp á tal at seta hana í London
ella í Sandringham í Norfolk.
Tann 1. mai koma tey
eysturevropeisku
londini upp í ES, men
fólk haðani eru ikki
vælkomin til Bret-
lands
ES
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Eins og í hinum ES-lond-
unum stúra bretar fyri, at
nógvir
eysturevropearar
fara at leita sær vesturum,
tá lond teirra fáa limaskap í
samveldinum tann 1. mai.
Men tey verða ikki boðin
vælkomin. Tony Blair, for-
sætisráðharri, hevur nú
góðkent reglur, sum skulu
avmarka møguleikarnar hjá
eysturevropearum at kenna
seg væl í Bretlandi. Sum er
hava innflytarar rætt til
bretskar almannaveitingar,
tá teir hava verið seks mán-
aðir í Bretlandi, men sam-
bært blaðnum The Inde-
pendent verður hendan
bíðitíðin nú longd til tvey
ár.
Eitt annað blað, The
Guardian, sigur seg hava
fingið at vita, at stjórnin
hevur fingið heimild til at
krevja av arbeiðsgevarum,
at teir skulu søkja um ar-
beiðsloyvi til fólk úr teim-
um nýggju limalondunum.
Tað er ikki neyðugt, tá talan
er um fólk úr teimum nú-
verandi ES-londunum.
Øll ES-londini uttan Ír-
land hava boðað frá, at tey
fara at fremja tiltøk, sum
skulu avmarka møguleikar-
nar hjá teimum nýggju ES-
búgvunum.
Nýggju limirnir
fáa strong krøv
Russiski forsetin,
Vladimir Putin, var
boðin at hyggja, tá
russiski herflotin
skuldi skjóta tvær
stórar rakettir týsdag-
in. Putin bíðaði í
torninum á einum
kavbáti, men har kom
eingin rakett
VENJING
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Seinastu dagarnar hevur
russiski Norðurflotin havt
eina
stóra
venjing
í
Barentshavinum, og týs-
dagin var Vladimir Putin,
forseti, boðin at hyggja, tí
ein kavbátur skuldi skjóta
tvær stórar rakettir, sum
kunnu løðast við kjarn-
orkuvápnum.
Forsetin stóð í torninum á
einum øðrum kavbáti sam-
an við fleiri av teimum ov-
astu leiðarunum í russiaka
flotanum. Men einki hendi,
tá menn trýstu á knøttarnar.
Hvørki tann fyrra ella tann
seinna rakettin fóru uppfrá.
Tað er ikki komið fram,
hvat forsetin helt um avrik-
ið, men seinasta hósdag
segði hann, at herflotavenj-
ingin var týdningarmikil, tí
hon skuldi vísa umheim-
inum, at russiska hermegin
er ein týðandi partur av
landsins trygdarpolitikki.
Putin bíðaði til fánýtis
John Kerry, senatorur,
vann eisini uppstilling-
arvalið í statinum Wis-
consin
gjáranáttina.
Men sigurin hesaferð
var munin teprari enn í
hinum statunum.
Í Wisconsin fekk
John Kerry 40 prosent
av atkvøðunum, men
rættiliga óvæntað fekk
John Edwards 35 pro-
sent. 2. mars verður
uppstillingarval í fleiri
statum, og hildið verð-
ur, at tann tepri ósigur-
in hjá John Edwards
hevur bøtt um møgu-
leikar hansara. Kortini
er John Kerry fram-
vegis langt framman-
fyri.
Vann aftur
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
19. februar. Ammon, deyður umleið ár 250. Var ein av teimum rómversku hermonnunum, sum við at síggja dirvi og
trúarvissu teirra kristnu, sjálvur gjørdist kristin og varð tikin av døgum.
Eivin Olsen 50 Ár
Í dag, hósdagin 19. februar,
fyll ir Eivin Olsen bedings-
meistari á Skála 50 ár.
Eivin er sonur gamla
bedingsmeistaran, Jógvan
Olsen, og Kristensu. Hans-
ara lívsstarv bleiv so sjálv-
andi á bedingini, har hann
so ruddiliga hevur slitið
sínar barnaskógvar upp.
Eivin er hegnismaður og
dugir sera væl at skipa fyri
og fáa alt at bera til. Við
sínar leiðandi menn sigur
hann ofta: »sigið tit bara til,
tað gongur nokk«.
Eivin kann sostatt vón-
andi hátíðarhalda at tað í
mai mánað verða 100 ár
liðin, síðan bedingin var
tikin í nýstlu, og mong eru
tey skipini, sum hava verið
á beding hesi hundrað árini,
og nógv tey flestu hava
hann og hansara familja
tikið sær av at fingið av-
greidd.
Eivin hevur verið virkin
sum fakfelagsmaður og
hevur í mong ár verið
stjórnarlimur í Skála Ar-
beiðsmannafelag, og hetta
starv gekk hann upp í við
lív og sál. Eisini innan
ítróttin hevur hann verið
virkin, og sat hann sum for-
maður í Skála Ítróttarfelag,
tá avgjørt var, at Skála
skuldi taka sær av fótbólti
og Strendur av hondbólti,
hetta fyri at ítróttargreinar-
nar skuldu vera betri skip-
aðar, og størri samanhald
skuldi verða ímillum bygd-
irnar.
Til seinasta kommunuval
stillaði Eivin upp og var
valdur. Hansara hjartamál
vóru serliga at skaffa ung-
um familjum grundstykkir,
at gera karmarnar um at
ansa børnum betri og so at
fáa bygdina vetrarfriðaða
fyri seyð. Hesi skjótt fýra
árini mugu vit siga, at væl
er komið á skaftið, tó vænt-
ar enn vetrarfriðingin, men
eisini her er vón fyri
framman, takkað verið
hansara ágrýtni. Eivin er
eitt sindur tvørur og gevst
ongantíð við tí, hann hevur
sett sær fyri.
Seyðahald hevur nú eis-
ini fingið hansara áhuga,
og nú pápin hevði hug at
gevast, tók Eivin við, og
hvønn døgurðatíma fer
hann inn í Miðhaga at geva
seyðunum.
Eivin er giftur við Sigr-
un, og saman eiga tey børn-
ini: Annu, Poulu, Jónu, Ják-
up og Anton.
Eivin og familjuni verður
ynskt hjartaliga tillukku við
teimum hálvhundrað ár-
unum.
15. februar hevði Sólfríð
Viderø í Hoyvík 25 ára
starvsdag hjá Postverki
Føroya.
Sólfríð f. Eliasen, er
ættað úr Klaksvík, dóttir
Kathu og Louis Eliasen.
Hon arbeiddi í klædna-
handlinun hjá Kjølbro í
Klaksvík, áðrenn hon í
1975 kom til Havnar, har
hon fekk arbeið í Skála-
búðini og var har í fýra ár.
Síðan 15. februar 1979
hevur hon verið í føstum
starvi
hjá
Postverki
Føroya,
og
hevur
meginpartin
av
tíðini
arbeitt í umsitingini.
Sólfríð er gift við Jógv-
ani Viderø av Sandi, tey
búgva í Hoyvík og eiga
synirnar Høgna og Bjørn.
Sólfríð Viderø:
25 ára starvsdag hjá Postverkinum
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum
gjørdu okkum diamantbrúdleypsdagin tann
27. desember 2003 so festligan.
Takk fyri gávur, blómur, fjarrit, talur og
uppringingar. Takk tit, sum hjálptu til.
Serliga takk til Páll, Elsu, Fridu og Malenu,
sum gjørdu tað møguligt fyri okkum at
halda dagin heima.
Heilsan
Kitty og Pollaba Poulsen, Klaksvík
C
M
Y
K
13
12