Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-19, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. februar 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 34 - 19. februar 2004 Nr. 34 - 19. februar 2004 11 Við jøvnum millumbili hoyra vit um støðuna í Mið- eystri, her serstakliga Ísrael, men tíverri mest tá ísrael- ar og palestinar gera av við hvør annan. Fyrst er alt á gosi, so er tøgn. Men tøgnin er líka so nógv ein stað- festing av orðafellinum »stille før stormen«. Tí øll vita vit tað: tað hendur aftur og aftur. Tað fær ongan enda. Hvussu slepst so burtur úr hesum áhaldandi stríði. Hetta er kanska ein hin ringasti spurningurin at svara hjá mannaættini í dag, tí hetta er eitt stríð, sum nú hev- ur vart í nærum óendaligar tíðir og sum hevur ávirkað okkum øll. Og sum kann fáa álvarsligar fylgjur í næstu framtíð eisini. Eitt tað nýggjasta svarið er – Múrurin. Tað stóri be- tongmúrurin, sum skal skilja sundur ísraelar og pale- stinar næstu 100 árini. Sum sambart ísraelsku stjórnini skal forða palestinum at fremja atsóknir móti ísrael- um. Allur heimurin fordømir henda nýggja múr, sum bara vil útseta pínuna heldur enn at gera nakað við hana. Ein høvuðsorsøkin til at stríði eftir øllum at døma bara herist eru jødisku búsetingarnar. Ísraelski leiðarin Sharon talar við tveimum tungum. Fyri at ganga USA á møti letst hann sum hann vil niðurleggja búsetingar og steðga nýggjum. Hinumegin samtykkir stjórn hans- ara at seta fleiri pengar av til somu búsetingar. Hetta er sum so ikki nakað nýtt. Síðani Sharon, ið hevur eina blakkaða fortíð við blóðugum hondum frá Shapra og Shatilla flóttarfólkalegunum, tók við valdinum, hevur bara gingið tann eina vegin, tann skeiva vegin. Ísraelar, sum hava valt hann til leiðara, hava ikki gjørt sær greitt, at teir við hesum valinum í veruleikanum hava gjørt sær og sínum eina bjarnatænastu. At teir við hansara avgjørda politikki og treiskni móti palestinum føla, at hann er rætti maðurin at verja Ísrael móti ágangi, er tíverri bara ein sápubløðra, ein hvørvisjón. Tí hóast hetta kann hjálpa uppá stytri sikt, so ger hetta einki við at loysa kjarnuna í málinum, og so leingi tað ikki verið nomið við hana, so verður eingin friður. Umheimurin við USA á odda hevur ikki gjørt sína skyldu mótvegis ísraelska fólkinum og palestinum. Alt ov lítið altjóða trýst er lagt á Sharon og hansara fólk, sum í løtuni eru við at føra ísraelsfólk út aftur í oyði- mørkina, út í óvissuna. Og hetta er eisini eitt mál fyri umheimin, sum í dag merkir sviðan av óloysta mál- inum í Ísrael. Ein týðandi orsøk til altjóða terrorin, sum valdar og liggur og lúrir, eru viðurskiftini í Ísrael. Soleingi Sharon heldur fram við búsetingarpolitikk- inum og soleingi hann heldur fram at byggja múr mill- um ísraelar og palestinar, soleingi verður ikki friður í Miðeystri. Og soleingi fara tær tjóðir, sum stuðla Sharon og hansara politikki, at merkja sviðan av terrorvirksemi. Eingin ivi er í okkara verð um, at niðurgerðingin av palestinska fólkinum er við til at halda lív í altjóða terrorvirkseminum. Frælsið til og virðing fyri palestinum sum fólk er besta gávan til ísraelska fólkið og tey mongu, sum í dag kenna seg hótt av altjóða terrori. DAGSINS MEINING Sosialurin Vandi á ferð VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Jón Ellendersen »Fyri fyrstu ferð hevur ein kvinna í føroyskum poli- tikki megnað at leitt ein flokk úr politiskum stór- trupulleikum til at verða størsti flokkur á tveimum fylgjandi løgtingsvalum. Sjálv megnaði hon eisini at gerast toppskorari í flokk- inum báðu ferðirnar – og í fyrra førinum fekk hon enntá flest atkvøður í øllum landinum. Kortini varð kritikkurin av henni so ógvusligur, at hon segði seg taka valúrslitið til eftirtekt- ar og valdi at leggja frá sær, sum forkvinna í flokkinum. Í prosentum varð flokkurin nr. 1 Lurtaði ein bara eftir kritikkinum og lat verða við at fylgja við tølunum, skuldi ein trúð, at flokkurin varð endaður á 4. plássi. Men í prosentum varð flokkurin nr. 1. Ein skuldi eisini trúð, at forkvinnan kom inn sum vara ella sum eykavald. Men hon varð hinvegin 1. vald við yvir 600 atkvøðum.« Annita á Fríðriksmørk, 31.01.2004 á heimasíðuni hjá Tjóð- veldisflokkinum. Eg haldi hetta er ein tragisk hending, men samstundis ein flott gestus frá Annitu, at hon tekur Lisbeth til sín á ein so stórsinnaðan hátt. Tað var ógvusligt at lesa, hvussu Lisbeth var úrlatin aftaná, at hon hevði sagt seg frá sum formann. Eg skal ikki mótmæla, at hon »dummaði« seg, men hon hevði als ikki uppiborið at verða úthongd á ein slíkan vamlisligan hátt. Men sum Annita vísir á, tað er legalt í Føroyum at fremja karak- termorð á eina kvinnu, bert tí hon er kvinna. Og tað løgna er, at aftir eru tað teir persónar, sum rópa seg sjálvar frílyntar, sum ganga á odda. Og niðanfyri er enn eitt dømi um, hvussu mál- burðurin hjá hesum »frí- lyntu« er ein rein »ekskur- sion i underverdenen«. Og so fær Sjálvstýris- flokkurin av at vita »…ringasta, ið kann henda, er, um Sjálvstýrisflokkurin umskapast til ein Kristilig- an Fólkaflokk í fáraklæð- um, ið soleiðis kemur at kappast við Miðflokkin um at grava fanatiskan lort upp úr kristinfundamentalist- iska moraðsinum, og so- leiðis at framelska tað ring- asta í sinnum teirra føroy- ingum.« Sámal Matras Kristiansen, Dimmalætting 22.01.2004. Aðrastaðni hevur hesin sami Sámal nýtt enn sjendskari orðaval, tá hann lýsir Miðflokkin. Nú ivist eg stórliga í, at Miðflokkurin megnar at yvirhála Sámal Matras Kristiansen í at »framelska tað ringasta í sinnum teirra føroyingum«, tí Miðflokk- urin, appellerar hóast alt ikki til rasureinsan, eins og hesin maður støðugt hevur eggjað til í valstríðnum. Aftur til Anfinn Kallsberg! Høgni Hoydal skýrdi fleiri ferðir Anfinn Kallsberg at vera kriminellan, og kanska fólk ikki veruliga ímynda sær, hvussu álvarsamt hetta er. At ein vanligur lesari í t.d. Dimmu skýrir Anfinn sum kriminellan, er sín søk, men tá varaløgmaður skýrir løgmann at vera kriminell- an, tá eru vit strax úti har vit hav ilt við at grynna. Var Anfinn ikki so mikið at sær komin, kundi hann drigið Høgna í rættin og, fingið hann dømdan fyri bæði hetta og onnur úttalilsir, hann hevur sett fram um Anfinn. Og tað skal Høgni vera ógvuliga glaður fyri, at Anfinn ikki gjørdi. Eg veit ikki, hvørt Høgni Hoydal, formaðurin í ting- bólki Tjóðveldisfloksins v.fl. halda seg hava politisk- an immunitet. Men so er ikki tá tað snýr seg um lóg- arbrot, tí í roynd og veru, eru tílík úttalilsir lógarbrot, og tað eru ikki so fá dømi úr donskum politikki, har politikarar eru dømdir fyri tílíkt. Best kenda dømið er Glistrup. Og nú kom so túrurin til Johan Dahl Ikki meiri enn setstur í landsstýrissessin, verður hann hunddálkaður við, ja ikki prógvandi tilfari, men illgitingum, øvundsjúku- kendum brigsli og líknandi. Eisini her verður farið aftur í 80ini, og neyvan skulu vit bíða leingi til næsta álopið kemur úr undirgrundini. »Í Útvarpi Føroya í gjár kom fram, at serliga Fólkaflokk- urin setur spurnartekin við leiklutin hjá Johan Dahl og um hesin er skikkaður til ein landsstýrissess. Fólka- flokkurin hevur undir sam- gongusamráðingunum stríð- st við Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin um at tryggja Anfinni Kallsberg ein landsstýrissess, men bæði Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin søgdu seg ikki hava álit á Anfinni. Undir samgongusamráð- ingunum heitti Fólkaflokk- urin staðiliga á Sambands- flokkin taka fyrilit fyri ivasomu fortíðini hjá Johan Dahl, tí fekk fyrrverandi stjórin á Vágs Skipasmiðju ein landsstýrissess, kundi Sambandsflokkurin verða við til at seta samgonguna, løgmann og Johan sjálvan í eina trupla støðu. Fleiri vilja vera við, støðan hjá Johan Dahl minnir nógv um støðuna hjá Anfinni Kallsberg. Fólk seta spurn- ing við, hvørt Johan Dahl er skikkaður til ein lands- stýrissess, tá Anfinn Kalls- berg ikki er tað. Er hetta hevnd, ella er hetta bara vorðið ein keðiligur og skitin háttur at dríva før- oyskan politikk. Smáir feilir gerast »stórar skandalur« Skal hetta vera eyðkennið fyri føroyskan politikk framyvir, verður neyvan nakar egnaður at sita í ein- um landsstýrissessi, tí øll hava vit okkurt drassandi aftaná okkum úr fortíðini. Og tað nýtist ikki at vera stórt, tað smáa verður blást upp, so eisini tað er »ein stór skandala«. Tak nú Jógvan á Lakjuni, eisini hann fær sítt í eini viðmerk- ing í bløðunum: Eg (grein- skrivarin í blaðnum) vil minna John Johannesen á, at hann fyri tveimum vik- um síðan lovaði okkum c- vitaminir til tónleikin. Tí tykist tað heldur ódámligt, at hann hevur avreitt tón- leikaviðurskiftini til ein flokk sum er ímóti eini frælsari mentan, til ein flokk sum kann finna uppá at seta ein mann sum Jógv- an á Lakjuni at umsita mentamál. Jógvan hevur fyrr úttala seg ímóti tolsemi og fyri avmarkan av tali- frælsinum. Karaktermorð í nýggjari tið 4: Ekskursión i undirgrundini Saman- legging ella ei Sjúrður Hansen Valið fyrst, kommunuvalið 2004 VIÐMERKINGAR Týskvøldið verður seinasta sýning av leikinum á Gamla Maiaríi í Havn. Síðani verður farið á bygd SJÓNLEIKUR Tíðindaskriv Sjónleikurin Føroyinga- søga, sum hevur verið sera vælmótikin av skúla- ungdóminum hevur sína seinastu almennu sýning týskvøldið 24. februar 2004 kl. 20.00 á Gamla Meiaríi, áðrenn farið verður út at vitja bygdir- nar. Leikurin viðger tíðar- skeiðið frá uml. 960 til Tróndar deyða. Í leikinum, sum Ria Tórgarð hevur leik- stjórnað, síggja vit tær báðar Kristinu Hansen og Katarinu Nolsøe í eini mongd av leiklut- um, sum mynda per- sónar, sum livdu í hesum so hendingarríka og søguliga tíðarskeiði. Atgongumerkir eru at fáa á Kunnigarstovuni. Seinasta almenna sýning av Føroyingasøgu Er títt stav at selja matvørur, klæði, timbur, olju, bilar, køkar, tógv ella annað. Tekur tú telefonina, situr tú við kassan í einum peningastovni, ert tú frisørdama, ella bjóðar tú aðra tæn- astu fram, so er hetta júst eitt skeið til tín SKEIÐVIRKSEMI Tíðindaskriv Tað er tað fyrsta inn- trykkið sum avger, um kundin vil keypa eina vøru ella tænastu frá einari fyritøku. Um ein fyritøka ikki hevur starvsfólk, sum duga at koma á »bylgjulongd« við kundan – hvørja nyttu gera góðar vørur ella tænastur tá? Skeiðini sum verða, eru til øll fólk, sum hava beinleiðis og óbeinleiðis við sølu og tænastu at gera. Um skeiðið: Skeiðið gevur tær innlit í, hvat er neyðugt við tí persónliga atburðinum og málburðinum, tá ið tú veitir einum viðskifta- fólki eina tænastu ella vøru. Á skeiðinum fært tú innlit í, hvussu tú tryggjar tær, at tú verður uppfataður positivt og fært harvið skapt tað rætta sambandið. Á henda hátt tryggjar tú tær, at kundin minnist tykkara samskifti á ein positivan hátt og vendir aftur til júst tykkara fyri- tøku. Tú fært nøkur am- boð at arbeiða við, ið tryggja eitt trygt og ein- falt samskifti, ið tú bein- anvegin kanst nýta í tín- um dagliga arbeiði. Hvør, hvar og nær: Tað er kendi danski skeiðhaldarin, Kim Møll- er, sum kemur at hava hesi skeið. Fyrsta skeið- ið verður á Hotel Føroy- um fríggjadagin 12. mars, frá kl. 13.00 til 16.00, tað næsta á Hotel Føroyum leygardagin 13. mars, frá kl. 13.00 til 16.00 og tað triðja verð- ur í Tekniska Skúla í Klaksvík sunnudagin 14. mars frá kl. 13.00 til 16.00. Kim Müller Kim Müller er 45 ára gamal og hevur verið stjóri í tí privatu vinnuni 12 tey seinastu árini. Ar- beiðsøkini, ið hann hev- ur fingist við, eru innan sølu, tænastu og fram- leiðslu. Kim er útbúgvin Maskinkonstruktør, HD, I/Ø, MasterPractitioner í NLP, Persónligur Coach, skeiðleiðari og umframt tað, so hevur hann eisini eina útbúgving í sam- skifti frá Anthony Robb- ins Mastery University í USA. Kim hevur arbeitt hjá CarlF, Sani Stål, Jysk Kemi, York, ABB, Inco, v.m. Vilt tú verða eitt betri sølu- og tænastufólk? Óla Hans Biskopstø Vit skulu vera partur av danska ríkinum, fullir limir. Fyri hvat? Seta vit henda spurning, so er tøgn; einasta svar man fær er »Blokkurin« – tað virkar sum eitt ekkó í tóm- rúminum, sum er blivið, nú sólin fór aftur um skýggini, hesi skýggj, sum sam- gonguflokkarnir hava blást inn yvir land okkara. Danmark, móðurland sambandsmansins, er um nøkur fá ár ikki danskt, sjálvt ikki kongshúsið verð- ur danskt. Næsti trúnarv- ingurin verður meira franskmaður og Tasmaniari enn danskari. Fert tú til Keypmannahavnar so sært tú eina ørgrynnu av fólki av fremmandum uppruna. Tað dominerandi bílætið er kvinna í síðum svørtum klæðum við turriklæði vundnum um andlitið. Taka vit teir donsku skúlarnar, so er meira enn helvtin ikki danskarar av uppruna, og lærarar fáa ikki undirvíst á donskum máli longur. Um 25 ár eru meira enn 50% av fólkinum í Dan- mark av øðrum uppruna enn donskum, og hvar vera vit, tá muslimarnir verða meirilutin á fólkatingi. Hvat stendur okkum í boði, tá vit eru innlimað í danska ríkið med alla? Kanska sambandsmenninir fara at geva teimum Múrin í Kirkjubø til eina mosku ella hugsa tær eina mosku uppi á Slættaratindi, har tríggjar ferðir um dagin skal ljóma yvir allar Føroy- ar Alla, Allaaaa. Hava sambandsmenn hugsað um hetta, ella hugsa teir bert um dagin í dag. Eru Føroyar ikki meira verdar enn 660 mill. kr. – tann nýggi Smyril kostar næstan líka nógv! Hvat annað er, sum dregur so nógv? Skúlin til tey ungu, sum skulu nema sær útbúgving! Hendan møguleika hava norðmenn og íslendingar, meðan okkara ungdómur verður at rokna sum inn- vandrarar og kunnu tí fáa SU. Danskt Pass! Eg havi ferðast um allan heim sam- an við dana – og eg havi havt minni stríð av mínum passi enn danin av sínum. Nú tá eingir aðrir fyri- munir eru eftir – jú ikki at gloyma ríkissjúkrahúsið! Hvussu nógv kostar hetta ikki okkum sjálvum? Undir hesum myrku skýggjum hoyrast róp – »vit klára okkum ikki sjálvi«. Hesi orð hava ljóð- að sum ekkó leingi, og lurtar tú nóg leingi eftir hesum, so fert tú at trúgva tí – nei ikki øll, tí vit eru nøkur sum síggja longur enn tað. Hava føroyingar og samgongan gloymt hvat hendi í 90’unum? So skjótt sambandsmenn- inir vóru skúgvaðir til viks, fóru hjólini at mala aftur. Ikki við donskum pengum, men fyrst og fremst við av- rikunum hjá okkara arbeið- andi fólki. Fiskimonn- unum, flakafólkinum og út- róðrarmonnum. Eisini ali- vinnan hevði sín leiklut, men sjúka kom uppí, og vánaliga handfaringin frá vinnumálaráharranum gjør- di bara ilt verri. Eisini kreftir innan Javn- aðin royndu at seta kepp í hjólið við at kroysta okkara arbeiðandi fólk út í fleiri verkføll, sum ikki vóru neyðug; hettar viðvirkaði til at fiskaprísirnir fóru nið- ur og allar vørur, sum verkamaðurin skuldi keypa, blivu dýrari – hvat var tá vunnið? Kreppan í 90´unum lærdi okkum, at føroyingar, sum í mong ár hildu, at vit kundu liva og láta við donskum pengum, sóu, at soleiðis hekk tað ikki saman. Vit noyðast sjálvi at taka ábyrgd og skipa okkara samfelag við virðum, sum vit sjálvi skapa. Tað tykist, sum tað eru nøkur, sum fullkomuliga hava sovið í tímanum. Samband fyri ein og hvønn prís – tað er vørumerkið hjá samgonguni Helgi Abrahamsen Knút Eysturstein skrivaði í bløðunum í farnu viku, at hann á veljarafundi í Runa- vík tann 15. januar setti valevnum fyri Sambands- flokkin og Javnaðarflokkin spurningin, um materiel virði er tað einasta, ið gevur lívinum innihald? Hann sigur seg við hesum hava róð fram undir spurningin, um einki annað er at liva fyri enn pengar, bilar, sjón- vørp, luksus o.s.fr.? Síðani greiðir hann í greinini frá, at eg svaraði spurninginum við at siga, at Sambandsflokkurin setir vælferðina hjá føroyingum fremst, og at eitt sindur av luksus afturat er »fínasta slag«. Út frá hesum kemur hann til ta niðurstøðu (um eg skilji hann rætt), at tað er mín støða, og støðan hjá øllum sambandsfólkum, at materiel virði er tað ein- asta, ið gevur lívinum inni- hald, og at einki annað er vert at liva fyri. Hetta er ein løgin niður- støða, sum eg á ongan hátt taki undir við. Blandar tingini saman Sum Knút sjálvur vísir á, so setti hann fleiri spurningar á fundinum, og svarið hjá mær, sum hann umrøður í greinini hevur einki við umrødda spurningin at gera. Hann hevur sjálvur sett spurning og svar saman sum best ber til, og so kók- ar hann súpan burturúr tí. Um eg verði spurdur spurningin sum stendur í greinini (um materiel virði (pengar, bilar, sjónvørp, luksus o.s.fr.) er tað ein- asta, ið gevur lívinum inni- hald), so er svarið stutt og greitt, at tað er tað ikki. Og at siga, at Sambandsflokk- urin setir vælferðina hjá føroyingum fremst, er ikki tað sama sum at siga, at materiel virði er tað ein- asta, ið gevur lívinum inni- hald. Eingi ítøkilig uppskot Annars dámar mær væl hugburðin í pørtum av greinini hjá Knúti. Hann sigur bart úr, at fullveldi hevur størri týdning fyri hann enn vælferðin hjá før- oyingum, og tað er eitt sjónarmið, sum eg havi stóra virðing fyri, hóast eg sjálvur havi eina aðra áskoðan um hetta. Mær dámar altíð væl, tá loysing- arfólk opið og ærliga viður- kenna, at føroyingar kunnu ikki bæði hava vælferð og fullveldi, og tí mugu velja annað av hesum. Men eitt sakni eg tó hvørja ferð, tá hetta sjónar- miðið kemur fram, og tað eru ítøkilig uppskot um, hvørjar vælferðartænastur skulu burtur ella skerjast so hvørt sum ríkisveitingin minkar. Tað er lætt at siga, at vit kunnu klára okkum við eitt sindur minni av luksus, men hvat er luksus? Er fólkapensjónin luksus? Er ókeypis skúlagongd luksus? Ella er viðgerð av teimum sjúku luksus? Hvat skal burtur? Eg fari tí at biðja Knút um at skriva eina grein afturat. Í henni kann hann hóskandi siga okkum ítøkiliga, hvus- su vit kunnu fremja tað, hann kallar »hugsjónina«, sum er at loysa Føroyar úr ríkisfelagsskapinum, og so spara mistu inntøkuna við at skerja vælferðartænast- urnar. Sig okkum hvørjar tænastur skulu burtur og hvørjar skulu skerjast. Tað er at vóna, at hann klárar at finna hesar spar- ingar, tí um tað ikki eydnast honum at finna tær, so hoyrir hann til tann bólkin, sum sambært hansara egnu grein setir vælferðina fram um hugsjónir. Vælferð og hugsjónir (viðmerking til grein hjá Knúti Eysturstein) C M Y K 11 10