hósdagur 19. februar 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 34 - 19. februar 2004
Nr. 34 - 19. februar 2004
9
– Útróðrarfiskurin
gongur inn í okkara
framleiðslu, sum ann-
ar fiskur. Kósin er eitt
stórt fiskavirki, sum
keypir fleiri fiskasløg
og hevur ávísar fram-
leiðslur. Vit gera ikki
mun á útróðrarfiski
og øðrum fiski í
framleiðsluni, sigur
Klæmint Hansen,
virkisleiðari
ÚTRÓÐUR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Seinastu tíðina hevur veðr-
ið verið gott, og væl av út-
róðrarfiski er komið uppá
land í bygdum, har útróður
er. Streymurin hevur verið
góður, men sum skilst, er
hann nú harðnandi.
Klaksvíkin er gomul út-
róðrarbygd, og tað var tann
tíð, tá ið henda vinna at
kalla var altavgerandi fyri
trivnaðin á staðnum.
Men alt broytist og flytir
seg, og soleiðis er eisini við
vinnuni. Og tó; framvegis í
dag breyðføðir útróðurin
nógvum familjum í Klaks-
vík og aðrastaðni kring
landið, og í egningarskúr-
unum standa enn ung sum
eldri og syrgja fyri, at út-
róðrarbátarnir hava nóg
mikið av egndari línu til
næstu setu.
So hvørt, sum fiskiskipa-
flotin og virkini eru vorðin
størri, er týdningurin av út-
róðrinum lutfalsliga mink-
aður. Men tað vildi verið
eitt undarligt og fátæksligt
føroyskt samfelag við ong-
um útróðrarbátum, ongum
útróðrarmonnum og ongari
egning.
Einki ber til
Nú smápláss eru við at
doyggja út, kundi ein
gongd leið kanska verið at
vent aftur til tíðina, tá ið út-
róður og fiskakjallari var á
nógvum bygdum, har eing-
ir aðrir vinnumøguleikar
vóru.
Men tað nyttar ivaleyst
einki at tosa um hesi viður-
skifti í dag, tí samfelagið er
so nógv broytt, og krøvini
til hetta og hitt eru so nógv
økt.
Fyrr var vanligt, at
handilsmaðurin í bygdini
hevði ein fiskakjallara, har
eini 15-20 fólk stóðu og
flaktu og saltaðu fisk.
Menninir, sum áttu bát,
kundu rógva út í tí góðu
tíðini á árinum og sleppa av
við fskin á staðnum.
Tey, ið eru tilkomin og
vaksin upp á smápláss-
unum, minnast hugnaligu
kvøldini, tá ið bátarnir
komu aftur at landi við
stórum og góðum fongi.
Dagin eftir stóðu hurðarnar
í fiskakjallaranum opnar
oman á bryggjuna, og
menn og kvinnur kundu
tjena sær nakrar krónur.
Í dag ber einki til.
Eftir Kósabrúnni
Seinasta leygardag gekk
blaðstjórin á Sosialinum
sær ein túr eftir Kósabrúnni
og tók nakrar myndir av út-
róðrarbáti, sum lá og land-
aði. Á bryggjuni møtti hann
útróðrarmonnum, og hann
møtti eisini Jákupi Sólstein,
formanni í Føroya Reiðara-
felag, sum altíð er fryntlig-
ur at hitta.
Bátur við nógvum fiski
lá við bryggjuna, og menn
vóru væl nøgdir við fongin
hendan dagin.
Klæmint Hansen, sum er
virkisleiðari á Kósini, veit
at siga, at útróðrarbátarnir
hava havt góðan fiskiskap í
seinastuni, nú veðrið hevur
verið so gott. Teir, ið royna
við línu, hava javnan ligið
millum 100 og 200 pund á
stampin, og í seinastuni
hevur meiri enn helmingur-
in av veiðini verið hýsa.
Men tað veldst um, hvar
bátarnir royna. Hinvegin
hevur lági hýsuprísurin
havt við sær, at útróðrar-
menn hava ligið meira eftir
toskinum.
Kósin hevur landingar-
miðstøð, men sum oftast er
tað Fiskamarknaðurin, sum
landar fyri Kósina.
– Vit keypa hesa tænastu
frá Fiskamarknaðinum, sum
hevur sítt egna fólk til
endamálið, sigur Klæmint.
Hann veit at siga, at nakr-
ir útróðrarbátar landa burt-
ur av til Kósina og fara tí-
skil ikki um uppboðssøluna
við fiskinum, men hesir eru
tó undantakið.
Flestu við línu
– Flestu útróðrarbátarnir í
Klaksvík royna við línu,
eisini um várarnar, tá ið
menn aðrastaðni plaga at
leita norður um at royna
eftir várfiski. Tað eru tó
nakrir av teimum smáu bát-
unum, sum leggja um,
meðan norðhavsróðurin er.
Teir stóru útróðrarbátarnir í
Klaksvík, úr 30-40 tonsum
og uppeftir, royna vanliga
við línu alt árið og leggja
ongantíð um til snellu.
Umleið helmingurin av
ráfiskinum, sum Kósin
keypir, keypir virkið bein-
leiðis frá skipum og bátum.
Hin helmingurin verður
keyptur á uppboðssølu.
– Hesa tíðina er útboðið
av útróðrarfiski vanliga
nokkso stórt, og tað plagar
at ganga útyvir prísirnar.
Klæmint heldur tó ikki,
at nakað serligt er at siga
um prísgongdina beint nú.
– Útróðrarfiskurin gong-
ur inn í okkara framleiðslu,
sum annar fiskur. Kósin er
eitt stórt fiskavirki, sum
keypir fleiri fiskasløg og í
fyrsta lagi tosk, hýsu og
upsa. Í framleiðsluni gera
vit ikki mun á útróðrarfiski
og øðrum fiski, sigur
Klæmint Hansen, virkis-
leiðari. Stjóri á Kósini í
Klaksvík er Hanus Hansen.
Útróðrarbátarnir hava góðan fiskiskap
Vælnøgdur útróðrarmaður á
Kósabrúnni leygardagin
Mynd: Jan Müller
Jákup Sólstein, formaður í
Reiðarafelagnum, gekk sær
eisini ein túr eftir bryggjuni
hendan dagin
Mynd: Jan Müller
Útróðrarbátarnir hava fingið væl av fiski seinastu tíðina, nú veðrið hevur verið so gott
Mynd: Jan Müller
Jógvan er ársins 1. hjálpari
– Eg gjørdi ikki ann-
að, enn eg hevði vón-
að, at onkur annar
gjørdi fyri meg, um eg
kom illa fyri, sigur
Jógvan Mørkøre, sum
týsdagin var kosin
ársins 1.hjálpari av
Reyða Krossi. Tær
tríggjar genturnar,
Sarah á Rógvu Ras-
mussen, Marjun Reg-
insdóttir og Una Sús-
anna Skaalum vórðu
eisini heiðraðar
ÁRSINS FYRSTI
HJÁLPARI
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Á samkomu í hølunum hjá
Reyða Krossi týsdagin varð
48 ára gamli Jógvan Mørk-
øre úr Hósvík heiðraður
sum ársins 1. hjálpari 2003.
Hetta er triðju ferð, at
Reyði Krossur heiðrar árs-
ins 1. hjálpara í Føroyum.
Vendi við
Í juni mánaði í fjør kom
Jógvan Mørkøre á ein
mann, sum hevði skorið seg
illa norðanfyri Áir. Menn
vóru farnir eftir seyði og
ein teirra er áhalsin og
stingur seg illa í annan
tjúkkan. Hann bløddi sera
illa og menninir á staðnum
royndu at lyfta beinið fyri
at steðga bløðingini.
Jógvan Mørkøre er á veg
úr Oyrarbakka til Hósvíkar
og varnast at okkurt er
áfatt, men koyrir framvið
monnunum, tí hann væntar,
at menninir høvdu tamar-
hald á støðuni.
Komin nakað framvið
monnunum, ger Jógvan
Mørkøre kortini av at
venda við aftur, tí møguliga
kann hann hjálpa mannin-
um. Komin á staðið, sær
hann, at maðurin hevur
skorið seg illa í tjúkkan og
við hjálp av fyrstu hjálpar
skjáttuni, fær hann steðga
ógvusligu bløðingini.
Tá sjúkrabilurin kom á
staðið, varð havt á orðið, at
arbeiðið hjá Jógvani var
ómetaliga væl úr hondum
greitt.
Trý boð
Umframt Jógvan Mørkøre,
vóru tvey onnur evni í
uppskoti til at gerast ársins
1. hjálpari. Løgreglufólk-
ini, Lars Muller og Mari-
ann Reinert vórðu tilkallað
21. juni 2003, tí uttanfyri
Havnar Klubba var ein
maður dottin og svímaður.
Tey góvu honum anda-
hjálp og hjartamassasju, so
maðurin kom seg aftur.
Lars og Mariann fingu
seinni eina heiðursgávu frá
Ríkisløgregluni fyri avrikið
Løgreglumaðurin, Sig-
mund Petersen, var eins og
Lars Müller og Mariann
Reinert, í uppskoti til ársins
1. hjálpara. Sigmund varð
boðsendur til eitt ferðslu-
óhapp norðuri við Áir í
fjørsummar.
Sagt verður, at hann var
umhugsin og gav teimum
skaddu teppir og sín egna
jakka at verma seg við.
Sigmund gav eisini teimum
løstaðu andahjálp. Sig-
mund Petersen fekk eisini
heiðursgávu frá Ríkisløg-
regluni fyri sítt avrik.
Mín skylda
Ársins 1. hjálpari, Jógvan
Mørkøre, gjørdist ikki sørt
bilsin av at verða kosin árs-
ins 1. hjálpari. Hann sigur
seg altíð havt stóran áhuga í
1. hjálpararbeiði
Jógvan tók 1. hjálpara-
skeiðið í 1979 og síðan
hevur hann altíð havt 1.
hjálparskjáttuni við sær í
bilinum og í bátinum.
– Sum ungur fekk eg ofta
lúsingar av ymsum slag. Tá
var ikki bara at siga tað at
fara til lækna og tískil var
tað ofta mamma, sum kom
mær til hjálpar. Áhugin fyri
sjúkrarøkt er helst komin
av at síggja mammu á ung-
um árum. Áhugið fyri
sjúkrarøkt er eisini í familj-
uni, tí systrarnar hjá mær
eru ávikavist sjúkrahjálpari
og sjúkrasystur, sigur Jógv-
an Mørkøre.
Hann dylir ikki fyri, at
tað er fløvandi at fáa slíka
heiðursgávu, men leggur
afturat, at hann gjørdi ikki
meir enn sína skyldu.
– Eg gjørdi ikki annað,
enn eg hevði vónað, at
onkur annar gjørdi fyri
meg, um eg kom illa fyri,
sigur hann
Børnini duga eisini
Tað eru ikki bert løgreglu-
fólk og kommunalpolitikk-
arar sum hava eginleika at
hjálpa illa støddum fólki.
Fyri góðum ári síðan vóru
tær tríggjar genturnar Sarah
á Rógvu Rasmussen, Marj-
un Reginsdóttir og Una
Súsanna Skaalum á veg úr
skúlanum.
Tað var kalt í verðinum
og tær tríggjar fingu hug-
skotið at fara út á ísin við
Havnará. Sarah var fyrst á
ísin, men datt gjøgnum ísi-
n. Marjun roynir at koma
Saruh til hjálpar, men hon
fer eisini gjøgnum ísin.
Eftir stendir Una, sum
sær, at tað ber ikki til at fara
út á ísin, tí so dettur hon
eisini ígjøgnum. Una rennir
tí eftir hjálp og komin om-
an um Skótahúsið við
Havnará møtir hon Ingun
Hentze og saman fáa tær
Marjuna og Saruh upp á
turt aftur í øllum góðum.
Á samkomuni fingu tær
tríggjar genturnar hvør sítt
krúss frá Reyða Krossi,
meðan Ingun Hentze fekk
eitt hálsprýði.
The
Darkness
vóru stóru
vinnar-
arnir
Í gjárkvøldi vóru vinn-
ararnir av Brit Awards
kosnir í London. Bólk-
urin, The Darkness,
steyk avstað við trimum
heiðurslønum, meðan
Justin Timberlake var
teimum
næstur
við
tveimum
Her eitt yvirlit yvir
vinnararnir
av
Brit
Awards 2003
British Male solo
artist:
Daniel Bedingfield
British Group
British Rock Act
Mastercard
British
Album
The Darkness
British Female Solo
Artist
British single (White
Flag)
Dido
International Male
Solo Artist
International Album
(Justified)
Justin Timberlake
British Dance Act:
Lemar
British Dance Act:
Basement Jaxx
British Breaktrough
Artist:
Busted
International Female
Solo Artist:
Beyonce Knowles
International Group:
White Stripes
International
Breakthrough Artist:
50 Cent
Outstanding
Contribution;
Duran Duran
Evnini til ársins 1.
hjálpara
Jógvan Mørkøre:
Maður skorið seg
illa
Lars Müller og
Mariann Reinert:
Maður dottin og
svímaður
Sigmund
Petersen:
Ferðluvanlukka
Fakta
Tær tríggjar genturnar Sarah á Rógvu Rasmussen, Marjun Reginsdóttir og Una Súsanna
Skaalum vórðu eisini heíðraðar av Reyða Krossi. Aftanfyri sæst Ingun Hentze sum kom
gentunum til hjálpar
Mynd: Óli Jacobsen
Jógvan Mørkøre úr Hósvík er
ársins 1. hjálpari fyri at
hjálpa einum illa støddum
manni í fjørsummar
Mynd: Óli Jacobsen
C
M
Y
K
9
8