hósdagur 19. februar 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 34 - 19. februar 2004
Nr. 34 - 19. februar 2004
7
Eysturoyggin tekur kappingina upp
Nýggja ferðaskriv-
stovan Novena Tours í
Saltangará lat upp
mikudagin. Vantandi
gistingar á hotellun-
um í Eysturoy vóru
beinleiðis grundin til
stigið, sigur annar
stigtakarin
FERÐAVINNA
Edvard Joensen
edvard@sosialurin.fo
Saltangará:
Ov fáar gistingar á hotell-
unum í Eysturoy í fjør var
beinleiðis grundin til, at
nýggj ferðaskrivstova nú er
latin upp í Saltangará.
Tað eru teir báðir hotel-
stjórarnir, Pól Jákup Poul-
sen á Runavíkar Sjómans-
heimi, og Frank Kruse
Nielsen á Hotel Lonini á
Eiði, sum hava tikið stig til
og reka nýggju ferðaskriv-
stovuna, Novena Tours í
Saltangará.
At standa fyri dagliga
rakstrinum hava teir sett
Erlu Weihe Johanesen, sum
er útbúgvin í ferðavinnu hjá
DSB í Danmark og seinnu
tíðina hevur arbeitt hjá
Flogfelag Føroya.
Bæði leiðarin á Runa-
víkar Sjómansheimi og á
Hotel Lonini byrjaðu nýgg-
ir í vinnuni í fjør, greiðir
Pól Jákup Poulsen frá. Og
báðir sannaðu, at talið á
vitjandi á hotellunum báð-
um í Eysturoy var í lægra
lagi. Teir tosaðu tí saman
um, hvat gerast ku ndi fyri
at betra um støðuna, og
úrslitið gjørdist so Novena
Tours, sigur hann.
Ætlanin er greitt í fyrsta
umfari at royna at fáa fleiri
fremmand ferðafólk hend-
anveg. Og eitt sindur sjálv-
søkin hevur tú væl loyvi at
vera og royna at fáa kundar
til títt egna øki, heldur Pól
Jákup Poulsen. Tað verið
seg bæði ferðafólk,sum
ferðast einasmøll, bólkar
og fyri tann skuld eisini
ferðamannaskip,
sum
kundu hugsast at vitja økið.
Sjálvandi fer Novena
Tours eisini at selja føroy-
ingum, sum ætla at feðrast
úti í heimi, ferðaseðlar.
Bæði vanligar ferðaseðlar
millum lond og eisini chart-
erferðir. On-line skipan er,
so til ber at leggja ferðir til
rættis um allan heim.
Novena Tours hevur av-
talur við fleiri hotel í
Danmark, soleiðis at til ber
at keypa feðaseðlar og
gisting alt um eina leið,
sigur Pól Jákup Poulsen.
Eysturoyggin er vinnu-
oyggj, og vinnulívsfólk
ferðast nógv, so hann hevur
góðar vónir um at sleppa
upp í part har.
– Føroyingar eru sum
heild eitt lokalt fólkaslag,
so eg vænti, at eysturoying-
ar far at stuðla okkum, sig-
ur hann og leggur afturat, at
longu nú hava tey merkt ein
ávísan áhuga.
Novena Tours heldur til í
handilsbygninginum yvir
av Statoil støðini í Salt-
angará.
Erla Weihe Johannesen er sett
í starv starv hjá Novena
Tours
Mynd: Jens Kristian Vang
P/f Atlantis
letur aftur
Leiðslan á kryvjivirk-
inum Atlantis í Vest-
manna noyðist nú at
taka avleiðingarnar
av rákinum í alivinn-
uni, og í næstu letur
virkið aftur. Orsakað
av ILA-smittuni og
lágu marknaðarprís-
unum er eingin laks-
ur eftir at kryvja í
Vestmanna, og sostatt
gerast tey 20 arbeiðs-
fólkini á virkinum
arbeiðsleys
ALIVINNA
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Eftir at hava kruvt laks síð-
ani 1996 fer kryvjivirkið
Atlantis í Vestmanna nú í
søguna. Tað er stutt sagt
ikki nakar laksur eftir at
kryvja, og stjórin á virkin-
um frá apríl 1999, Jákup
Oluf Hansen, sigur, at stað-
festingin av herviligu ILA-
smittuni í fjør og lækkandi
prísirnir hava givið kryvji-
virkinum Atlantis mønu-
stingin.
– Í næstu viku er so eing-
in laksur eftir í Vestmanna
at gera til, og so er ikki
nógv annað at gera enn at
lata aftur, staðfestir Jákup
Oluf Hansen. Tey 20 ar-
beiðsfólkini á virkinum
fingu øll uppsøgn 1. des-
ember í fjør, og tískil er
endin ikki nakað, sum nú
kemur óvart á.
Byrjaðu í 1996
P/f Nævir, Sandá Samtakið
og Vestmanna Fiskavirki
stovnaðu Atlantis fyri átta
árum síðani, men í tíðar-
skeiðnum frá 2001-2003
tók Sandá Samtakið einsa-
malt yvir virkið. Síðani
vórðu partabrøvini yvirtik-
in av Vestlax seint í 2003,
har ein nevnd varð sett at
stýra virkinum.
Nú verður arbeiðið so
lagt niður í bygninginum í
Vestmanna, sum Atlantis
hesi árini hevur leigað frá
Vestmanna Fiskavirki, og
so er virkisbygningurin
tøkur og til reiðar at nýta
hjá øðrum møguligum akt-
ivitieti.
– Partafelagið Atlantis
fer so ikki aftur at vera
virkið, men vit vóna, at
bygningurin ikki fer at
standa tómur í framtíðini, tí
tað er jú altíð spell fyri
vinnulívið í bygdini. Nógv
ung fólk hava verið tengd at
arbeiðinum á virkinum, og
tey missa nú møguleikan at
arbeiða í bygdini, sigur
stjórin á Atlantis, sum í løt-
uni riggar av, áðrenn sein-
astu laksarnir verða kruvdir
í næstu viku.
Eingin endurreisn
Jákup Oluf Hansen trýr ikki
á nakra endurreisn fyri
vinnuna í Vestmanna, um
rákið skuldi vent í ali-
vinnuni í Føroyum.
– Um fiskur verður settur
út aftur og vend kemur í
gongdina, verður hann í
fyrsta lagi kruvdur um tvey
ár, og eg havi torført við at
ímynda mær, at nakað
verður gjørt í Vestmanna tá,
staðfestir stjórin.
Hóast P/f Atlantis sam-
bært honum hvørki er í
skuld ella í svárum fíggjar-
ligum trupulleikum, nú
virkið letur aftur, mugu teir
kortini ásannað, at ikki ber
til at halda fram uttan nakr-
an laks at kryvja, og sostatt
hevur enn eitt virkið kent
sviðan av kreppuni í ali-
vinnuni, har 20 fólk mugu
leita eftir nýggjum arbeiði.
– Tað er spell fyri Vestmanna bygd, at 20 fólk gerast arbeiðsleys, nú kryvjivirkið Atlantis letur aftur, sigur stjórin Jákup Oluf
Hansen, sum riggar av, áðrenn lykilin í næstu viku verður snaraður fyri seinastu ferð í bygninginum í havnini í Vestmanna
Eingin avtala um norðhavssildina
Eingin avtala spurdist
burtur úr samráðing-
unum í Keypmanna-
havn um norðhavs-
sildina. Føroysku
umboðini fóru eftir
somu avtalu sum í
1997, ið hevur verið
galdandi til 2002,
men av tí at Noreg
kravdi 66% av heild-
arkvotuni fekst eingin
semja
SILDASAMRÁÐINGAR
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Ísland hevði, eftir áheitan
úr ES og Noreg, boðað til
samráðingarfundar viðvíkj-
andi fyrisitingartiltøkum og
fiskiskapi eftir norðurhavs-
sild í 2004. Strandarlond-
ini, sum luttaka í hesum
samráðingunum, eru um-
framt Ísland, ES, Føroyar,
Noreg og Russland. Fund-
urin var í Keypmannahavn
16-17. februar 2004.
Tey fimm strandarlondini
samdust um fiskiskapin
fyri 1997 og hava síðani
fram til 2002 gjørt avtalu
fyrst um heildarveiðu og
síðani býtt kvotuna við
sama býtislykli øll árini -
bæði millum londini og við
at geva lutfalsliga somu at-
gongd til skip úr øðrum
pørtum at fiska í heima-
sjógvi.
Semjan helt ikki, tá sam-
ráðingarnar fyri fiskiskapin
í 2003 vórðu tiknar upp í
St. Pætursborg í oktober
2002. Noreg noktaði at
halda fram við fimmparta-
avtaluni, sum hevur verið
grundarlagið undir býtinum
av norðurhavssild síðani
1997. Noreg kravdi sín part
hækkaðan úr 57% upp í
70% grundað á, at norður-
havssildin mest er í, og
verður fiskað í norskum
sjógvi - íroknað Jan Mayen
og Svalbard. Eingin av hin-
um pørtunum kundu góð-
taka norska kravið og hildu
fast við fimmparta-avtal-
una. Hetta stríðið endaði so
við, at partarnir hvør sær á
vári 2003 gjørdu avtalu við
Noreg um, at hvør parturin
hevði fiskimøguleikar sam-
svarandi upprunaliga býtin-
um, men at man samstundis
lat Noreg ein part av hesum
afturímóti, at Noreg gav
fulla atgongd fyri restina av
kvotuni at kunna verða
fiskað í norskum sjógvi.
Føroyar og ES høvdu av-
talað, at útgangsstøðið fyri
samráðingunum var lutfals-
ligur niðurskurður í kvotu
hjá báðum pørtum fyri økta
atgongd. ICES hevur mælt
til, at fiskiskapurin verður
samsvarandi hesum veiðu-
setningi, og at veiðan í
2004 ikki fer upp um
825.000 tons.
Føroyska samráðingar-
nevndin fór eftir at fáa
somu avtalu aftur, sum var
galdandi í 1997, og um
hetta ikki var møguligt so
at finna eina eina loysn fyri
2004, har virðið av sín-
ámillum avtalu fór at verða
samanborið soleiðis, at
Føroyar fáa eins stóran
ágóða av avtaluni, sum
Noreg fær. Í 3. lagi um
eingin strandarlandaavtala
fekst, so mugu Føroyar seta
sær eina egnu kvotu grund-
að á semjuna í 1996.
Úrslitið
gjørdist,
at
strandarlondini ikki kundu
semjast um eina nýggja
strandarlandaavtalu, tí Nor-
eg kravdi 65% av heildar-
veiðuni í mun til 57% eftir
avtalunum frá 1997 - 2002.
Sostatt er eingin sildaavtala
enn gjørd fyri 2004.
Statoilstøðin á Tvør-
oyri er staðið, har ung
hittast. Tey eru ikki
serliga fegin um stað-
ið, og eigarnir eru
onki fegnir um at
hava tey ungu »hang-
andi«. Men onki
annað stað er - uttan
bilarnir! Og komm-
unan ásannar, at tað
er sera fátæksligt við
hølum til ungdómin
Anna P. Mortensen
Flestu av okkum kenna eitt
ella fleiri hang-out støð, har
vit
klumpaðust
saman,
prátaðu,
flentu,
gjørdu
gjøldur, fjeppaðust o.s.fr. -
eitt stað, har tey vaksnu
sjálvdan komu. Sjálv var eg
tannáringur her á Tvøroyri í
80unum, Frændur vóru í
hæddini, kioskirnar hjá
Bjarna sála og Hans vóru
støðini, Logjan og Skóthús-
ið. Í Logjuni var plátuspæl-
ari, vit høvdu plátur við
heimanífrá ella vit fóru
niður í kjallaran at lýða á, tá
okkurt orkestur vandi.
Í dag er tað so Statoil.
Bara Statoil. Sjálvandi eru
tað nógv ung, ið íðka ítrótt
nakrir ella fleiri tímar um
vikuna, og tað trýtur heldur
ikki við góðum ítróttartil-
boðum í góðum umhvørvi.
Men tað vil altíð vera ein
partur ið ikki íðkar ítrótt -
sum ikki kennir seg væl í
eini ítróttarhøll. So er bara
Statoil!
Britt og Esther ganga í 9.
flokki í Tvøroyrar skúla.
Tær venja báðar fótbólt, og
Esther spælir eisini flog-
bólt. Men hóast tað, inni-
heldur skúlavikan nógvar
tímar, sum verða nýttir
niðri í Statoil:
– Vit kunnu ikki lata vera
við at koma har, tí onga
aðrastaðni er at fara. Vit
kunnu onki gera, og tosa vit
ov hart ella flenna ov hart,
verða vit átalað fyri at
styggja aðrir kundar burtur.
Tað kann gott vera, at tað er
so, og vit vildu fegnar hild-
ið okkum burtur. Tað gera
vit so eisini onkuntíð, fara
heim til onkran ella sita í
onkrum bili, men tá koyra
vit aftur og fram við Statoil,
fyri at hyggja, hvør nú man
vera komin. OK, vit eru so
ikki tær, ið koma har mest.
Summi brúka meginpartin
av frítíðini í Statoil, tað er
ræðuligt!
Í síðstu viku var grein her
í blaðnum um ætlanirnar
hjá T F. Thomsen A/S at
gera ungdóms- og mentan-
arstað í einum av pakkhús-
unum.
Spurdar, hvat tær halda
um, at ein ungdómsklubbur
verður stovnaður, siga báð-
ar hetta vera SUPER. Og
tær eru samdar um, at fara
nakrir bleytir stólar at finn-
ast har ella ein sofa, ja, so
hevði tað bara verið fant-
astiskt. Og tað má sigast, at
krøvini ikki eru so øgiliga
høg...
Stuðul til ungdóms-
høli
Pauli Einarsson er formað-
ur í mentanarnevndini í
Tvøroyrar kommunu. Hann
ásannar, at tað er sera fá-
taksligt við hølum til tey
ungu og mentan yvirhøvur:
– Stuðulin hjá kommun-
uni á ungdómsøkinum fer
til ítróttina. Og ein heilt
stórur partur av stuðuli fer
til barnaansing. Vit hava
plássgaranti í kommununi,
og hóast øll børn hava ans-
ingarpláss, er útibarnagarð-
ur júst stovnaður. Men ung-
dómurin...
har
væntar!
Teimum væntar eitt hugna-
ligt stað at hittast, har
møguleiki eisini er fyri at
spæla tónleik o.a.
Pauli hevur sjálvur brúkt
nógva tíð til tónleikin,
hevur javnan vant við
orkestrum her á staðnum:
– Vit vandu í Logjuni.
Har savnaðust nógv ung, og
øll vóru væl nøgd. Vit stóðu
og vandu, meðan hini
søgdu seg fáa eina gratis
konsert.
Í dag er onki slíkt stað, og
tað er stórt spell. Bygning-
urin hjá kommununi, sum
Poul Hansen húsaðist í á
Hvítanesi, stendur tómur.
Uppskot varð lagt fyri
kommununa at fáa hesi høl-
ið gjørd í stand til mentan-
arhús, men undirtøka var
ikki fyri tí.
Tosað hevur verið um, at
kommunan hevur ætlanir
um at saltsiloin á Drelnesi
skal gerast mentanarstað,
men Pauli sigur, at tað er
ikki vorðið til nakað ítøki-
ligt. Saltsiloin skal renover-
ast frá botni av, og verður
ein sera kostnaðarmikil
verkætlan.
Spurdur, hvat hann heldur
um
ætlanina
hjá
T.F.
Thomsen A/S at gera eitt av
pakhúsunum til ungdóms-
og mentanarstað - og hvussu
kommunan hevði kunnað
stuðlað - sigur hann:
– Gomlu pakhúsini, sum
liggja mitt í bygdini eru
sera attraktivt økið. Tað eru
júst støð sum hesi, man
leitar eftir í grannalondnum
og brúkar til mentanarlig
endamál, Norðurbryggjan í
Keypmannahavn er eitt
dømi. Vit hava sama um-
hvørvi her í minni formati!
Tað, ið krevst av einum per-
sóni, ið fer undir eina slíka
verkætlan er, at viðkom-
andi dugur at byggja eitt
umhvørvið upp um staðið,
og tað vænti eg eisini, at
stigtakarnir gera. Anna
Kirstin er dugnaligur íverk-
setari - tað hava vit sæð - so
alt talar fyri, at ætlanin
kann gerast veruleiki.
Pauli Einarsson sigur, at
kommunan er áhugað at
stuðla tiltøkum, ið eru til
frama fyri ungdóm og
mentan í bygdini - tað verið
seg, um tað eru persónar
ella feløg, ið standa aftan-
fyri. Kommunan kann veita
beinleiðis
peningastuðul
ella óbeinleiðis stuðul, við
at tryggja karmar til ymisk
tiltøk, eitt nú við at lata
ítróttarhøllina til t.d. eina
konsert. Men fyrst av øllum
mugu vit síggja eina ítøki-
liga verkætlan. Harnæst
verður fundur, og triðja
stigið kundi verið ein roynd
at fingið verkætlanina - sum
hugsandi bæði kundi komið
undir ungdómsarbeiði og
restaurering og viðlíkahald
av gomlum bygningum - á
fíggjarlógina næstu ferð.
Verkætlanin er til frama fyri
trivnaðin í bygdini - serliga
hjá teimum ungu - so her
skuldu allir møguleikar
staðið opnir.
Vána »hang-
out stað«
Mynd: Pakhús 4 (næstuttast til høgru), sum er í heili fimm
hæddum, skal vera ungdóms- og mentanarhús
Mynd: Britt og Esther vóna, at ungdómshúsið skjótt verður
veruleiki, tí stórur tørvur er á tí
C
M
Y
K
7
6