Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-19, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. februar 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 34 - 19. februar 2004 Nr. 34 - 19. februar 2004 5 Bakkafrost fer ikki at krevja endurgjalds- krav frá Heilsufrøði- ligu Starvsstovuni fyri skuldsetingarnar um at hava útflutt ILA- sjúkan laks ÚTFLUTNINGUR Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Vit vilja heldur líta fram- eftir. Bakkafrost fer ikki at leggja endurgjaldskrav ímóti Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Tað hevur leiðslan á virk- inum nú avgjørtt. Bakkafrost umhugsaði annars at leggja endur- gjaldskrav ímóti Heilsu- frøðiligu Starvsstovuni eftir art skuldsetingarnar um at Bakkafrost hevur útflutt laks, sum er deyður av ILA, eru sleptar. Heilsufrøðiliga Starvs- stovan meldaði herfyri Bakkafrost fyri fútanum fyri at hava útflutt laks, sum varð deyður av ILA. Men niðurstøðan hjá fút- anum var, at onki løgfrøði- ligt hald var í málinum og tí varð ákæra ikki reist. Heilsufrøðiliga Starvs- stovan tók hesa avgerð til eftirtektar og gjørdi somu- leiðis av at sleppa málinum, heldur enn at fara víðari til ríkisákæran við tí. Leggja hetta afturum Regin Jacobsen stjóri á Bakkafrost segði tá, at virk- ið nú fór at umhugsa at krevja endurgjaldskrav frá Heilsufrøðiligu Starvsstov- uni fyri at tann skaða, virk- inum hevur verið fyri av at vera meldað av órøttum. Men nú er leiðslan á Bakkafrost liðug at um- hugsa málið. – Vit hava gjørt av, at vit fara ikki at krevja endur- gjaldskrav frá Heilsufrøði- ligu Starvsstovuni, sigur Regin Jacobsen. Hann sigur, at á Bakka- frost eru tey komin til ta niðurstøðu, at tað tænir øll- um pørtum best at leggja hetta málið afturum. – Farið er farið og vit hava gjørt av at leggja hetta málið afturum okkum. Hetta málið hevur fingið nóg mikið av viðgerð, so vit gera ikki meiri við tað. – Ístaðin vilja vit líta frameftir og tað hava vit eisini mælt Heilsufrøðiligu Starvstovuni til at gera og so at báðir partar royna at fáa eitt so gott samstarv frameftir. Tað merkir ikki, at tey á Bakkafrost eru samd við Heilsufrøðiligu Starvsstov- una um mátan, sum Starvs- stovan hevur handfarið málið upp á. –Heilsufrøðiliga Starvs- stovan er ein stovnur, sum vit skulu hava samstarv við hvønn einasta dag og vit halda, at tað tænir øllum pørtum best at leggja hetta málið afturum og at royna at líta frameftir. Men tað vit hava at siga um hetta málið, hava vit sagt á røttum staði og vit ætla okkum ikki undir eina almenna viðgerð av Heilsufrøðiligu Starvs- stovuni, tí tað tænir ongum endamáli, sigur Regin Jacobsen. Ivi hevur tikið seg upp um grótið til samferðsluhavnina. Teir, sum koyra grót til samferðslu- havnina, eru sendir til hús og yvirfriðingar- nevndin skal nú viðgera málið. Men hon hevur ikki fund aftur fyrrenn um ein mánað, sigur Lands- verkfrøðingurin SAMFERÐSLUHAVN Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Arbeiðið uppá samferðslu- havnina í Trongisvági til nýggja Smyril er steðgað- einaferð enn. Ivi hevur tikið seg upp um grótið, sum verður brúkt til samferðsluhavnina og tískil er øll koyring við grótið hildin uppat. Somuleiðis eru allir bil- førararnir, sum koyra grót, sendir til hús. Tað, sum ivamálið er um, er, um tað er loyvt at sprongja meiri grót í grót- brotinum inni í Líð, enn tað longu er sprongt. Tað er hesin spurningur- in, sum greiða nú skal fáast á. Men tað kann taka tíð at fáa greiði á tí málinum. Oyvindur Brimnes, Landsverkfrøðingur, sigur, at málið skal fyri í yvirfrið- ingarnevndini. Men hon hevur ikki fund aftur, fyrr- enn um ein mánaða. Ógreiða um lopyvið Tá ið Landsverkfrøðingurin søkti um at sprongja grót inni í Líð, varð ásett, at ikki mátti farast út um eina ávísa linju, sum varð merkt upp, at sprongja. Men Landsverkfrøðing- urin sigur, at nú hevur ógreiða tikið seg upp um, akkurát, hvar hendan linjan er. Oyvindur Brimnes sigur, at sum hann hevur skilt tað, vóru bara nøkur punkt sett upp, sum byggimeistarin, ið ger havnina, skuldi halda seg innanfyri. Men nú hevur ivi tikið seg upp um, hvussu linjan gongur. Oyvindur Brimnes sigur, at friðingarnevnevndin á staðnum heldur, at byggi- meistarin hevur loyvi til at sprongja nakað afturat burturav lendinum. Men fyri at beina allan iva burtur, verður málið lagt fyri yvirfriðingar- nevndina eisini. Men hon fer ikki at við- gera málið, fyrrenn á fundi um ein mánað og tað verður so tað fyrsta, at koyringin av gróti til sjálvan molan verður tikið uppaftur. Landsverkfrøðingurin leggur altíð slík mál fyri yvirfriðingarnevndina fyri at sleppa undan øllum iva, sigur hann. Hann sigur, at feilurin er helst tann, at umsóknin frá Landsverkfrøðinginum um loyvi til at taka grót, hevur ikki verið nóg fullfíggjað ella nóg greið, sum hann málber seg. Tí hevur ivamál nú stung- ið seg upp um heimildina at taka grót. Oyvindur Brimnes sigur, at endar tað við, at yvirfrið- ingarnevndin kemur til tað niðurstøðu, at tað ikki er loyvt at sprongja meir í sjálvum grótbrotinum, má ein onnur loysn finnast, men hann dugir ikki at siga, hvat tað skuldi verið fyri ein loysn. Ikki vist at tað seinkar Spurningurin er so, hvørja avleiðing hetta fer at fáa fyri sjálva samferðsluhavn- ina. Tíðarætlanin hevur altíð verið ógvuliga knøpp og hetta ger tað ikki betri. Arbeiðið at gera sjálvt atløguplássið kann halda fram við gróti, sum er sprongt, men arbeiðið at koyra grót til sjálvan molan má halda uppat. Tað skilst, at tað skulu einir 50 metrar av mola gerast afturat. Landsverkfrøðingurin sigur, at tað er ikki vist, at hetta merkir, at havnin ikki kann takast í brúk, tá ið nýggi Smyril kemur í oktober. – Atløgusíðan kann ger- ast liðug við grótið sum er, men so kann sjálvur molin gerast liðugur, tá ið ein endalig loysn funnin á trup- ulleikanum við grótinum, sigur hann. Hetta er aðru ferð, at ar- beiðið upp á samferðslu- havnina er steðgað tí at eitt loyvi ikki er greitt. Fyri jól steðgaði arbeiði ein dag ella tveir, tí loyvi var ikki fingið til at dumpa tað, sum varð grivið upp av botni. Vilja heldur líta frameftir enn at krevja endurgjald Hava steðgað arbeiðnum upp á samferðsluhavnina í Trongisvági Bakkafrost hevur gjørt av at lata skuldsetingarnar um ólógligan útflutning fara og tí verður onki endurgjaldskrav reist ímóti Heilsufrøðiligu Starvsstovuni Arbeiðið at koyra grót til molan í nýggju samferðsluhavnina í Trongisvági er steðgað og Landsverkfrøðingurin sigur, at bíðað verður nú eftir einum fundi, sum verður í yvirfriðingarnevndini um ein mánað Blaðstjórin á Sosial- inum, Eirikur Linden- skov, heldur eins og tíðindaleiðarin í Út- varpi Føroya, at tað er uppgávan hjá fjøl- miðlunum at varpa ljós á ymisk viður- skifti, sum hava við ferðsluvanlukkur at gera. Men hann sigur, at tann fyribyrgjandi parturin so sanniliga eisini spælir inn ETIKKUR Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo – Uppgávan hjá fjølmiðl- unum er fyrst og fremst at bera tíðindi út, og tað er eisini tað, sum vit liva av. Og tíverri eru slík sorgar- tíðindi eisini er partur av tí, sigur Eirikur Lindenskov. Eirikur tosar millum ann- að um, at ferðsludeyði helst er ein tann størsta deyðsor- søkin millum ung í dag, og tí heldur hann, at tað er av alstórum týdningi, at ljós verður varpað á hetta javn- an. Men hann staðfestir tó, at tað tíverri í flestu førum bert er talan um eitt upplop í nakrar dagar, og so doyr kjakið burtur, inntil ein onnur vanlukka er hend. Hann heldur, at tað verð- ur gjørt ov lítið við at lýsa um vandan sum heild. Og tá talan bert er um eitt upp- lop, so sigur hann seg skilja væl, at fólk bert uppfata hetta sum eina roynd at selja blaðið. – Men tað er at taka ov rívan til, heldur Eirikur og vísir á, at tað eisin eru upp- gávan hjá fjølmiðlunum at upplýsa og royna at gera eitt fyribyrgjandi arbeiði á hesum økinum. Vísa fyrilit Mannagongdin á Sosial- inum er, at tá slík sorgartíð- indi berast, sum at eitt menniskja hevur latið lív í ferðsluni ella í aðrari van- lukku, so verða tíðindi ikki borin út, fyrr enn løgreglan hevur leysgivið tey. – Og tað var eisini júst hendan mannagongdin, ið nýtt varð til hesa vanlukk- una, sum júst er hend, sigur Eirikur. Um løgreglan ikki hevði váttað tíðindini, so vóru tey als ikki í blaðnum hendan dagin. Blaðið roynir at vísa teimum avvarðandi fyrilit, og eins og hjá útvarpinum er tað eisini komið fyri á Sosialinum, at upplýsingar verða afturhildnir, sum ikki verða mettir at kunna fara í blaðið. – Men samstundis er tað nakað fyribyrgjandi í at seta eina tílíka mynd í blað- ið, sum var í hesum før- inum, heldur blaðstjórin. Tá tosað verður um tað fyribyrgjandi, sum er í greinum, innsløgum ella myndum um ferðsluvan- lukkur, leggur Eirikur dent á, at javnvág má og skal vera millum tað fyribyrgj- andi í tí og fyriliti fyri teim- um avvarðandi. – Vit meta, at tað er fyri- byrgjandi, at fólk síggja slíkt, og okkara uppgáva er eisini at upplýsa um vand- an, sum er, sigur hann. Null-hugsjónin Blaðstjórin sigur, at Sosial- urin sær stórt í Null-hug- sjónini hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd, og tað heldur hann eisini eigur at verða gjørt okkurt við. – Tað er eisini ein upp- gáva hjá okkum fjølmiðlum at fylgja hesum málinum upp, sum ein partur av upp- lýsing og fyribyrging, sig- ur hann. Hann heldur, at Null hug- sjónin er eitt gott sam- felagsgagnligt mál, sum blaðið vil verða við til at fremja við upplýsingarar- beiði, sum skal til. Sosialurin: Fyribyrging er týdningarmikil Upplýsingararbeiði og fyribyrging er eisini ein stórur partur av uppgávuni hjá fjølmiðlunum – líka so væl sum tíðindaflutn- ingurin er, sigur Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum Savnsmynd Fjølmiðlavirksemið í sambandi við van- lukkuna við Áir tann 11. februar í ár, sum kravdi eitt mannalív, hevði við sær, at løgreglan hevur havt fund við flest allar partar, sum høvdu ein leik- lut í samband við vanlukkuna ella annars hava við til- búgving at gera TÍÐINDASKRIV post@sosialurin.fo Á hesum fundinum varð arbeiðið í sambandi við vanlukkuna gjøgnum- gingið. Hesin fundurin hevði ongar atfinningar til tað faktiska arbeiðið á skaðastaðnum ella avrik- ið hjá løgregluni. Tey trupulleikakendu sjónarmið, sum hava ver- ið frammi í fjølmiðl- unum, hava tí ikki røtur í tí arbeiði, sum útint bleiv í sambandi við ferðslu- vanlukkuna. Alarmsentralurin er ein móttøkutelefonskip- an á politistøðini í Havn, har vaktleiðarin millum annað hevur ábyrgdina av at fráboða øllum, sum hava ein leiklut í arbeið- inum at bjarga mannalívi og annars taka sær av teimum uppgávum, sum hendingar hava við sær. Umframt fyriskipar vakt- leiðarin arbeiðið hjá løg- regluni, sum samskipar allar størri hendingar á landi. Tá ferðluóhapp – sum tað umrødda – henda, er reglan, at sjúkraflutn- ingstænastan og bruna- umsjónarmaðurin fyri viðkomandi øki beinan- vegin fáa boð. Fyri at veita skjótast møguligu hjálp, verður altíð gjørd ein raðfesting. Er neyðug hjálp tøk á staðnum, ella er slík hjálp skjótari frammi frá øðrum, fáa ein ella fleiri partar antin ikki boð – ella ikki boð í fyrstu atløgu. Í hesum førinum var neyðug hjálp umbiðin og eisini tilvildarliga á stað- num stutta tíð eftir van- lukkuna. Tí var raðfest- ingin, at brunaumsjónar- maðurin fyri økið var kunnaður seinni. Umbið- in stuðul varð avlýstur, tí fólkið á staðnum kláraði uppgávuna skjótt og væl. Bæði sjúkraliðsfólk, brunaliðsfólk og løgregl- an – við hjálp frá øðrum – greiddu uppgávuna væl – og skulu tey hava tøkk fyri tað. At mannalív kortin ikki stóð til at bjarga, harmar okkum øll. Tað harmar somuleiðis løgregluna nógv, at tað, sum hevur verið ført fram í fjølmiðlunum, kann geva almenning- inum ta fatan, at alarm- sentralurin ella løgreglan røkir sína uppgávu á tann hátt, at óneyðugar fylgjur kunnu standast av van- lukkum. Ongar atfinningar Jóhann Mortensen, tíðindaleiðari í Út- varpi Føroya, heldur ikki, at talan er um útpensling ella at fjøl- miðlarnir válka sær í vanlukkum, tá hesar og ymisk viðurskifti teimum viðvíkjandi verða varpað út í fjøl- miðlunum ETIKKUR Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Í Sosialinum mikudagin hevur Leila Solmunde av Kambsdali harðliga at fjøl- miðlunum fyri at válka sær í ferðsluvanlukkum og ikki at vísa fyrilit fyri teimum avvarðandi, tá vanlukkur hava kravt mannalív. Hesum er tíðindaleiðarin í Útvarpi Føroya, Jóhann Mortensen ikki samdur við henni í. – Tann etiski spurningur- in liggur altíð fremst, tá innsløg verða gjørd um ferðsluvanlukkur, sum krevja mannalív, sigur hann. Somuleiðis sigur hann, at í slíkum førum er tað als ikki spurningurin um at vera fyrst við tíðindunum, sum ger seg galdandi. Tað ræður heldur um at fáa tíð- indi út, og at tey so eru røtt. – Útvarpið bíðar ofta longi við at koyra tíðindi um vanlukkur út, og vit halda okkum eisini altíð til góðan pressusið, sigur Jó- hann. Avlíva leysatíðindi Tíðindaleiðarin vísir á, at tá slíkar vanlukkur henda, gongur tað ofta ikki long tíð, fyrr enn leysasøgur byrja at breiða seg. Tað er komið fyri, at útvarpið hev- ur fingið ymiskt at vita, men av fyriliti ikki vil varpa søguna út, og so ringja fólk og spyrja, hví tey ikki hava nevnt hesi viðurskifti í tíðindasend- ingini. – Og ofta tá so hesi viðurskift verða nevnd í út- varpinum er tað líka so nógv fyri at avlíva leysa- søgurnar, sigur Jóhann. Til hesa vanlukkuna, sum júst er hend, er nevnliliga talan um, at útvarpið ikki fór út við søguni um alarm- sentralin beinanvegin. Tey fingu tíðindini um, at mannagongdin ikki varð fylgd til redaktiónsfundin seinnapartin vanlukkudag- in, men valdu ikki at koma út við henni fyrr enn dagin eftir. Men hann leggur dent á, at um slík mál ikki verða tikin upp, tá ein vanlukka er hend, so verða tey als ikki tikin upp. – Um tað bíðar 14 dagar, so er tað ov seint, tí tá eru tað møguliga onnur átrok- andi evni frammi, sigur tíð- indaleiðarin, sum eisini heldur, at tá tað er staðfest, at tað var ivasamt um mannagongdin varð fylgd í hesum sambandinum, at tað er upp á sítt pláss, at fjølmiðlarnir taka tað upp. – Vit meta tað vera abso- lutt viðkomandi, at tað so verður tosað við partarnar, sum hava við hetta at gera. Varin orð Samstundis sum tíðinda- leiðarin tosar um, at partur- in av uppgávuni hjá fjøl- miðlunum eisini er at varpa slík sorgartíðindi út, so leggur hann eina við, at tað altíð verður hugsað um tey avvarðandi. Hann sigur, at tey royna at vera varin í teirra orðum og talu fyri ikki at stoyta nakran. Og ofta verða als ikki allir upplýsningar, sum útvarpið hevur fingið, varpaðir út. – Vit vita, at tað er svárt hjá teimum, ið sita eftir. Og eg haldi so avgjørt ikki, at vit pensla nakað út í okkara miðli. Orð hava eina megi sjálvi, tá tey verða søgd í útvarpinum, at tað er ikki neyðugt at nýta so mong av teimum, sigur Jóhann Mortensen, sum leggur afturat, at pressan kann sig- ast at vera varðhaldsmaður- in hjá almenninginum. – Um fjølmiðlarnir ikki seta fingurin á, tá alt ikki verður gjørt rætt, hvør skal so gera tað, spyr hann at enda. Útvarp Føroya: Etiski spurningurin stendur fremst Jóhann Mortensen, tíðindaleiðari í Útvarpi Føroya sigur, at miðilin altíð setur teir etisku spurningarnar í fremstu røð, tá tað snýr seg um tíðindaflutning um vanlukkur, sum krevja mannalív Savnsmynd C M Y K 5 4