fríggjadagur 25. november 2011síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Fríggjadagur 25. november 2011 · Nr. 137
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kirkjugarður á Svínaryggi
Óli Jacobsen
olijacobsen@post.olivant.fo
Pápi Sigrid var Antonius Vensilaus
Poulsen (1829-1902) úr Nýggjustovu
í Nólsoy.
Anthonius starvaðist við Konga
liga Handilin og hjá T.F. Thomsen á
Tvøroyri til 1865, tá ið hann flutti til
Vágs at arbeiða hjá Askham, sum
hevði handil á Marknoyri.
Hann giftist við Hansinu Paulu
Gregersen (1830-1879) úr Havn.
Teirra børn skrivaðu seg Pálsson.
Umframt Sigrid fingu tey hesi børn
ini:
Sigmund Poul (1858-1860)
Páll Sigmundur Brestirson (1860
-1888), krambakallur. Við teirri 17 ár
eldri Elisabeth Christinu Magnus
dóttir fekk hann í 1880 sonin Dánjal
Jacob Magnussen.
Í 1882 fekk hann við Hansinu
Marionnu Poulinu Niclassen (1863-
1890) dóttrina Jóhonnu Elisabeth
Pálsson, og í 1883 fingu tey Hans
Petur Pállson. Í 1885 fingu tey Han
sinu Poulinu, sum giftist við Jens
Paula í Dali.
Í 1883 fær Páll Sigmundur saman
við Susannu Mariu Joensen f. 1858,
Froðba, dóttrina Jacobinu Mortinu
Lave.
Hann hevur verið ein bragdligur
fýrur, men hann doyr longu í 1888,
27 ára gamal.
Thora Kristina (1862-1928). Hon
var ógift og var lærari á Tvøroyri í
mong ár, har hon kallaðist omma
Bu. Hon er fyrr umrødd í hesi røð.
Svanhild (1863-1946) giftist við
danan Georg Long, sum var pren
tari og tónleikari. Richardi Long var
sonur teirra. Gudrun (1865-1887).
Fekk seymistovu
Sigrid flutti til Havnar í 1883 og
byrjaði seymistovu og mótahandil
í Havn í 1886. Í fyrstuni tók hon
ímóti smáum ordrum og sat heima
við hús og seymaði. Sigrid var
ein framúr dugnalig seymikona,
og skjótt frættist um hennara
dygdargóðu avrik. Tað elvdi so til, at
eftirspurningurin vaks. Í 1886 flutti
hon í Nólsoyarstovu, og har læt hon
upp klædna- og broderíhandil.
Tá ið Johannes Djurhuus í 1910
keypti Nólsoyarstovu til apotek
flutti mótahandilin hjá Sigrid
út í Oyspustovu. Hon gavst við
handlinum í 1919. Hetta var fyrsti
mótahandil í landinum.
Basarur fyri føroyska
bíbliusøgu
Sigrid hevur verið ein sera virkin
kvinna á ymiskum økjum. Í 1892 var
hon saman við systrini Thoru og um
30 øðrum við til at skipa fyri basari
á ólavsøku “til Fordel for Udgivelsen
af en færøsk Bibelhistorie m.m.”.
Í lýsing í Dimmalætting um
gávur til basarin verður sagt: “For
uden Strømper, Vanter, Huer, “Roti
skogvar” og lign. modtages tillige
Skærpekød, Skind, Uld, Smør etc.
Serstøk kúgv
Eftir basarin hevði Dimmalætting
henda stubba:
“Basaren til Fordel for Ud
givelsen af en Bibelhistorie paa
Færøsk blev afholdt i Gaar. Gaver
var indkomne i rigelig Mængde
og fandt som sædvanligt ved slige
Lejligheder rigelig Afsætning. I
Forbindelse med Basaren stod en
Bevætning, hvor blandt andet
“rómastamp” blev serveret. En
af Stenarbejder Andreas Jensen,
Viderejde, til “Føringafelag” foræret
smukt forarbejdet Modelbygning af
Sten blev bortloddet.
Forevisning af forskellige Mærk
værdigheder fandt sted. Blandt
andet forevistes en Ko med et stort
antal Horn langs Ryg og Lænd”.
Alt tekur sína tíð, og Bíbilsøgan
hjá Jógvani Poulsen kom ikki út
fyrr enn í 1900. Hon var seinkað av
rættskrivingingarstríðnum,
sum
var tá. Men tá ið Bíbilsøgan kom,
kostaði hon bert eina krónu. Tað
var Føringafelag, sum stóð fyri út
gávuni.
Var við til at stovna
avhaldskvinnufelagið.
Sigrid var við til í 1899 at stovna
Thorshavns Kvindeforening for
Ædruelighedens Fremme.
Í fráhaldsblaðnum Dúgvuni var
ein áhugaverd frásøgn frá stovnandi
fundinum 25. oktober í húsunum
hjá Havnar Avhaldsfelag, stovnað
í 1878. Við á fundinum vóru Djóni
í Geil, formaður í avhaldsfelagnum
og nevndarlimurin Rasmus Effer
søe.
Teir løgdu dent á, at “det sær
lig ved en Kvindeforening var
Hovedopgaven at føre Afholds
prinsippet frem til fuld Aner
kendelse i Samfundet, medens det
personlige Afhold for de enkelte
Medlemmer kun havde underordnet
Betydning.«
Tað vóru jú ikki kvinnurnar sum
drukku!
Uppgávan hjá kvinnuni
Víðari verður sagt í fundarfrásøgn
ini:
”Lærerinde Marie Nicolajsen,
som i flere Aar har været Medlem af
en Afholdsforening paa Kalsø, holdt
et fyndigt og hjertevarmt Foredrag
om Kvindens Opgave i Afholds
arbejdet. Navnlig fremhævede hun,
at ligesom det var Lærerindens Pligt
at indprente i Børnene Kærlighed
til det gode og Afsky for det onde,
saaledes vilde enhver Moder, der
har Omhu for sine Børn, lære dem,
hvilke Steder de bør holde sig til,
naar de blive voksne, og hvilke
Steder de bør holde sig fra som
skadelige baade for Legeme og Sjæl.
Da det er lettere at holde sig fra
stærke Drikke, inden man har faaet
Smag paa dem, end at rejse sig,
naar man først er forfalden, var det
heldigst, om Afholdsprincippet blev
indskærpet fra Barndommen af, og
i saa Henseende havde Moderen den
største Indflydelse.
Brug af Slikkerier, som i det hele
taget var skadeligt for Børnenes
Helbred, maatte betragtes som en
virksom Forskole til Drikkeri og
andre skadelige Nydelser.
Foruden den Indflydelse, Kvin
den som Moder var i Stand til at
udøve til Afholdssagens Fremme,
kunde hun ved at arbejde i Stilhed i
det daglige Liv uden Tvivl virke lige
saa meget som Mændene.”
Maria varð kend sum ein avgjørd
kvinna, sum eisini verður váttað
her. Hon er einasti lærari, sum er
uppsagdur, tí viðkomandi gjørdist
»baptist«.
Við endan á fundinum undir
skrivaðu 42 kvinnur fráhaldslyftið.
Kvinnur kundu gerast limir við
at venda sær til nevndarlimirnar.
Limatalið kom skjótt upp á 60.
Sigrid kom í fyrstu nevndina.
Tíverri er tað sera lítið, sum er
skrivað um hetta felag, men tað
er eingin ivi um, at tað hava verið
valakvinnur, sum hava stovnað
felagið.
Eisini basar fyri háskúlan
Í mai 1900 er ein soljóðandi lýsing í
Føringatíðindum:
Basar til Fordel for en Højskole
paa Færøerne
I Haab om at finde Støtte hos alle,
der interessere sig for Oplysningens
Fremme, agte vi til førstkommende
Olai at foranstalte en BASAR,
hvoraf Indtægten vil blive anvendt
til Fordel for en Højskole her paa
Øerne.
Enhver anmodes paa det ind
stændigste om at give og indsamle
Gaver, der modtages af os under
tegnede,
Færøerne i Maj 1900
Tað eru umleið 80 fólk, ið skriva
undir. Av hesum eru 50 í Havn.
Her eru nógv sera kend nøvn.
Tvey teirra vóru systrarnar Sigrid
Pálsson og Svanhild Long.
Inn komu 700 kr, sum var nógvur
peningur tá í tíðini.
Sigrid var ikki gift men hevði til
fosturs tvey børn hjá Páll Sigmundi,
Elisabeth f. 1882 og Hans Pállson f.
1883. Elisabeth hevur eisini verið hjá
Svanhild.Bæði doyðu í Keypmanna
havn. Elisabeth í 1920, og Hans í
1902.
Sigrid Pálsson: Var við til at
stovna kvinnufráhaldsfelag
Tað eru mest menn, sum tað frættist um í umrøðu av samfelagslívinum
í Havn um næstseinasta aldaskifti. Men tað vóru meira enn
so virknar kvinnur. Ein teirra var Sigrid Pálsson
Í komandi parti um tríggjar
vikur verður greitt frá
Valborg og H.C.W. Tórgarð,
politikkara og byggimeistari.
SIGRID R. PÁLSSON
F. 3.3 1857
D. 22. 2 1924
Sigrid saman við sínum fosturbørnum, Elisabeth og Hans Pálsson
»Nólsoyarstova stendur og prangar«. Hetta skrivar
Petur Alberg um hesa myndina, hann tók sjálvur í 1902.
Tá hevði Sigrid Pálsson handil í Nolsoyarstovu.