Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-25, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. november 2011síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 25. november 2011 · Nr. 137 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Hilmar Jan Hansen Um gongdin er vend, er kanska ov tíðliga at tosa um eftir bara ein dyst, men ikki skerst burtur, at tað kom greipuvinnarunum frá síðsta kappingarári væl við, at teir endiliga aftur vunnu ein dyst í Atlantic Airways-kappingini. Ikki síðani 2. oktober høvdu teir bláu havt ta kensluna seinast… Gamaní, hevur Neistin havt eina munandi harðari skrá enn hini, í og við at liðið eisini hevur spælt fýra EHF Cup-dystir, men tað hevur altso ikki sæð gott út í heimligu kappingini, at liðið í síðstu fýra dystunum bara hevur fingið stig fyri tveir javnleikir ímóti Team Klaksvík og StÍF. Tað sá heldur einki serligt út í fyrra hálvleiki mikukvøldið, tá Kyndil setti dagsskránna fyri tað mesta og eisini var á odda. Men eftir steðgin kom Neistin alsamt meira við og fekk tikið Kyndil aftur, fyri síðani at vinna dystin við fýra málum. Onkur vildi kanska sagt, at bakgrundin er bílig, tí Kyndil er væl og virðiliga aftasta liðið, men hinvegin eru grannauppgerðir ongantíð lættar at takla, so sigurin hjá Neistanum má avgjørt sigast at vera góðkendur. At Neistin so á triðja plássi í stigum hevur fingið tað sama burturúr sum VÍF, vigar eisini, og tá ger tað eitt sindur minni, at heili fýra stig eru upp til oddaliðið, KÍF. Neistin: Finnur Hansson 8, Sjúrður Thomassen 6, Josef Abrahamsen 4, Heini Hanusarson 3, Jákup Apol 3, Jugoslav Djumic 1, Terji Mørk 1 Kyndil: Hans Áki Dal-Christiansen 6, Miroslav Vladkov 5, Julian Johansen 4, Ludvík Súnason 2, Hans Arni Thomsen 2, Rógvi Dal-Christiansen 1 hilmarjan@sosialurin.fo Neistin - Kyndil 25-21 (9-11) Langt síðani síðst Hondbóltur Eftir bara at hava fingið tvey stig síðstu fýra dystirnar, vann Neistin aftur ein dyst, tá grannauppgerð ímóti Kyndli var á skránni mikukvøldið Jóannes Hansen Sjálvandi er tað stórur smeitur fyri bronsuvinnararnar í Víkingi, at toppskjúttin, Finnur Justinussen, nú fer úr felagnum, tí hann næstu trý árini skal royna seg í svenska felagnum, Jönköping Södra, sum spælir í næstbestu svensku deildini. Smeiturin er uppaftur størri, tá havt verður í huga, at tríggir aðrar av framrættaðu monnunum longu eru farnir aðrar leiðir. Talan er um Páll Klettskarð, Símun Hansen og Sam Jacobsen. Tað er púra greitt, at tveir teir fyrst nevnu ikki verða í Víkingi næsta ár, og Sam Jacobsen verður eftir øllum at døma ikki við. Finnur Justinussen og hesir tríggir skoraðu tilsamans meira enn tveir triðingar av øllum málunum hjá felagsliðnum í 2011. – Í løtuni dugi eg ikki at siga, hvussu vit loysa henda spurningin. Í staðin fyri at síggja hetta sum ein trupulleika, so síggi eg hetta sum nýggja avbjóðing, sigur Víkinga venjarin Jógvan Martin Olsen. Eitt gott val Jógvan Martin skilir væl, at Finnur Justinussen fer av landinum at royna, hvussu langt evnini sum fót­ bólts­spælari og málskjútti røkka. – Hann er 22 ára gamal, og hann hevur í heimligu kappingini prógvað, hvussu vandamikil hann er. Tí eru fyritreytirnar hjá honum góðar at royna seg uttanlands. Og mær dámar væl, at hann fer til Svøríkis og ikki til Danmarkar. Ofta hevur tað víst seg at vera torført hjá føroyskum spælarum at sleppa framat í Danmark at vísa, hvør dugur er í teimum, sigur Jógvan Martin. – Men tað hevur kanska eisini nakað við tað at gera, at spælararnir ofta eru farnir av landinum, áðrenn teir í heimligu kappingini hava prógvað seg sjálvar. Finnur hevur prógvað, at hann hevur evnini og viljan, hann hevur lokið hægri handilsskúla prógv, og nú er hann búgvin at taka av møguleikanum, sum hann hevur fingið. Tað tænir bæði honum og umboðsmanninum, Hans Jákup á Líknargøtu til rós. Á landsliðið Fyrrverandi landsliðsvenjarin sig­ ur seg ikki ivast í, at Finnur Justin­ ussen eisini hevur potentiali í sær at gera um seg á landsliðnum: – Í løtuni sær tað ljóst út. Fleiri ungir spælarar eru við at fóta sær í útlendskum feløgum, og tað eigur at bera við sær, at landsliðið verður betri fyri, heldur Jógvan Martin Olsen, sum avgjørt væntar, at Finnur fer at kappast við aðrar um at royna eftir føroysku lands­liðs­ málunum. – At evnini hjá Finni at vera við í álopspartinum og at skjóta mál, fara at bera dystir í næstbestu deildini í Svøríki við sær, ivist eg ikki í, og harvið verður hann sjálvsagdur í kappingini um fremstu plássini á landsliðnum. Sjálvur skal venjarin hjá Víkingi nú fara undir eina nýggja uppgávu og avbjóðing, sum er at finna nýggj álopsvápn til ljósabláa víkingaliðið hjá gøtumonnum og leirvíkingum. Nýggj avbjóðing hjá Víkingi Fótbóltur Jógvan Martin Olsen fegnast saman við nú fyrrverandi toppskjúttanum og sær tað sum spennandi avbjóðing, at álopsparturin í Sarpugerði skal myndast av nýggjum Atlantic Airways Deildin menn nr. Lið Dystir Vunnin mál Tapt mál Munur Stig 1 KÍF 7 193 158 35 12 2 VÍF 7 186 181 5 8 3 Neistin 7 174 174 0 8 4 Team Klaksvík 6 155 156 -1 6 5 H71 7 178 184 -6 6 6 StÍF 7 162 173 -11 6 7 Kyndil 7 153 175 -22 2 BLÁ FRAMGONGD Tað fløvaði hjá teimum í Neistanum, at tað mikukvøldið eydnaðist at vinna á Kyndli, tí síðsti sigurin hjá teimum bláu var fyri næstan tveimum mánaðum síðani Mynd: Álvur Haraldsen