Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-25, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. november 2011síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Fríggjadagur 25. november 2011 · Nr. 137 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Lat meg bara endurtaka: heil­ in er bannað øki, persónlig viðurskifti er bannað øki, okkara privatlív er bannað øki, og tað er okkara heim, har vit opinberiliga gera alt møguligt illgrunasamt og klikkað, eisini. Men heldur enn at stilla kritiskar spurningar til Mann­tal, hvørs missjón er at koma inn í okkara kollek­ tivu heilar í størri mun enn nakrantíð fyrr, hevur 4. stats­valdið, ið nú meiri líkist tí fjúrt­anda, fungerað sum ein propa­ganda-maskina fyri hesum burðar­dygga frelsunar­heri úr Hag­stov­uni, og tyk­ist ann­ars meiri áhugað í eini leiði­lig­ari “ana­lysu” av einum óvið­kom­andi grann­ skoð­ara­máli og mann­mink­ andi heilsu­átøkum, tá ið tað ikki er interesserað í X-Factor og tragikomiskum úttalilsum frá Bláa Krossi um hvussu fjórði hvør føroyingur, so ella so, er “alkoholikari”... hann veit bara ikki av tí. Ikki tí, Kvf fæst við Mann­tal. Ikki við demo­ krat­iska trúvirðið í tí – tað hevði jú verið at trossað elit­una! – men hvørt tað er eitt ‘macho-Manntal” ella ei. “Mann­tal” refererar eitt­ ans til “mannaætt”, og tí eit­ ur tað “formansrøða”, ikki “for­kvinnu­røða”. Long­ur er tann søgan ikki, frøk­un Blaa­ svær og aðrir femin­ist­iskir reglutrælir. Nøkur okkara halda fakt­ iskt, at føroyingurin er ein rationell vera, og ikki eitt “ting”, ið kann endurgerast eftir statsins idealmynd. Nøkur okkara finna seg ikki í harraboðum, at blíva fortald, hvat vit skulu gera. Og nøkur okkara halda, at Manntal er eitt sprelllivandi dømi um, at vit ikki longur skulu fatast sum friír persónar, men livandi ágóðar hjá fe­ lags­skapinum og politisku elituni. Hvar tú so endar á klótuni, tá hevur Manntal altíð verið brúkt sum stats-propaganda, at koma við nýggjum og øðr­ vísi avgjøldum og skatti, ikki heilt ólíkt tí innheintandi virk­semi, bankarnir, við sín­ um kreativu og freku ómaks­ gjøldum, ein samsýning fyri “veittan beina”, fáast við. Mann skal vera skamm­ leyst naivur at halda, at tey ráðandi, í sparitíðum, fara at spandera tíggjutals miljónir uppá nakað, tey ikki innan rættiliga stutta tíð, uppá onkr­an máta, fáa inn aftur. “Áh, tit skulu bara fylla hetta út, og so vera tit øll betri fyri, glaðari og ríkari og alt møguligt annað positivt”. Afturat hesum koma terror­i­serandi til­mæli at mikro­stýra okk­um upp­ aft­ur meiri. Onki undur, at vatn­melón­irnar í Um­hvørv­ is­stovuni, Heilsufrøðiliga polit­bureaunum og Fólka­ heilsu­ráðnum elska hesa sneyt­andi kortlegging av sín­um besver­ligu og dálk­ andi sub­jekt­um. Tað eru, hóast alt, slíkir stovnar, sum saman við geniu­num frá ST, ið hava fóðrað Mann­tal við “rele­vant­um” spurn­ingum, og sum skjótt koma at brúka hesar upplýsingar ímóti okk­ um. Men upplýsingar, sum ikki raka nakran almennan myndugleika og eina betri­ vitandi elitu. Hatta er so partvíst tann praktiski parturin av sov­ jettiska Manntals-pro­jekt­ inum. Men tínæst sáar løg­ ting­sins egna umsiting við Biritu Ludvíksdóttir iva um Manntal. Altso, prinsipp og lóggáva: hvat er privatlív, hvat er statur, og hvør eigur hvønn? Argumentini fyri Manntal, fáa vit at vita – og um tú líka droppar hatta psyko-sosiala vrøvlið um “hvussu týðandi tað er hjá granskarum at hava okkurt, bara okkurt, at granska eftir”, eru tveyeini: at øll hini gera tað, og at ST sigur, at tað er ein góð idé... ja, eg veit, ST—‘go figure’! Eg veit ikki, hvat tú for­ telur tínum børnum, men eg fortelji so mínum avkomi, at “vit eru ikki hini”, og at “nakað eitur privatlív”. Og ST? Hesin óhoyrt ódemo­ krat­iski og kavrotni kroppur, eitt fordervandi element av einum moralskum ræðuskíti í altjóða politikki, hevur apsa­lutt onga heimild yvir­ høvur; og einhvør áheit­an, enntá samtykt, frá hes­ um láturliga stovni verð­ ur lættliga trumfað av evropeiska manna­rætt­inda­ sátt­málanum, grein 8, sum í stk. 1 krystallklárt ásetur, at “enhver har ret til respekt for sit privatliv og familie­ liv, sit hjem og sin korre­ spondance.” Stk. 2 fylgir í hølunum, og er minst líka óvikandi í sínum substansi: “Ingen offent­lig myndighed må gøre indgreb i udøvelsen af denne ret, medmindre det sker i overensstemmelse med loven og er nødvendigt i et demokratiskt samfund af hensyn til den nationale sikker­hed, den offentlige tryg­ hed eller landets økonomiske velfærd, for at forebygge uro eller forbrydelse, for at beskytte sundheden eller sædeligheden eller for at beskytte andres rettigheder og friheder.” Tað vil siga, at skal al­ menni myndugleikin gera inn­triv í rættin til privatlív, tá skal hetta vera av demo­ kratiskum ávum ella fyri tjóð­artrygdina. Ókey, eg veit, at vit hava tríggjar sjúkra­hús­leiðslur, eitt hall á eina hálva miljard ella so á fíggjarlógini og eitt kring­ varp á kjaft við mikro­fon­ haldarum og herða­tasku­ ber­andi sosial­istum við hvør sínari smáborgarligu, stokk­ konservativu og persón­ligu dagsskrá, men hetta er valla tað, evropeiski manna­rætt­ inda­sáttmálin meinar við, tá hann sipar til “tjóðartrygd”, ella at “fólkaræðið er í vanda”. Av hesum er tað, ikki ein­ ans nakað retoriskt nonsense, tað eru vit so von við, men eyka atfinningarsamt, at hund­urin hjá Manntal, Øssur Winther­eig, í Degi og viku pro­kla­merar, at “formelt” er alt í lagi. Nei, tað er tað so ikki. Jú, um tí, at øll hini gera tað, ella tí at ST sigur so, men ikki, um tú setur frælsisstjalandi uppfinnilsið upp ímóti evropeiska mannarættinda­ sáttmálanum, fyri ikki at nevna demokratiskum og liberalum setningum. Og so líka eitt afturat. Vit vita væl, at tá ið onkur upp í saman følir seg noyddan at siga, at eitthvørt er “í lagi”, tá er tað tí, at tað ikki er tað. Útfyllir tú hasi pappírini og letur tey til teljaran, kann almenni myndugleikin gera hvat honum lystir við títt privatlív, tí tá eigur hann tað. Hetta er ikki teoretiskt gass, og verður somuleiðis stipulerað av tí fakta, at tú verður tvungin at akta. Aktar tú ikki, verður tú revsaður við bót. Í notati til “løgtingslóg um Manntal í 2011” mælir sjálv løgtingsumsitingin til at strika revsingina “tí tað er ilt at fáa eyga á, at tað er neyðugt í einum demokratiskum samfelagi at áleggja einum privatpersóni bót, um hann av onkrari orsøk ikki ynskir at svara spurningum í spurnarblaðnum”. Hetta er, eftir øllum at døma, ikki nóg áhugavert fyri Kvf: ov fløkjasligt og ópopulert, ov nógv politikkur, ov lítið politikarir. Ynskið at útvega sær upp­ lýsingar millum upplýsingar, “teir bleytu upplýsingarnar”, at røntgenfotografera teg, kemur frá stovum og stovn­ um, hvør grammari enn ann­ar at skaffa sær hægri játt­an. Hetta er mafia-líkn­ andi ar­beiðsháttur, tí mo­ tivið og planin er ikki at “hjálpa tær” og “Føroyum” við empiriskum gim­steinum, sum onki hev­ur við tjóðar­ bygg­ing at gera, men makt, og tí alt við kontroll at gera. Manntal kemur at merkjast, vissu­liga, men umvegis al­ skyns uppí­bland­ingar frá reyvirriterandi og penga­ grað­um myndug­leikum. Tú ert her­við ávaraður! Vit eru ikki teirra neyt, og eg gangi ikki við til at verða viðfarin sum neyt á einum marknaði: til reiðar at verða tald og markað, vig­að og mátað. Tí fari eg held­ur at eta livandi snigl­ ar, grulva tvørturum sund­ ur­soraðar lág­orkuperur og mussa eina kro­ko­dillu enn at verða spurd­ur út av nál­ ini av nøkrum kon­troll­frik­ um frá Manntal og tess mis­ antrop­isku skutilsveinum grýluklæddir sum gor­hungr­ aðir “granskarir”. Eg hoppi bara ikki uppá hatta har, og vónandi gert tú tað heldur ikki. Men bótin, Agga? Fuck bót! Eg haldi ikki, at tað er ókey, at tað er meiningin, at vera statsins livandi ogn; og seinast eg kekkaði, áttu vit faktiskt enn okkum sjálvi. Kortini, skuldi tað komið til skarpskeringar, tá betali eg ikki nakra bót. Eg havi boðað arbeiðsgevanum frá, at tá vil eg heldur koyrast í brummuna eina knappa ar­ beiðsviku enn avskriva mítt privatlív og persón, tí tað er presiss hetta, tú gert – teir siga tað bara ikki hart. Eg eri veruliga bangin fyri, at vit við Manntal í álvara eru endað í eini tyranniserandi pseudo-rationalismu, tí tað einasta, vit hoyra um, er upp­lýsingar, prógv og fakta, sum alt samalt vísir seg at vera ein substituttur fyri moralskar sannføringar. Vit fara at vera fyri eini skerjing av politiska virkis­ øki­num, og tí eiga vit at verja litinskap, øði, vreiði, gramm­leika, sum tráan nú verð­ur stemplað, sorg heldur enn gleði, tí sorg ofta førir til handling. Og demoni­ seringin av hesum kensl­um sum “irrationellar” er í veru­ leik­anum tað sama sum at sverta politikk. Problemið ídag, og við ófólkaræðisligum harra­ boð­um sum Manntal, er at polit­iska elitan er bangin fyri okkum, samtíðis sum hon ignorerar okkum sum suverenir borgarir. Men hon hevur eisini desperat brúk fyri okkum at atkvøða fyri seg og fylla út oyðubløð desainað at úthola okkara privatlív, so at hon kann økja um og varðveita maktina. So tað er alt endað í einum tekniskum frælsi: gamaní, vit hava enn atkvøðurættin, men politiskt eru vit ognar­ tikin. Vit hava mist okkara borgararættindi, tí elitan hevur ikki álit á okkum, hon trýr ikki uppá okkum og skítur faktiskt á, hvat vit halda. Av hesum eina – ger sum eg: bið Manntal pilla av, ella bara skræð sundur hatta oyðu­blaðið í eins nógv petti, sum tað eru teljarar! Manntal: óteljandi miljónir og null privatlív! Agga Niclasen meining@meyl.fo At góðtaka Manntal er at avskriva tín rætt til privatlív og avlevera tín suverenitet til statin — ein stats-sponsorerað data-neyðtøka!