fríggjadagur 25. november 2011síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 137 · 25. november 2011
2
VIKUSKIFTI
– Sjálvandi eiga vit eisini at taka avgjald frá
útlendsku skipunum, tí tað kann ikki vera meiningin,
at tað bara skulu vera Atlantsflog og Smyril Line,
sum skulu rinda ferðaavgjald. Men kunsturin er at
finna ein leist, sum ikki fær tey at leita aðrar vegir.
Jákup Sverri Kass, formaður í Ferðavinnufelagnum
pop-up store
Rannvá G. Fossaberg
rannvá@sosialurin.fo
Hósdagin klokkan 14 lat kendi sniðgevin
Barbara í Gongini ein heilt serligan
handil upp á Áarvegnum í Havn. Talan
er um ein sokallaðan pop-up store, sum
fer at hava opið fram til 1. desembur.
Tað er í hølunum hjá Hafnia, har
Fonn Flog helt til, at Barbara í Gongini
gevur føroyingum møguleika at ogna
sær hennara sniðgeving. Sambært
Barbaru í Gongini hevur hon tikið eitt
breitt úrval av pløggum við til Føroyar,
og hon heldur, at øll kunnu finna sær
okkurt, teimum dámar, í handlinum.
– Tað, sum eg havi gjørt, er at hava
eitt sindur av hvørjum í handlinum.
Eg havi tikið okkurt úr míni basic-
kolleksjón og eisini okkurt úr high-
end-kolleksjónini, og tískil fer handilin
at hava pløgg í ymsum prísum, sigur
Barbara í Gongini, sum fegnast um at
hon hevur fingið møguleikan at lata
upp ein pop-up store í Føroyum.
– Eg havi mangan spælt við tankan,
men tað hevur ikki verið gjørligt hjá
mær fyrr enn nú. Konseptið við einum
pop-up store er rættiliga spontant, og
tað, at eg skuldi lata upp ein tílíkan
handil í Føroyum, hendi eisini nærmast
í eini handavending, greiðir Barbara í
Gongini frá.
Umframt at selja útvaldar vørur er
handilin eisini eitt slag av sýnisglugga
fyri nýggjastu kolleksjónina hjá Barbaru
í Gongini. Hon samstarvar javnan við
føroysk listarfólk, og í handlinum á
Áarvegnum verður møguligt at síggja
nýggjasta filmin av Mariannu Mørkøre,
sum Jens L. Thomsen hevur gjørt
ljóð til.
Hvat er ein pop-up store?
Ein pop-up store er ein handil, ið hevur
opið í eitt stutt tíðaravmarka tíðarskeið.
Handlarnir, sum ofta eru at síggja í
stórbýum hava opið í alt frá fáum døgum
til nakrar mánaðir, og tískil er handilin
mobilur og kann skjótt flytast úr einum
býi til ein annan. Handlar av hesum
slag plaga at vera bæði framsýning og
handil. Hugtakið pop-up store kom
upprunaliga av japanska sniðgevanum
Comme Dec Garcons, sum er ein av
kendastu sniðgevunum innan avant-
garde'ismuna. Hugtakið hevur síðani
verið brúkt av mongum, men verður
tó aloftast nýtt av klædnaídnaðinum,
sum liggja í tí tyngra endanum innan
sniðgeving.
Jóla
stásið...
Redaktørur: Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen
Forsíðumynd: Sóley Danielsen / Matt Cooper
klumman
Rannvá
G. Fossaberg
Hon hevur fleiri ferðir gjørt vart við seg á stórum
mótamessum og arbeiðir saman við fremstu
mótahúsunum. Barbara í Gongini vitjar í hesum
døgum í Føroyum við einum pop-up store
Føroya fyrsti
pop-up store
So er tíðin aftur komin, har vit konufólk
skulu finna røttu klæðini til jólaborðhaldið,
og tað er ikki bara sum at siga tað.
Einar tvær vikur áðrenn fyrsta jólaborð
haldið skal verða, byrjar panikkurin so smátt
at gera um seg. Tú stendur framman fyri
klædnaskápinum og roynir optimistisk at
finna blusur, toppar, kjólar og buksur, ið hava
potentiali at gerast partur av jólastásinum.
Men hví er tað ALTÍÐ so, at tað, sum tú
riggaði so knasandi væl seinastu jól – um tú
sjálv skalt siga tað – ikki situr líka væl í ár
ella bara tykist keðiligt? Tað er í hesi løtu, at
panikkurin økist: Shit! Eg veðri noydd at fara
at keypa mær nýtt jólastás. Onkursvegna
er tað gott at hava eina undanførslu fyri at
sleppa at shoppa, men hvat er modernað
hesi jólini, og klæðir mær tað, sum tær fiksu
handilskvinnurnar siga vera modernað?
Ofta er tað við tógvið stríð, at rætta plaggið
verður funnið, men hinvegin er mann so
himmalsfegin, tá tað eydnast. Endiliga kann
flugubein setast við klæðini, men jólastásið
er ikki heilt fullkomið enn, tí nú eru tað
týdningarmiklu smálutirnir, ið skulu fáast
upp á pláss. Bíleggja tíð hjá frisør, finna røttu
stilettirnar, keypa nýtt neglalakk og you
name it!
Til jólaborðhaldið vilja allar kvinnur
rigga væl. Tað er jú ikki oftari enn so, at
mann hevur møguleika fyri at pynta seg við
høgum skóm, glitrandi oyralokkum, flottari
make up og fínum klæðum. Summar vilja
enntá verða so flottar, at tær nakrar vikur
áðrenn jólaborðhaldið leggja seg á eina briks
við elektrodum, sum geva stoyt ella blíva
knúlvaðar av eini maskinu, sum skal eitast at
knúsa óynskta feittið.
Spurningurin er, um tað veruliga er
neyðugt at keypa seg fátæka í kostnaðar
miklum klæðum, blíva knúlvað av onkrum
feittknúsara og lata vera við at eta fyri at
kenna seg vakra til jólaborðhaldið. Hoyrdi
onkran sniðgeva siga, at tað fullkomna
plaggið far fram tað vakrasta á kroppinum
og fjalir tað, sum er minni vakurt. Men hvat
við enska orðatakinum »You're never fully
dressed without a smile?« Við hesum in
mente fari eg at finna mær jólastásið.
So segði
hann...
Barbara í Gongini fegnast um, at hon hevur fingið møguleikan at lata upp ein pop-up store í Føroyum