Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-19, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. februar 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 34 - 19. februar 2004 Nr. 34 - 19. februar 2004 19 Leygardagin 14. februar var konsert við Frostbit, Speaker og 48 Pages í Losjuni í Gøtu UMMÆLI Andreas Dalsgaard, praktikantur andreasbacon@hotmail.com Tað var ein full Losja man kom inn í leygarkvøldið, áðrenn konsertin byrjaði, og sera hugnaligt var, við livandi ljósum á pallinum. Speaker eitur bólkurin, sum byrjaði konsertina og menninir í hesum bólki eita: Bogi Berg, sum spælur guitar, Sigurd Justinessen á trummunum, Jan Jensen eigur bassin og Janus Ras- mussen sum syngur og spælur guitar. Teir løgdu út við einum lagi, sum simp- ulthen sleyg meg um koll og gav mær gásarhúð. Við effektunum á røddini hjá Janusi, meðan hann geylaði so reint í mikrofonina vísti virkuliga, hvussu ótrúliga væl hann syngur, geniala guitarspælið hjá Boga, sum eisini hevði góðar effektir á, lekri bassurin hjá Jan og svøku trummurnar hjá Sig- urd, gav bara eitt heilt fant- astiskt lag, sum heilt sikk- urt var mítt yndislag á allari konsertini leygarkvøldið. Síðani spældu teir lagið »jealous song«, sum eisini er eitt av løgunum mær dámar best hjá Speaker. Tað hevur eina feita rythmu og ljóðar ótrúliga væl. Eisini spældu teir onnur løg, sum til dømis, »aprihention«, »um høv« og »the bell«, sum øll vóru frálík. Næsti bólkurin, sum fór á pallin, var Frostbit, sum er mannaður av: Eirik Mikk- elsen, sum spældi gutiar, Martin í Grund, sum eisini spældi gutiar, Jóhannus Tausen átti trummurnar og Tommy Hansen, átti bassin. Olivia Mikkelsen, sum er kend frá Prix Føroyar bólk- inum Mary´s Baby, og Carla Martha Josenius vóru gestasangarar leygarkvøld- ið og sungu í trimum frálík- um løgum. »Wake up dreams« ið var sungin av Karlu og »Sinner with no name« bleiv sungin av Oliviu, og síðani sungu tær saman í einum lagi og tað ljóðaði knasandi gott. Frostbit er nýggjur bólkur og eg havi ongantíð hoyrt teir fyrr, men mær dámdi teir sera væl. Serliga væl dámdi mær síðsta lagið, ið teir framførdu. Eitt hart lag við nógvum at bjóða uppá, og samanspælið millum tónleikararnar var sera gott, so tað gav eitt ótrúliga gott ljóð. Síðsti bólkurin, sum fór á pallin, var 48 Pages, sum er manning úr fyrrverandi bólkinum Monkey Mongu- lia. Manningin er í dag: Frans Jónas Arge Galán, sum spælur guitar og syng- ur, Eyðun Múller Thomsen á trummunum, Bjartur Dal- Grót konsert í Gøtu Frostbit á palli í Gøtu. Mynd Andreas Dalsgaard Speaker vóru fyrstir á pallinum Mynd Eyðun Müller Thomsen Sera fitt av fólki var komið á konsert í Gøtu leygarkvøldið Mynd: Eyðun Müller Thomsen Hósdagin 12. februar var unplugged café- kvøld við havna- bólkinum Speaker í Margarinfabrikkini UMMÆLI Andreas Dalsgaard, praktikantur andreasbacon@hotmail.com Tað fyrsta man legði til merkis, tá man kom inn í Margarinfabrikkina hós- kvøldið, var hvussu ótrú- liga góður stemmningur var. Øll sótu spent og bíð- aðu eftir, at Speaker skuldu fara uppá pallin og spæla síni løg »uplugged«. Køk- ur, vaflur og saft var ókeyp- is at fáa sær og tað einasta ljósið sum var, vóru livandi ljósini á borðunum og ljós- ið á pallinum, so tað var sera hugnaligt. Speaker byrjaðu við lagnum »Um Høv«, sum var perfekta lagið at byrja við, tí tað fær virkuliga tey, sum sita og tosa, til at snar- að oyruni ímóti pallinum, og vakjur áhugan í at lurta eftir hesum sveimandi- alternativa, oyrafangandi rokkinum. Teir spældu síð- ani løg við eitt sindur meira »futti« í, sum til dømis, »The bell«, »Fingerpicking blues«, »Jealous song« og »A Bakers dream«. Speaker vóru stovnaðir í 2002 og eru næstan sama manning, tó er ein guitarist- ur farin úr, men bólkurin er í dag mannaður við: Boga »Guitar« Berg sum hann verður róptur, sum sjálv- sagt spælir guitar. Bogi spældi uppá ein kassaguitar hóskvøldið, við einari stak góðari mikrofon í. Bogi Berg er ein ein ótrúliga kreativur guitaristur og høgu tónarnir og »soloirn- ar« hjá Boga hóska ónatúr- liga væl til teirra sveimandi tónleik. Sigurd »groove« Justin- ussen eigur trummurnar. Tey rópa hann ikki »groove« fyri einki. Sigurd er ein fantastiska energisk- ur og sum sagt »groove´- utur« trummuspælari og hevur altíð okkurt gott goymt í ermuni. Hann spældi hóskvøldið við kust- um ístaðin fyri trummu- pinnum, sum gevur eitt bleytari ljóð. Jan »funk« Jensen spælur bass. Og tey rópa hann heldur ikki Jan "funk" fyri einki. Jan spældi uppá ein flottan kassabass. Hann spældi ein lekran bass, sum orduliga setti tónleikin, har hann skuldi vera. Jan er ein ógvuliga »funky ella groovy« bassistur, sum dugir alt. Og so síðst, men so slett ikki minst, er tað Janus »amazing« Rasmus- sen, sum syngur og spælur guitar. Janus hevur eina av tí bestu røddini í Føroyum. Janus Rasmussen í Speaker er líka sum Zack De La Rocha í Rage Against The Machine... prikkurin yvir i’num! Hann hevur eina fantast- iska feilfría rødd og man dettur næstan á gólvið, tá hann fer upp í ta høgu røddina, saman við teimum »feitu« akkordunum á guitarinum. Alt í alt, eitt sera, sera væleydnað unplugged café- kvøld við Speaker í Marg- arinfabrikkini hóskvøldið. Eg havi so fingið ein nýggjan yndis-bólk! Speaker góða eydnu í framtíðini! Speaker Unplugged Christiansen spælur guitar og Bartal Læarsson átti bassin. 48 Pages hava bert verið til í tvær vikur so teir hava gjørt skjótt av. Teir framførdu seks løg og nev- nast kunnu til dømis: »In Need«, »Dezent People«, »Shimmana«, »nr. 1« og »Irish wimp«. Serliga væl dámdi mær lagið »The last supper«, sum bara hevði ta feitastu rythmuna nakrantíð við trummunum hjá Eyðun, og hóskaði perfekt saman við gutiarunum hjá Bjartur og Frans, og bassurin var glasuri á køkuni! Eitt minus var at eg hoyrdi for illa Frans syngja. Men annars var alt sera gott. Alt í alt, ein sera væl- eydnað konsert í Losjuni í Gøtu leygarkvøldið! Vón- andi vera tað fleiri í nærm- astu framtíð. Speaker Unplugged í Margarinefabrikkini Mynd Andreas Dalsgaard Bogi Berg, guitarspælari í Speaker Mynd Eyðun Müller Thomsen 48 Pages var síðsti bólkurin á pallinum í Gøtu leygarkvøldið Mynd: Andreas Dalsgaard C M Y K 19 18