Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-19, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. februar 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 34 - 19. februar 2004 21 Føroyska fótbólts- landsliðið er í hesum døgum á venjingar- legu í Spania. Sambært Jógvani Martin Olsen, hjálparvenjara, er gott lag á monnum, serliga eftir at enda- liga avtala er gjørd við hollendska fót- bótlssambandið um venjingardyst í juni FÓTBÓLTUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Føroysku landsliðsleikar- arnir í fótbólti njóta góða spanska veðurlagið í hesum døgum. Sunnudagin leitaði føroyski hópurin sær til Cadiz í Spania, har teir skulu verða á venjingarlegu í tíggju dagar. Tveir venj- ingardystir eru eisini á skránni. Eingin dystur móti Andorra Tá ið Sosialurin fekk fatur á Jógvan Martin Olsen, hjálparvenjara, um døg- urðatíð mikudagin, vóru teir júst komnir aftur frá venjing. Lagið var gott á monnum, og í góðveðrinum í Spania vóru allir mans til venjing, tí tað sjáldsama er, at eingin hevur nakran skaða at dragast við. Hjálp- arvenjarin sigur, at venjing- arstøðið hjá monnum er á leið tað sama, ið tað plagar at verða um hetta mundi, og heldur ikki er nakar sjónlig- ur munur á venjingarstøð- inum hjá leikarunum, ið leika uttanlanda í mun til leikararnar úr heimligu kappingini. Eftir ætlanini skuldi dyst- ur verið leiktur móti An- dorra í dag, men hesin dyst- urin verður av ongum, sigur Jógvan Martin Olsen. Tí- skil eru bert tveir venjing- ardystir á skránni á venj- ingarleguni. Tann fyrri verður leygardagin móti Pólandi, og tann seinni verður týsdagin móti fyrr- verandi føroyska landsliðs- venjaranum, Allan Simon- sen, og hansara monnum úr Luksembourg. Um dystin móti pólverj- um sigur hjálparvenjarin hjá føroyska landsliðnum, at tað óivað verður ein tor- før uppgáva, hóast tað er eitt ligalandslið, ið Póland mynstrar. Tað vil siga, at tað bert eru leikarar úr heimligu kappingini í Pólandi, ið eru við. Føroy- ingarnir tosaðu týskvøldið við umboð fyri Póland, og har var sagt, at ligalands- liðið hjá teimum var nærum eins sterkt og eitt fullmann- að A-landslið. Harafturat er hetta eitt kærkomið høvi hjá nógvum av teimum spælarum, sum vanliga standa í skugganum av pólsku stjørnunum í útland- inum, at vísa sínar dygdir. So uttan iva verður tað ein trupul uppgáva, ið bíðar føroyska landsliðnum, tá ið teir fara á Bahia Zur vøllin í San Fernando leygardagin seinnapartin at dystast við pólverjar. Seinni dysturin á venj- ingarleguni verður, sum áðurnevnt, týsdagin móti liðnum hjá Allan Simon- sen, Luksembourg. Hetta verður sjálvsagt ein stuttlig uppgáva hjá okkara lands- liðsleikarum, nú teir skulu royna seg móti liðnum hjá fyrrverandi venjara sínum. Føroyingar hava tvær ferðir áður leikt móti Luksem- bourg, nevnliga tá ið vit vóru í bólki saman við teimum í undankappingini til HM í 2002. Tá vunnu føroyingarnir 1-0 á heima- vølli, tá Jens Kristian Han- sen skoraði upp á brots- spark stutt fyri leiklok í oysandi áarføri á Svanga- skarði. Á útivølli gekst enn betur, tí tá vunnu okkara menn 2-0 við málum sum Kurt Mørkøre og Christian Høgni Jacobsen skoraðu. Dysturin í Luksembourg var eisini serligur á tann hátt, at tað var seinasti dyst- ur, ið Todi Jónsson leikti á føroyska landsliðnum. Hagtølini vísa sostatt, at móti Luksembourg hava føroyingar altíð fingið 100 prosents úrtøku, og vón- andi kann tað staðfestast eftir dystin týsdagin. Dysturin móti Hollandi er órtúliga motiverandi Sum tað eisini hevur verið nevnt í fjølmiðlunum í seinastuni, hevur FSF fingið eina innbjóðing til at spæla vinardyst móti Hol- landi í Lausanne í Juni mánaða stutt undan, at Holland skal til EM-enda- spælið í Portugál. Nú er endaliga staðfest, at dystur- in verður veruleiki, og tað eru stór tíðindi hjá føroysku landsliðsleikarunum. Vanligani hevur føroyska fótbóltssambandið roynt at fingið dystir í juni mánaða, tá ið samráðingar um leik- skránna í bólkaspælum hevur verið. Soleiðis var eisini herfyri, tá ið samráð- ingar vóru um, hvussu spælast skuldi í HM-bólki okkara, men tíverri eydnað- ist tað ikki føroysku um- boðunum at fáa nakran dyst í juni, og tí var tað ógvuliga kærkomið at fáa dystinum móti Hollandi. Annars hevði eingin landsdysturin verið á skránni aftur fyrr enn eftir summarsteðgin, og tað hevði verið ov long tíð, heldur Jógvan Martin Olsen. Hjálparvenjarin sigur, at dysturin móti Hollandi er ein gularót hjá føroysku spælarunum, og tá má verða ótrúliga motiverandi at hava ein slíkan dyst at síggja fram til. Tað er ikki hvønn gerandiskostur hjá føroysku leikarunum at fáa høvi til at leika ímóti so stórum stjørnum sum Ruud van Nistelrooy úr Man- chester United, Patrik Klui- vert, Edgar Davids, Mic- hael Reiziger, Philip Cocu úr Barcelona, Clarence Seedorf úr Milan, og vit kundu hildið fram, tí listin er nærum óendaligur. Somuleiðis heldur Jógv- an Martin, at tað er ein stór viðurkenning av føroyska landsliðnum og avrikum tess at ein so stór fótbólts- tjóð sum Holland bjóðar okkum av, beint áðrenn teir skulu leika um evropa- meistaraskapið. Somuleiðis hevur før- oyska fótbóltssambandið eitt ynski um, at tað fer at bera til at fáa ein venjing- ardyst í lag í august mán- aða, tá ið europeiska fót- bóltssamgongan UEFA hevur sett onkran dag av til landsdystir. Jógvan Martin Olsen sigur, at so vítt hann veit, hevur tað enn ikki eydnast hvørki dønum ella norrmonnum at fáa nakra avtalu um venjingardyst henda dag, og tað hevði verið ótrúliga stuttligt at leikt móti aðrari av teimum báðum grannatjóðunum, sigur hann í telefonini úr Cadiz. Gott lag á monnum í Spania Hendan myndin varð tikin á Svangaskarði, tá ið Jákup á Borg og liðfelagar hansara á føroyska landsliðnum vunnu 1-0 á Luksembourg í oysandi áarføri. Tá var Allan Simonsen landsliðsvenjari hjá føroyingum, men tá ið liðini hittast aftur týsdagin, er hann venjari hjá mótstøðuliðnum hjá føroyingum Savnsmynd Nú hevur Allan Simonsen høvi til fyri fyrstu ferð at ogna Luksembourg ein sigur móti sínum gamla liðið úr Føroyum 21 Nr. 34 • hósdagur • 19. februar 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Fótbóltsfeløgini vóru ikki sinnaði til á aðal- fundinum leygardag- in at avmarka tíðar- skeiðini, tá ið spæl- araflytingar kunnu vera millum feløgini FLYTINGAR VINDEYGAÐ Jóannes Hansen Uppskotið, sum FSF nevndin leygardagin legði fyri ársaðalfundin um, at avmarkingar í framtíðini skulu gerast fyri, nær spæl- arar skulu kunna flyta frá einum felag og til eitt ann- að, vann ikki frama. Ikki í fyrstu syftu í hvussu so er. Aðalfundurin samdist um at taka málið av skánni. Hetta varð gjørt, uttan at stórvegis orðaskiftið var um málið. Um uppskotið fer at koma fram aftur, ella nær tað møguliga fer at síggja dagsins ljós aftur, var ikki greitt á fundinum. Aðra staðni hava teir so kallað transfer vindeygu ella flytingar vindeygu, sum tað varð rópt í fundar- skránni. Vindeygað er opið um summarið, tá ið tað er steðgur millum tvey kapp- ingarár og so aftur um jól- tíðir, tá ið tað nógva staðni er steðgur í kappingunum. Í Danmark er vindeygað um veturin opið í tveir mánaðir í desember og januar. Nógva aðra staðni í Europa er tað bara opið í desember og so aftur um summarið. Uppskotið um vindeygað Kappingarnevndin kom upprunaliga við uppskot- inum. Tað gekk út uppá, at flytingar frá útlandinum og frá einum felagi og til eitt annað skuldu verða loyvdar í átta vikur millum tvey kappingarár, og at tað í summarsteðginum skuldi verða loyvt at flyta frá fyrsta degi eftir síðsta dyst- in í fyrru hálvu og til tveir dagar undan, at farið varð undir seinnu hálvu. Kapp- ingarnevndin ætlaðist at áseta dagfestingarnar í kunngerð, og reglan ætlað- ist at verða sett í gildi eftir kappingarlok í ár. Endamálið við avmark- ingunum segðist millum annað at vera at veita feløg- unum størri stabilitet, so- leiðis at venjararnir og leiðslurnar í feløgunum í hampuliga góðari tíð skuldu vita av, hvørjar spælarar tey kundu roknað við. FSF nevndin hevði tikið undir við uppskotinum hjá kappingarnevndini, og lóg- arnevndin hevði ongar við- merkingar. Aðalfundurin tóktist í hesum umfarinum at hava lítlan hug at viðgera málið, sum tískil varð tikið av skránni. Sáttmálarnir Somu lagnu sum uppskotið um vindeygað fekk uppskot frá FSF um, at allir spælar- arnir nú skuldu vera avtalu- leikarar. Uppskotið snúði seg um, at tað skuldi gerast til eina treyt, at tað millum allar spælarar í 1. og 2. deild og feløgini skuldu vera sáttmálar. Ætlanin var at gera tvær ymiskar stand- ard avtalur. Onnur skuldi vera fyri spælarar, sum onga løn fáa uttan møgu- liga klæðir og skógvar, og hin skuldi vera tann, sum higartil hevur verið gald- andi. Tað vil fyrst og fremst siga fyri teir, sum fáa løn ella peningaliga samsýning fyri at spæla fótbólt. FSF metti, at henda broytingin fór at tryggja feløgunum eitt betri út- gangsstøði, tá ið talan fór at verða um flytan av spælar- um til annað føroyskt felag og ikki minst til útlandið. Mett varð eisini, at hetta fór at tryggja spælarunum meiri skipaðar og tryggjari umstøður, og at tað eisini fór at gerast lættari hjá spælarum at gerast avtalu- leikarar í teirra egna felag. Hetta síðsta skal ivaleyst skiljast soleiðis, at tá ið felag ikki hevði havt høvi at fara í onnur feløg og í út- landi eftir spælarum, so hevði tað verið meiri upp- lagt at givið ungum spælar- um, sum eru uppaldir í felagnum, møguleikan, enn tað ofta higartil hevur ver- ið. Eisini hesum uppskot- inum frá kappingarnevnd- ini hevði FSF nevndin tikið undir við, og lógarnevndin hevði heldur ongar við- merkingar til hetta málið. Men aðalfundurin var ikki í hesum umfarinum sinnaður at geva hesum málinum stórvegis viðgerð, og tað varð tískil útsett. Vindeygað framvegis víðopið Nú hondbóltskapp- ingin er farin at líða væl, hevur mansliðið hjá Neistin mist lykla- leikarar í nakrar dyst- ir HONDBÓLTUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Av mongum verður Neistin mett sum besta boðið upp á føroyameistaraheitið í 1. deild hjá monnum. Liðið liggur í løtuni næstfremst, bert tað eina stigið aftan fyri oddaliðið Kyndil, sum Neistin herfyri vann greið- an sigur á. Men nú týðandi og truplir dystir standa fyri framman, noyðist neista- venjarin, Dia Midjord, at ásanna, at nakrir av lykla- leikarunum ikki eru tøkir til nakrar av dystunum. Dragisa koykt fótin illa Undir venjing týskvøldið var ein av sterku útlending- unum hjá Neistanum, Dragisa Stojovic, so óhepp- in at koykja sær fótin. Eftir kanningar á skaðastovuni kundi staðfestast, at talan ikki var um brot ella at nak- að liðband var farið, men fóturin er illa koyktur, sigur Dia Midjord. Enn ber ikki til at siga, hvussu lang tíð gongur, áðrenn Dragisa verður tøkur aftur, men neistavenjarin roknar við okkurt um trimum vikum. Harafturat hevur ein annar av stórskjúttunum hjá Neist- anum, Heini Hanusarson, aftur fingið trupulleikar við øksluni, og helst er talan um eitt liðband, ið er toygt. Dia Midjord sigur, at verð- ur undir øllum umstøðum ikki við í dystinum móti vestmenningum komandi vikuskifti. Eitt av álitunum í verjuni hjá Neistanum, er Karl Oddmar Rasmussen, og honum noyðist Neistin at verða fyriuttan í tríggjar vikur, tí hann skal av land- inum, so ikki kann sigast annað, enn at neistaliðið er munandi skert næstu leik- umførini. Dia Midjord sigur, at hetta sjálvsagt er ein dygg- ur smeitur fyri Neistan, men tað er ikki so nógv at gera við tað. Hann hevur ongar ætlanir um at skunda undir at fáa menninar tøkar aftur, tí hann metur tað verða meiri umráðandi, at teir skaddu leikararnir eru púrasta frískir, áðrenn farið verður undir endaspurtin. Hetta loysir seg betur, enn at vit fáa teir tøkar, áðrenn teir eru heilt frískir, tí so kann skaðin koma aftur og gerast enn verri, sigur neistavenjarin at enda. Sterki bakkurin hjá Neistanum, Dragisa Stojovic, koykti sær fótin undir venjing týskvøldið og verður neyvan tøkur aftur fyrr enn um tríggjar vikur Savnsmynd Mansliðið hjá Neistanum munandi skert Hondbóltsstøðan Ein lítil feilur hevði sníkt seg inn í uppgerðina í blaðnum í gjár. Niðanfyri prenta vit stigatalvuna umaftur 1. Deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Kyndil 3 2 - 0 - 1 381 348 33 13 2 Neistin 3 3 - 0 - 0 378 343 35 12 3 StÍF 3 1 - 0 - 2 316 307 9 9 4 VÍF 3 1 - 0 - 2 345 326 19 8 5 KÍF 3 1 - 0 - 2 324 375 -51 5 6 H71 3 1 - 0 - 2 314 359 -45 4 C M Y K 20