hósdagur 19. februar 2004síða 12
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 34 - 19. februar 2004
Herfyri spældu báðir
føroyingarnir í ís-
lendska felagnum
Fram, Hans Fróði
Hansen og Fróði
Benjaminsen, ein dyst
í Reykjavíkkappingini
fyri felag sítt, og teir
vunnu dystin 5-3,
men av tí at spæli-
loyvið hjá Hans Fróða
ikki er komið í rætt-
lag, tapti Fram dystin
á skrivaraborðinum
FÓTBÓLTUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Nú er longu nakað av tíð
farin, síðani teir báðir Hans
Fróði Hansen og Fróði
Benjaminsen
stungu
í
klæðssekkin og fóru yvir til
Íslands, har teir skulu spæla
við íslendska felagnum
Fram. Venjari hjá felagnum
er hin í Føroyum so navn-
frami rumenin, Ion Geol-
gau, ið áður hevur vant
bæði HB og B36.
Hendingarrík debut
Tað gjørdist ein minnisrík-
ur dagur, bæði fyri tað og
tað ringa, tá ið teir báðir
fyrrverandi B68arnir leiktu
sín fyrsta dyst fyri Fram.
Hetta hendi tann 8. februar,
tá ið Fram leikti ímóti
Thrótti í sonevndu Reykja-
víkskappingini. Tað gjørd-
ist ein ógvuliga málríkur
dystur, sum Fram vann 5-3,
millum annað takkað verið
einum máli frá Fróða
Benjaminsen.
Seinni
í
sama dysti fingu báðir før-
oyingarnir tó reyða kortið,
og til endans hevði Fram
bert átta mans á vøllinum,
men fingu tó hildið tørn.
Stutt eftir dystin kom tað
tó fram, at alt ikki ruggaði
rætt við spæliloyvinum hjá
Hans Fróða, og tískil tapti
Fram dystin á skrivaraborð-
inum, við tað at Hans Fróði
ikki hevði loyvi at spæla.
Formaðurin í B68, Niclas
Davidsen, sigur, at tað er
langt síðani, at B68 og
Fram gjørdu semju viðvíkj-
andi søluni av Hans Fróða.
Tá bleiv eisini semja gjørd
um, at B68 lat Fram spæli-
loyvið hjá leirvíkinginum,
so skjótt toftamenn høvdu
fingið bankatrygd frá ís-
lendskum
peningastovni
viðvíkjandi rindan av sam-
sýning til B68.
Enn hevur B68 tó ikki
sæð nakað til hesa banka-
trygd, hóast einar tvær vik-
ur eru farnar, og Niclas
Davidsen sigur, at so leingi
hetta ikki er komið í rætt-
lag, verður spæliloyvið hjá
Hans Fróða ikki sent til
Íslands.
Spæliloyvið hjá Hans
Fróða liggur enn á
Toftum
C
M
Y
K
22
Nr. 34 - 19. februar 2004
23
Skrivstovu-
lærlingur
Søkt verður eftir skrivstovulærlingi til byggivirki í
Havn at byrja, skjótast tilber.
Áhugað kunnu senda umsókn saman við møgulig-
um viðmælum/prógvum til:
P/F Articon
Postboks 3109
110 Tórshavn
tlf. 350 700
Eg eri vilst í
Klaksvík
Eg eri ein 9 mánaðar gomul ketta, sum bleiv burtur
í Torvgøtu í Klaksvík sunnukvøldið.Eg eiti Rósa,havi
onki hálsband og eri ikki merkt. Eg eri krunkasvørt
og hvít um hálsin, búkin, labbarnar og bakbeinini.
Um nakar finnur meg, kunnu tit so vinarliga hjálpa
mær heim aftur til mammu mína og familjuna hjá
mær.Tað kunnu tit gera við at ringja
219870 ella 457113
Partabræv til sølu
1 partabræv í Sp/f Niels Paula til sølu fyri hægsta
boð.
Tlf. 777 211
Rørarbeiði
Vit átaka okkum at gera
• Hitaverksarbeiði
• Ventilatiónsarbeiði
• Sanitetsarbeiði
í høvuðsstaðarøkinum.
Tilboð verða eisini givin.
Ring tlf. 225701· 317901 · 210168
Frá Fuglafjarðar
Arbeiðsmannafelag
Aðalfundurin, sum lýstur er við uppslagi á Arbeiðs-
mannafelagshúsinum verður hósdagin 4. mars kl.
20.00 á Restaurant Muntra.
Fundarskrá eftir lógini.
Nevndin fyri
Fuglafjarðar Arbeiðsmannafelag
Ársaðalfundur RSF
Róðrarsamband Føroya hevur ársaðalfund í ÍSF-
húsinum leygardagin 27. mars kl. 10.00. Fundarskrá
sambært grein 4 í lógunum fyri RSF.
Uppskot um lóg og lógarbroyting skulu vera
nevndini í hendi í seinasta lagi fjúrtan dagar fyri
fundin.
Bingjupláss í Vági
Frá og við mánadegi 23. februar 2004 eru upplat-
ingartíðirnar á bingjuplássinum í Vági hesar.
Dagur
Upplatingartíðir
Mánadag
Frá kl. 14.00-18.00
Týsdag
Stongt
Mikudag
Frá kl. 14.00-18.00
Hósdag
Frá kl. 14.00-18.00
Fríggjadag
Frá kl. 14.00-20.00
Leygardag
Frá kl. 14.00-19.00
Í nevndu tíðarskeiðum er eftirlitsfólk á bingjupláss-
inum og skipar fyri, hvar ruskið skal beinast.
Vágs Býráð
Teniska nevnd
Til sølu
Nissan Primera 1,6. Sera væl hildin, sum nýggjur.
Árg. 6/99, 60.000 km.
Lagalig fíging
Velbastaðvegur 78
Tel. 317300 ella 217300
Til sølu
BMW 320i. Í góðum standi. Árg. 89, 175.000 km.
Lagalig fígging
Velbastaðvegur 78
Tel. 317300 ella 217300
Sosialurin
Tíðindi
Ítróttur
Viðmerkingar
Nøvn
Skráir
Tiltøk
Sosialurin
Lýsingar
Bilar
Veðrið
23
Sosialurini
Lýsið
við
brúktum
bilum