fríggjadagur 25. november 2011síða 41
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 137 · 25. november 2011
9
VIKUSKIFTI
gar burtur
Skatta- og avgjaldsinntøkurnar vuksu
210 mió. kr. aftrat, og útreiðslurnar
øktust 206 mió. kr. Avlopið gjørdist
145 mió. kr. Í 2008 skrúvaðu bankarnir
fyri pengastreyminum, og straks fjar
aðu inntøkurnar 55 mió. kr. Men gakk.
Í hesum vanlukkuliga valári, har m.a.
óheimilað meirnýtsla rakti lands
kassan sum ein søkkbumba, vuksu
útreiðslurnar 422 mió. kr. Úrslit: Eitt
hall á 329 mió. kr.
Í 2009 lækkaðu skatta- og avgjalds
inntøkurnar 244 mió. kr., tí búskapurin
kølnaði, men útreiðslurnar hækkaðu
framvegis, hesaferð 114 mió. kr.
Ovurstóra hallið gjørdist 688 mió.
kr. Í 2010 øktust skatta- og avgjalds
inntøkurnar 250 mió. kr., og útreiðsl
urnar øktust 146 mió. kr., so hallið
gjørdist 580 mió. kr. Hesi eru sein
astu tøku roknskapartølini hjá land
inum. Játtanartølini fyri 2011 vísa
eitt hall á 455 mió. kr., og har eru vit
nú. Men hvat messa politikarar um?
Blokkstuðul úr Danmark! Blokkurin
hevur verið neyvt tann sami heilt
síðan 2002, umleið 630 mió. kr. Tað
støðugasta og kendasta talið í øllum
landsroknskapinum hevur verið
júst blokkurin, og tað einasta, sum
kravdist politiskt, var tí at brúka vit
og vilja at stýra øllum hinum tølunum
so frægt, sum vit og vilji rukku. Men
vanlukkutíð fyri føroyskar skatt
gjaldarar varð kassin rendur um koll,
hóast inntøkurnar við fastfrystum
blokki vuksu úr 3.567 mió. kr. í 2003
upp í 4.348 mió. kr. í 2011 ella tilsam
ans 781 mió. kr. Trupulleikin var ikki
inntøkurnar. Trupulleikin var, at út
reiðslurnar spolaðu úr 3.544 mió. kr.
í 2003 upp í 4.803 mió. kr. í 2011 ella
tilsamans 1.259 mió. kr. Fyrilitaloysi
við landsins kassa og skattaborgarans
pengum elvdi til hallið.
So kunnu vit spyrja, hvussu tað kann
vera so galið, at tað einasta, før
oyski skattgjaldarin skal hoyra um,
er blokkstuðul, og at hann nú skal
gerast vitni til, at politikarar fara
akandi á knøunum til Danmarkar at
fáa fíggjarliga fyrigeving fyri egnar
syndir. Hetta er av sonnum vanvirðilig
ábyrgdarflýggjan. Føroyskir politik
arar renna undan sjálvskaptum halli
og seta land og fólk í eina syndarliga
knípu mótvegis danska fólkinum og
donskum fjølmiðlum. Eins og í sam
bandi við kreppuna í 90'unum eiga
politikarar her á landi aleina ábyrgd
ina av fíggjarliga bakkastinum, ið rakti
landskassan. Vanstýring í glóðheitari
búskapartíð, áhaldandi manipulatión
um ávirkanina av blokkminkingini í
2001 og óheimilað meirnýtsla settu
okkum í ta støðu, vit nú eru í. Og
raknar nakar við? Ikki serliga mong,
tí fólk velja bara av gomlum vana
á løgtingsvalum. Men tað gjørdu
veljararnir eisini í 1990. Ikki fyrr
enn danskarar og IMF settu propp í
meiningsloysið í 1992 og 1993, vaknaði
veljarafjøldin, og í 1994 sendi hon tey
politiskt seku til hús. Men tá var tað
4-6 ár ov seint.
Hallið á fíggjarlógini í 2012 verður
helst 450 mió. kr., og tí skuldi verið
sjálvsagt, at hvør einasti politikari
nú loksins kendi sær hógv og setti
árar í sjógv at venda gongdini. Men
hvat er hent? Eitt landsstýri er komið
til valdið, ið slær øll met í avnoktan
av veruleikanum og sosialum sam
vitskuloysi. Nú skal ein flatskattur
setast í verk fyri 300 mió. kr., sum fer
at ríka tey ríku uppaftur meira, meðan
tey, sum veruliga bløða, skulu gevast
upp til skutils í einum heimastýri, ið
ongantíð tekur í egnan barm, men altíð
trumlar avstað, til onkur útlendskur
uppruddari sigur stopp. Skattur
skal takast av pensjónunum fyri at
fíggja skattaævintýrið, og vælferðin
í framtíðini verður skotin í stumpar,
tí sami skattur fer vissuliga at mangla
í seinni. Og so krúnan á verkinum:
Biddingin! Makan til ábyrgdarflýgging
skalt tú leita leingi eftir, og makan til
lyftisbrot í løgmanssessinum hava vit
ikki sæð fyrr. Kaj Leo Johannesen er
hvørki asosialur ella undirbrotligur
maður. Hann avsegði eisini flat
skattin undan valinum, tí hann helt
hann vera ábyrgdarleysan í verandi
búskaparstøðu. Nú er hann politiskt
vorðin kongur í hondunum á nøkrum
pokerspælarum, sum vilja kanalisera
pengaríkidømi og fiskiríkidømi lands
ins í hendurnar á nøkrum fáum, tí
hann fær danskan blokk afturfyri.
Well done, Fólkaflokkurin!
Men hvar enda Føroyar?
1.043.047 1.234.413 1.310.056 1.566.648 1.675.351 1.580.703 1.539.202 1.507.503 1.680.844 1.791.155 1.829.052 1.759.100 1.934.191 2.086.510
1.184.944 1.224.162 1.205.134 1.238.061 1.297.112 1.354.855 1.300.316 1.389.465 1.667.580 1.766.877 1.672.981 1.497.307 1.573.906 1.646.060
920.490
944.920
973.092
995.442
629.327
631.645
633.156
630.997
632.032
632.470
634.919
636.260
637.124
615.500
3.148.481 3.403.495 3.488.282 3.800.151 3.601.790 3.567.203 3.472.674 3.527.965 3.980.456 4.190.502 4.136.952 3.892.667 4.145.221 4.348.070
2.328.281 2.453.276 2.586.251 2.846.410 3.146.830 3.192.144 3.324.077 3.467.141 3.578.194 3.767.025 4.251.234 4.365.859 4.499.783 4.529.059
248.536
156.335
126.466
76.473
24.040
90.633
72.193
70.639
-7.350
-14.007
-16.189
30.598
57.294
40.041
100.166
145.724
173.803
180.102
240.264
261.933
228.060
200.752
267.682
291.841
231.745
184.311
169.052
234.700
2.676.983 2.755.335 2.886.520 3.102.985 3.411.134 3.544.710 3.624.330 3.738.532 3.838.526 4.044.859 4.466.790 4.580.768 4.726.129 4.803.800
471.498
648.160
601.762
697.166
190.656
22.493
-151.656
-210.567
141.930
145.643
-329.838
-688.101
-580.908
-455.730
1998 1999 2000 2001 2002 2003 2004 2005 2006 2007 2008 2009 2010 2011
Skatta
inntøkur
Avgjøld
o.a.
Heildar
veiting
Inntøkur
tilsamans
Rakstrar
útreiðslur
Rentur,
netto
Løgu
útreiðslur
Útreiðslur
tilsamans
Úrslit
Gongdin hjá landskassanum frá 1998 til 2011
Brúkar tú meira, enn tú eigur, fært tú hall. So stutt er læran av gongdini
hjá landskassanum seinastu mongu árini. Blokkstuðulin verður nú
brúktur sum undanførsla fyri vantandi stýring á útreiðslusíðuni