fríggjadagur 25. november 2011síða 40
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 137 · 25. november 2011
8
VIKUSKIFTI
Landsstýrið gevur blokkminkingini í 2001 skyldina fyri landskassahallið.
Pástandurin er skeivur. Oyðsl á útreiðslusíðuni er orsøk til hallið,
og trupulleikin hjá føroyskum skattgjaldarum er støða Føroya sum
búskaparligt hjáland. Annar vongurin vil prógva, at sjálvberandi
búskapur ber til, meðan hin vil prógva tað øvugta. Alt tos melur tí
um blokkin. Veruleikin er, at landskassans inntøkur vuksu knappar
800 mió. kr. við fastfrystum blokki frá 2003 til 2011. Kortini er hallið
hálv milliard, tí grovt fyrilitaloysi hevur valdað á útreiðslusíðuni
søplar pen
Kronikk
Uni Arge
Fleiri siga seg í hesum døgum vakna
á morgni og spyrja, um tey droyma
ella eru vakin. Skilafólk, ið vilja landi
og fólki tað besta, nokta at trúgva,
at tað er satt, at føroyingar so stutt
eftir kreppuna í 90'unum aftur ætla á
biddaraferð til Danmarkar. Men hetta
er beiski veruleikin. Landsstýrið við
Kaj Leo Johannesen á odda hevur
sum høvuðssetning at fáa danskar
skattgjaldarar at rinda fyri búskapar
liga skilaloysið, ið hevur valdað
í føroyska heimastýrinum farnu
árini. Fólk drýpa høvur av skomm
og spyrja, um sjálvberandi búskapur
og sjálvstøða nakrantíð verða veru
leiki í Føroyum, og tað er álvarsamt.
Missa fólk trúnna á júst hetta, kann
mangt skilafólk gera av, at tað ikki eitt
sekund vil stríðast fyri einum bidd
andi sambandsheimastýri. Fyrr kann
tað einsamalt gera sær fyri skomm
um og ríka tey ríkastu við einum
asosialum flatskatti. Hesin hug
burður kann veruliga vinna frama,
nú fólkasamansetingin longu er
skeiv, fólkatalið minkar, og stoltleikin
millum fólk er horvin.
Tí grundleggjandi spurningurin er,
hvør meining er í at rinda einum
heimastýri skatt, tá politikararnir
fara so illa við teimum skatta- og
avgjaldskrónum, teir fáa at umsita.
Fólk í Føroyum hava trúliga fylt
landskassan við skatti og avgjøldum
seinastu 12-13 árini. Tað hevur ikki
staðið á at økja um landsins inntøkur,
tí fólk vóru trúføst ímóti landinum, og
ei heldur hevur skortað við politiskum
møguleikum at gera landið uppaftur
leysari av blokki úr Danmark. Hesar
møguleikar hava politikarar oyðslað
okkum av hondum, og sannlíkt er, at
fleiri teirra oyðslaðu møguleikarnar
burtur tilvitað, tí Føroyar eru og
verða eitt ábyrgdarleyst heimastýri
í áhaldandi stríði við seg sjálvt.
Skynsom búskaparstýring í verandi
skipan ber ikki til, tí vit virka ikki í
felag fyri eindini Føroyum. Vit upp
føra okkum eftir masterplaninum, ið
danski embætismaðurin, Nils Arup,
skrivaði, tá heimastýrislógin varð sett
í gildi. Vit skuldu stríðast innanhýsis
um danskar pengar, so vit aldrin fóru
at savna okkum um sjálvbjargni. Og
tað gera vit framvegis í ólukkumát.
Lat okkum hyggja at, hvussu hevur
eydnast at stýra landskassanum síðan
1998, tá sjálvbjargnisandin av álvara
kyknaði aftur í Føroyum. Í 1998 vóru
inntøkurnar hjá landinum 3.148 mió.
kr. og útreiðslurnar 2.676 mió. kr.
Avlopið var 471 mió. kr. Í 1999 var
avlopið hjá landskassanum 648 mió.
kr., avlopið í 2000 var 601 mió. kr.,
og í 2001 var tað 697 mió. kr. Skatta
inntøkurnar øktust støðugt hesi árini,
góðar 500 mió. kr. frá 1998 til 2001.
Útreiðslurnar øktust eisini, m.a. sum
eftirsleip frá kreppuni, úr 2.676 mió.
kr. í 1998 upp í 3.102 mió. kr. í 2001.
Júst í 2001 gjørdi landsstýrið av at
lækka blokkin fyri at seta kós ímóti
sjálvberandi búskapi. Blokkurin lækk
aði úr 995 mió. kr. niður í 629 mió.
kr. Lækkingin sást í 2002, tá avlopið
hjá landskassanum var 190 mió. kr.
Talan var um eitt trivaligt avlop, so
als onki hóttafall kom á landskassan.
Árið eftir, í 2003, var avlopið 22 mió.
kr. Minkingin stóðst av, at 50 mió.
kr. minni komu inn í skatti og av
gjøldum, mest tí alivinnan fór fyri
bakka, og tí útreiðslurnar øktust 134
mió. kr. Her vóru 65 mió. kr. í øktum
rentuútreiðslum og 45 mió. kr. í øktum
rakstrarútreiðslum høvuðsorsøkir til
økingina.
Í 2004 hildu skatta- og avgjaldsinn
tøkurnar fram at lækka, og útreiðsl
urnar øktust. Skatta- og avgjalds
inntøkurnar lækkaðu knappar 100
mió. kr., meðan útreiðslurnar øktust
80 mió. kr. Hallið gjørdist 151 mió.
kr. Í 2005 var hallið 210 mió. kr. Hetta
hendi, hóast inntøkurnar vuksu 55 mió.
kr. Trupulleikin var, at útreiðslurnar
øktust 114 mió. kr. So upprann árið
2006, tá bankarnir sprændu tvær
milliardir út í samfelagið, og tað al
menna fór undir at einskilja m.a.
Føroya Banka. Nú øktust skatta- og
avgjaldsinntøkurnar heilar 451 mió.
kr., tí búskapurin var reyðgløðandi.
Útreiðslurnar øktust samstundis 100
mió. kr. Avlopið gjørdist 141 mió. kr.
Árið eftir, í 2007, sprændu bankarnir
fimm milliardir út í samfelagið.
Heimastýrið