fríggjadagur 25. november 2011síða 39
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 137 · 25. november 2011
7
VIKUSKIFTI
Hvat fekk teg at fara upp í politikk?
Eg helt, at tey gomlu og tey, sum ikki kunnu
tosa fyri seg sjálvan, høvdu tað ikki nóg gott.
Hvørji eru tíni hjartamál?
Tey gomlu. Børn við serligum tørvi. Fólk við breki.
Tey heimleysu. Í heila tikið tey, sum ikki klára at
tosa sína egnu søk. Í míni verð eru ØLL líka nógv
verd. Sum politikarar eiga vit at arbeiða fyri at
tað verður »liviligt« fyri ØLL fólk í Føroyum.
Hvussu nógv fyllir drápsmálið í Runavík?
Av tí eg ikki kenni persónarnar, sum eru
involveraðir, er tað ikki í tonkunum allatíðina.
Men tað er chokerandi tað má eg siga.
Upplýsir løgreglan nóg mikið í málinum?
Ímeðan kanningararbeiðið fer fram,
kunnu tey nokk ikki siga tað stóra.
Dámar tær at
gera mat?
Ja, mær dámar
væl at gera mat.
Hvat er tín lívrættur?
Ja, tað er ikki tann stóri kunsturin at
gera, tí tað er ræstur fiskur.
Hevur tú húsdjór?
Ja hund, kettu og
dvørghamstrara.
Eg elski djór.
Hvussu heldur tú teg í form?
Gangi langar túrar við hundinum Freju.
Vit báðar tosa sera væl saman.
Ferðast tú nógv í egnum landi?
Ikki nógv, men fari onkran túr til Sands, tá
veðrið er gott, eg haldi at har er pragtfult.
Ert tú til náttúruupplivingar
ella slikka sól á Strondini?
Absolut til náttúruupplivingar. Men mær
dámar eisini væl at sita uttanfyri og lesa,
hjá mær sjálvari, tá veðrið er gott.
Hvat er tað besta við
at búgva í Føroyum?
Friðurin, alt koyrir ikki so skjótt,
sum í teim stóru londunum.
Verður tú framvegis í
politikki um 10 ár?
Tá eri eg rættiliga gomul,
men hvør veit ?
Mynd: Álvur Haraldsen
Í mínum flata pengapungi er
skattur skattur, sama um hann er
flatur ella rundur ella óreinur ella
okkurt heilt annað.
Um hann eitur landsskattur,
kommunuskattur, rentuskattur
av teimum innlánsrentum, sum
eru eftir, kapitalvinningsskattur,
nú kapitalisman hevur kloddað
burtur so at siga allan kapital,
ALS, Samhaldsfasti, Heilsutrygd,
Barsilsgrunnur, eigarafelag,
MVG, eftirløn, kringvarp ella
okkurt annað tvangsgjald, sum
ikki ber til at krógva seg fyri.
Stívliga annan hvønn tíma
arbeiði eg fyri onnur enn fyri
meg sjálvan.
Tey, sum ikki tíma at arbeiða
yvirtíð, siga, at fyri hvønn
yvirtíma fara tveir til skatt.
Men nú noyðast tey, sum
ikki tíma at arbeiða meira enn
niðursetta tíð ella minni enn tað,
at finna sær eina aðra umbering.
Tí nú vera marginalarnir við
teimum sum arbeiða hvítt. Tað
skal loysa seg at arbeiða meira,
at arbeiða yvir. Tað skal loysa
seg at arbeiða fyri meira enn
Lafayetteløn, tí so nógv onnur
skulu hava burtur av tí, sum
eg fái fyri at arbeiða. Yvirtíðin
verður ikki skattafrí.
Tað er so trivnaðarpolitikkurin
hjá nýggju samgonguni, arbeiða
og arbeiða og so beint heim í
song, onga staðni inn á vegnum.
Flatur skattalætti gevur
flatan trivnað. Tey flestu,
sum tíma at arbeiða, trívast
betur á arbeiðsplássinum
enn heima við hús, so nýggi
trivnaðarpolitikkurin er
familjuvinaligur.
Men fólkatalið fer at
minka meira enn tað ger nú,
tí fólk í júst tí aldrinum, í
barnaframleiðslualdrinum, fara
at arbeiða so nógv, at tey fara
hvørki at orka at gera ella at eiga
børn.
Onkur negativur heidningur
dittir sær at spyrja, hvar alt hetta
arbeiðið er, tá 1500 føroyingar í
Føroyum einki arbeiði hava og
enn minni hava nakra vón um at
fáa arbeiði. Heldur ikki tey, sum
tíma og gjarna vilja arbeiða fyri
at hjálpa ALS og øllum hinum,
sum skulu hava burturav.
Samstundis sum tað almenna
skal spara í rakstrinum, 80
prosent av rakstrinum eru lønir,
skulu pengar nú brúkast til
yvirtíð, 50 og 100 prosent afturat
gerandislønini. Ikki tí, at tað
gevur so nógv. 100 prosent av
lítlum er bara eitt sindur meira,
men prinsippið, prinsippið.
Politikkur er at tora, at tora at
jarðleggja prinsipp.
Lond, sum vit av røttum áttu
at samanborið okkum við, hava
flatan skatt.
Eg gav mær sjálvum ein lítlan
skattalætta fyri 30 árum síðani.
Eg segði meg úr fólkakirkjuni,
sum eg annars ongantíð
hevði sagt meg inní, og spari
kirkjuskattin. Tað ber eisini til
at siga seg úr samfelagnum. Ein
dagin, eg ruddaði, fann eg eitt
umsóknarblað, klipt úr blaðnum
Nord Nu, sum annars ikki, tað eg
minnist, var nøkur latent hóttan
móti nøkrum samfelagi.
Oyðublaðið eitur “Udmeldelse
af samfundet.” Tað skal sendast
til Udmeldingskontoret hjá
Keypmannahavnar kommunu,
sum so boðar øllum øðrum
frá, eitt nú skattavaldinum og
Amnesty International.
Tann, sum sigur seg úr
samfelagnum, sigur frá sær
ríkisborgaraskap, navn, vatn,
gass, hita, kloakk og valrætt
millum annað. Harafturat rættin
til millum annað allar pensjónir,
sama, nær tær eru skattaðar,
heilsutrygd, útbúgving, arbeiði
og summarfrítíð.
Áhugavert skjal, sum er til
enn, googla bara udmeldelse af
samfundet. Tað, sum eg havi, er
helst kladdan, tí tað er skrivað
við hond.
Sama ger, rinda allan tín
skatt við gleði, so leingi flatar
vittigheitir eru skattafríar síðani
stuttleikaskatturin varð strikaður,
tí hann var so keðiligur.
Stúrið ei. Flatlond fara at
hjálpa okkum við skattinum.
Umafturafturum
høgni djurhuus
Jóna mortensen
lagt til rættis: Leo Poulsen
Eg og Freja
tosa væl saman
Ein av nývaldu tinglimunum er Jóna Mortensen,
sum varð vald fyri Sambandsflokkin. Hon elskar
djór og ræstan fisk og hennara politiska
agenda er at tala søk teirra veiku og gomlu
Ein fløt ein