fríggjadagur 25. november 2011síða 38
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 137 · 25. november 2011
6
VIKUSKIFTI
Ljósins tíð
Ger tín egna adventstaka
Tær nýtist:
Eina glasskál
Grovt salt
Fýra stearinljós
Band*
Einglar* ella líknandi at pynta við
Grann ella líknandi
Soleiðis ger tú:
1. Fyll djúpu glasskálina við »kava« (grova saltinum)
og set tey fýra ljósini niður í, so at tey standa væl.
2. Fest einglarnar í bandið og bind um
ljósini. Skriva tølini á einglarnar
3. Bind band rundanum skálina og pynta við granni
*Einglar og band eru at fáa í 3x2 og líknandi handlum
TIPS FRÁ innu
inna@sosialurin.fo
Heimastakin frá Norrman Copenhagen er gjørdur úr
svørtum stoypijarni og passar væl til ein hvítan dúk.
Trúgv tí ella ei, men sunnudagin er fyrsti sunnudagur
í advent. Siðbundni adventstakin skal niður av
ovasta loftinum, og saman við stjørnum, perum
og øðrum skal hann lýsa hesa myrku tíð upp. Her
eru nakrir stílfullir nýggir stakar, og hugskot
til hvussu tú á lættan hátt gerst tín egna
Legg tað, tær lystir, í botnin á hesum
stakanum. Kúlir, mosi og grann
eru góð hugskot. House Doctor
Less is more er ikki galdandi fyri
hesar stakarnar frá The Pier
Festligir og orginalir
eru hesir stakarnir
frá House Doctor
Ribbons adventstakin frá Georg Jensen
er stílfullur og snøggur. Inspiration
Einglaspæl er hugnaligt
at hava á borðinum í
jólamánaðinum. Skemman
Flottur staki
frá Stelton, har
tølini upp til 24
eru prentað á
glasið í staðin
fyri á ljósið. Tí
ber til at nýta
hann ár eftir ár.